mánadagur 26. apríl 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
Sosialurin
Ítróttarblaðið
við meg, og so fór eg inn á vøllin,
sigur Gunnar um ráðini, hann fekk
frá Roberto Mancini.
– Teir vóru sjálvandi glaðir
mina vegna og fleiri komu yvir at
ynskja mær til lukku. Bæði spæl
arar, liðleiðarar og venjarar, tað var
stuttligt, sigur Gunnar um stemn
ingin eftir dystin í skiftirúminum.
– Tað var sjálvandi annarleiðis
hesa ferð. Tá eg líka hevði fingið
eina løtu fyri meg sjálvan, so dugdi
eg væl at síggja, at hetta var stórt.
At fáa debut á einum fullsettum
Emirates Stadium ímóti Arsenal, ið
einum týdningarmiklum dysti er
stórt, sigur Gunnar um kensluna
at seta seg í leikarabussin eftir
dystin.
Telefon gløddi
Tað er nógv, ið hava ynskt Gunnari
til lukku við fyrsta dystinum.
– Telefonin hevur kimað líka síð
ani dystin. Tað var líka við, at tele
fonin brann saman ta einu løtuna.
Fólk hava ringt og skrivað sms og
ynskt mær til lukku, so tað er bara
skeg, sigur Gunnar.
Eftir dystin fekk Gunnar eitt
avrit av dystinum heim við. Men
hvussu kennist tað at síggja seg
sjálvan spæla í Premier League?
– Tað var ein undarligt kensla.
Tað var løgið, men av tí at eg visti, at
eg hevði klárað meg væl, so var tað
ikki so ringt. Tað er ikki rættiliga
gingið upp fyri mær enn, men tað
var kul at síggja meg sjálvan í sjón
varpinum. Men hevði eg vitað, at
eg kom inn í dag, so hevði eg rakað
mær áðrenn dystin, sigur Gunnar
við einum brosi.
Friedel ynskti til lukku
Fyrsti málmaðurin hjá Manchester
City, írin Shay Given, var smá
skaddur í vikuni upp undir dystin
og fekk ikki vant við fullari ferð.
– Hóast Shay Given hevur verið
skaddur í vikuni upp til dystin, var
tað alltíðina ætlað, at hann skuldi
spæla leygardagin. Hann meiddi
sær økslina, tá Paul Scholes skoraði
ímóti okkum seinasta vikuskifti, og
hevur tí ikki vant eina fulla venjing
síð ani tá.
Og Shay Given stóð í málinum,
men hann meiddi seg álvarsliga í
øksl ina í einari bjarging 20 minuttir
fyri leiklok.
Sum støðan er í løtuni, skal
Gunnar verja málið hjá Manchester
City, tá Aston Villa komandi viku
skiftið kemur á vitjan. Í málinum
hjá Aston Villa stendur Brad Friedel,
ið var málmaður saman við Gunn
ari í tíðini í Blackburn.
– Um tað verður støðan, so verður
tað ordiliga skeg. Brad Friedel hevur
lært meg nógv, og hann hevur longu
skrivað til mín og ynskt mær til
lukku. Tað hevði verið spennandi,
men undir dystinum hevði eg nokk
ikki hugsað so nógv um tað. Heldur
áðrenn og aftaná, sigur Gunnar um
møguleikan at hann skal spæla
ímóti Brad Friedel.
– Nú hava vit frí í tveir dagar,
og so venja vit annars sum vanligt
upp til dystin um vikuskiftið, sigur
Gunnar at enda um skránna kom
andu vikuna.
Eftir standa vit so við einum
nýggjum kapituli í føroyskari fót
bóltssøgu. Vit hava endiliga fingið
ein føroyskan spælara í Premier
League, og tað er nú prógvað, at
tað ber til at koma úr Føroyum og
røkka langt – ótrúliga langt!
trondur@sosialurin.fo
ørt eina bjarging
Gunnar Nielsen sigur soleiðis
um fyrireikingarnar til dystin á
Emirates leygarkvøldið:
– Vit vandu fríggjadag á
døg urða og fóru so við toki til
London, har vit fóru beint á
gist ingarhús. Vit fingu ein bita
og fóru so í song. Morgunin eftir
svóvu vit leingi. Tað var upp til
tann einastaka, um hann vildi
hava morgunmat, og so fóru vit
ein gongutúr eftir døgurðatíð.
Klokkan tvey fingu vit so »pre
match meal« og fóru síðani á
tak tikfund, áðrenn leiðin gekk
á stadium.
Koyrdu í toki
– Telefonin hevur kimað líka síðani dystin. Tað var líka við, at
telefonin brann saman ta einu løtuna, sigur Gunnar Nielsen
Mynd: Polfoto
TELEFONSTORMUR