Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. apríl 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkel sen hava síðani 1988 á hvør sín hátt verið ímyndin av føroyska lands liðs málverjanum. Jens Martin tók tørnið tey fyrstu mongu árini og hevði spælt 65 landsdystir fyri Før oy ar, tá hann gavst fyri fýra ár­ um síðani, og Jákup tók síðani við og spældi 67 landsdystir, til hann gavst í heyst. Eftirmaður teirra er 23 ára gamli Gunn ar Nielsen, ið enn bara tvær ferð ir hevur vart føroyska málið í A­lands dysti – báðar ferðir ímóti Ís landi. Men leygardagin tók hann eitt stórt lop fyri føroyskan fótbólt, tá hann kom inn fyri Manchester City á útivølli ímóti Arsenal og megn aði at halda nullið. – Vit høvdu nokk ikki væntað, at tað fór at henda so skjótt, og helst hevði Gunnar ikki væntað tað sjálvur. Men hetta vísir bara, hvussu nógv tað hevur at siga, at tú ert klárur, tá kjansurin er har, sig­ ur Jens Martin Knudsen, ið ikki er pírin, tá hann skal seta orð á dygd­ ir nar hjá Gunnari: – Hann hevur alt tað, sum skal til. Evnini hevur hann framúr góð, men haraftrat hevur hann ein øgi­ lig an vilja, umframt at hann er so passa liga treiskur. Og so hevur hann hæddina, ið nokk eisini er við til at geva honum ta stóru út strál­ ing ina og tann myndugleika, hann vísir á vøllinum. Eitt stórt stig Eisini Jákup Mikkelsen staðfestir, at talan var um eina stóra hend­ ing fyri føroyskan fótbólt, at eftir­ maður hansara í føroyska lands­ liðs máli num kundi koma inn í ein um Premier League­dysti. – Tá Todi Jónsson í síni tíð fór av stað og fekk spælt seg fram mill um teir fremstu, var tað, at tú yvirhøvur kundi sleppa upp í part uttanlands, næstan púra óhugs­ andi. Síðani hevur heimurin latið seg meira upp, og at Gunnar nú er kom in inn í einum Premier League­ dysti, er líkasum tað næsta stigið. Nú hava ungir spælarar eisini enn meira at síggja fram til, tá teir síggja, hvat megnar, sigur Jákup Mikkel sen. Sjálvur mundi hann røkka einari av hæddunum, tá hann í 2000 við Her følge gjørdist fyrsti føroyingur nakran tíð, ið vann danska meistara­ heit ið í fótbólti, men hann heldur kort ini ikki, at Gunnar Nielsen nú liv ir teir dreymarnar, Jákup sjálvur hevði í síni tíð: – Tá eg nú hyggi aftur á míni bestu ár, eri eg nøgdur við tað, sum eg fekk burturúr míni níggju ár uttan fyri landoddarnar. Tíðin er ein onnur nú, og tað kann ongantíð verða betri, enn at aðrir kunnu fáa upp aft ur meira burturúr, soleiðis sum Gunnar sær út til at gera tað nú, sigur Jákup. Má fáa dystir Enn er ikki vist, at Gunnar Niel­ sen uttan kapping sleppur at verja málið tríggjar teir síðstu dyst ir­ nar hjá Manchester City, tí felag ið roynir av øllum alvi at fáa undan­ taks loyvi frá Premier League til at útvega sær ein málmann aftrat. Men Jens Martin Knudsen dylur ikki fyri, at tað hevur nógv at siga, at Gunnar sleppur at spæla. – Fyri okkum, ið varða av lands­ liðnum, hevur tað sjálvandi stóran týdning, at spælararnir á lið num eisini spæla, har teir virka í tí dag­ liga. Tað verður trupult hjá Gunnari at varðveita plássið, tí um tú hyggur at málmonnunum í Premier League, eru teir altso ikki 23 ára gamlir. Men óivað økjast møgu­ leikar hansara fyri at verða leigað­ ur út til okkurt annað felag, har hann sleppur at spæla regluliga, stað festir Jens Martin. – Óansæð, so er Gunnar komin í eina støðu, har hann hevur flutt nøk ur mørk og gjørt ófatilig fram­ stig. Tað eru bara eini tvey ár síðani, at hann var eykamálverji í 2. deild í Danmark, so hetta er alt samalt hart arbeiði. Hann hevur ofrað alt síðani smádreingjaárini og fær nú lønina fyri stríðið, aftur ímóti nógvum øðrum, sum eru komnir heim aftur, tí teir ikki hildu til tað. Og tað er flott! einslistir@kallnet.fo »Teir gomlu« um Gunnar Fótbóltur Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen, sum tilsamans hava spælt 131 landsdystir fyri Føroyar, staðfesta, at tað var ein stórhending fyri føroyskan fótbólt, tá Gunnar Nielsen leygardagin sum fyrsti føroyingur nakrantíð spældi í ensku Premier League Jákup Mikkelsen, Jens Martin Knudsen og Gunnar Nielsen undir landsliðsvenjing í Eysturríki í fjørheyst. Teir báðir “gomlu” rósa tí unga, sum nú fær lønina fyri alt tað, hann hevur ofrað í áravís fyri at røkka málinum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir trÍGGIr StórIr Frem í djúpari kreppu Aftur hetta vikuskiftið tapti Frem, sum hevur tríggjar føroyskar landsliðsleikarar í hópinum. Sostatt bendir alt á, at teirra dagar í næstbestu donsku deildini eru um at vera taldir. Bogi Løkin varð skiftur inn 12 minuttir fyri leiklok, minuttin eftir at Thisted hevði lagt seg á odda. Bogi Løkin var aftur hesaferð einsamallur føroyingur á vøllinum, og hann megnaði ikki at venda tapinum. Sostatt sær tað serstakliga trupult út hjá Frem, har dreymurin um at varðveita sætið í næstbestu donsku deildini tykist meira og meira fjarur. Næsta vikuskiftið verður botndystur og føroyingaruppgerð, tá Frem vitjar hjá Atla Danielsen í Roskilde, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarmarkið. Klettskarð brendi og skoraði Páll Klettskarð skoraði eitt mál, men átti av røttum at fingið fleiri aftrat, tá hann saman við Erling Jacobsen og Vanløse spældi 3­3 móti HIK leygardagin. Páll Klettskarð skoraði til 3­2 nakað inn í seinna hálvleik, men tað eydnaðist tíverri HIK at javna fimm minuttir fyri leiklok. Teir báðir føroyingarnir í Vanløse vóru sum vant við frá byrjan til enda, og spældu í hvør sínum enda á vøllinum. Heimasíðan hjá Vanløse skrivar um tveir stórar kjansir hjá Páll Klettskarð – í tveimum umførum var klaksvíkingurin púra leysur við málverjanum, men tað eydnaðist ikki at skora. Tí var tað gott, at hann fekk bóltin í netið, tá hálvur tími restaði. Vanløse liggur sum rættiliga miðskeiðis í deildini, er nummar níggju og hevur passaliga fjarstøðu til botnin, men ov langt upp til har, tað av sonnum er spennandi at spæla.