Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. apríl 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Leygarkvøldið hendi tað so endiliga! Ein føroyskur fótbóltsspælari spældi á fyrsta sinni í dysti í Premier League – ensku fótbóltskappingini, sum verður roknað sum tann sterk­ asta í heiminum. Tá dysturin á Emirates Stadium í London ímillum Arsenal og Man­ chester City var 70 minuttir gamal, tveitti málmaðurin hjá Manchester City, Shay Given, seg og meiddi sær økslina. Beinanvegin tað gjørdist greitt, at skaðin var álvarsamur, leit aðu upptøkutólini á bonkin hjá Man chester City upp og niður fyri at finna hendan vælsignaða Nielsen, ið nú skuldi kastast fyri leyvurnar, just sum Arsenal væntandi fór at leggja stóra trýstið á Manchester City. Tað gekk bara ein løta, so stóð hann har. 193 sentimetrar høgur, eitt sindur frísutur og órakaður í gulu málmanstroyggjuni við 37­talinum á rygginum. Andlitsbráið á hesum unga manninum vísti tó, at tað skal meiri enn eitt fullsett Emirates Stad ium til fyri at ræða hann. Løtu seinni kom so løtan, ið fót­ bólts­Føroyar hava bíðað so leingi eftir. Eftir eina stutta samrøðu við venjaran, Roberto Mancini, rennir Gunnar Nielsen inn á vøllin sum tann fyrsti føroyingurin í Premier League nakrantíð! – Fyrst hugsaði eg, um Shay Given bleiv klárur aftur ella ikki. Síðani hugsaði eg, er tað nú? Eg fór so at hita upp og rann eitt sindur aftur og fram. Sum tíðin gekk, sá tað meira og meira út sum, at skaðin var álvarsamur. Síðani róptu allir á bonkinum eftir mær, og søgdu at eg skuldi inn, sigur Gunnar Nielsen um løtuna, áðrenn hann kom inn. 60.000 hugdu eftir mær Hetta er fimtu ferð, at Gunnar Nielsen er við í hópinum hjá Man­ chester City. Fyrstu ferð var í FA Cup ímóti Scunthorpe. Hinir hava allir verið í Premier League. Fyrst á útivølli ímóti Burnley, síðani á heimavølli ímóti Birmingham og Manchester United og so nú ímóti Arsenal. – Sjálvandi var eg spentur, men eg hevði fyrireikað meg væl áðrenn dystin. Eg legði sjálvandi merki til, at hetta var stórt, men eg segði bara við meg sjálvan, at eg skuldi verða fokuseraður og gera eitt ordiligt ar­ beiði. Eg var so róligur, sum tú eina ferð kann verða í eini slíkari støðu, sigur Gunnar um løtuna, tá tað gjørd ist greitt, at hann skuldi inn. Gunnar var róligur, tá hann kom á vøllin. Tað sást ikki á honum, at hetta var fyrsti dysturin hjá honum í Premier League. – Stemningur á vøllinum var ógv uliga intensur, og tað var trýst á. Har sótu 60.000 áskoðarar og hugdu eftir mær, tá eg kom inn, men eg var øgiliga fokuseraður og royndi bara at hugsa um dystin, sigur Gunnar. Ringt at hoyra nakað Gunnar fekk beinanvegin høvi at royna seg, tí Arsenal hevði horna­ spark, tá hann kom inn. Tvær tær fyrstu avbjóðingarnar hjá Gunnari vóru tvey innlegg úr høgru síðu. Tað fyrsta loftaði hann væl, og tað seinna sló hann upp um tvør­ stongina. Eisini boksaði hann væl burtur, tá Arsenal sendi fríspark inn fyri úr vinstru. – Eg helt at tað gekk fínt. Tað, sum eg hevði at gera, tók eg mær av, so eg eri sum heild væl nøgdur við inn satsin, sigur Gunnar um avrikið hjá sær teir 22 minuttirnar, hann var á vøllinum. – Tað er ringt at hoyra nakað á vøll inum, men vit fingu sagt tey týdn ingarmiklastu tingini við hvønn annan. Eg venji fast við hes­ um monnunum, so vit høvdu ongar trupulleikar við at skilja hvønn annan, sigur Gunnar. Tá tíðin var farin átta minuttir út um vanliga leikið, bríkslaði dómarin, Mike Dean, dystin av. – Eg hevði gjarna viljað havt eina bjarging, men tað var eisini ein lætti, tá hann bríkslaði av, tí nú hevði eg hildið nullið í fyrsta dystinum. Tað var ein ótrúlig gleði, eg kendi á mær eftir dystin, sigur Gunnar um sein­ asta bríkslið í dystinum. Venjarin gav ráð Beint áðrenn Gunnar fór á vøllin, fór venjarin, Roberto Mancini, yvir til Gunnar og gav honum nøkur góð ráð við á vegnum. – Hann segði bara, at eg skuldi taka tað róligt og vera róligur við út­ spørkunum og tryggja mær, at liðið var komið fram á vøllin, áðrenn eg sparkaði út. Tað var tað, hann segði Eg hevði viljað gj Premier league debut Tað var trupult at hoyra nakað fyri teimum 60.000 áskoðarunum. Hann heldur, at hann skuldi havt rakað sær áðrenn dystin. Og telefonin hjá honum gløddi eftir dystin. Les her, hvussu fyrsti føroyski fótbóltsspælarin í Premier League upplivdi stóru løtuna leygardagin, og les eisini hvat venjarin segði við Gunnar Nielsen, tá hann skuldi á vøllin