mánadagur 26. apríl 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
Sosialurin
Móðurmál – tað mál sum ein
hevur lært sum barn og er alin
upp við. Henda definitiónin
av móðurmálinum er at
finna á síðu 788 í Føroysku
Orða bókini, fyrra bind Før
oya Fróðskaparfelag 1998.
Móð urmálið er tað fyrsta vit
læra, og tað sísta vit gloyma.
Móðurmálið er eisini tað vit
hava lættast við at tosa, tí
tað er natúrliga íbúgvandi í
okkum og harvið ein partur
av okkara samleika..
Móðurmálið –
sálarinnar spegil
Nógv tann størsti bólkurin
av føringum, ið dugir og
torir at tosa sítt móðurmál,
eru suðringar. Hetta at tora
at líta á sítt egna móðurmál
ger at reflektiónin millum
tanka og talu verður tann
best hugsandi, tí móð ur
málið – sálarinnar spegil
– er íbúgvandi móður máls
ling in um og tí sum skrædd
ara seymað til teir nýggju
kviku fjøllmiðlarnar, sum í
tíðarkravi ikki altíð loyva, at
vit tosa eitt politiskt eftir gjørt
pseudoføriskt, tí tað krevur
manuskript, um ak tøru rin
í eini knappari vending ikki
skal gerast mál leysur.
Hvat
hevur
so
hetta
móð urmáls trúfesti gagna
suðringum? Jú, hóast suðr
ingar bert útgera 15% av
her búgvandi føringum, so er
annahvørt
landsstýrisfólk
suðringur umframt eisini
løg tingsformaðurin. Hyggja
vit eisini eftir hvør ið myndar
leiðsluna í fleiri av okkara
landsdekkandi fyritøkum ella
feløgum, so eru suðringar
hóast fáir mangan sjónligari
enn norðanfólkið. Dømini
eru mong. Eik banki, Føroya
Handilsskúli,
Vinnuhúsið,
Føroya Arbeiðarafelag, Før
oya
Reiðarafelag,
Lands
sjúkra húsið, Strandfaraskip
Lands sins, Heilsufrøðisliga
Starv stovan, v.fl. Umframt
at teir førandi skemtararnir
her á landi í mannaminni
hava verið suðringar.
Man kann so spyrja hví
so er? Tann sum fylgir við í
debattini sær skjótt, at ein
suðringur hevur ikki fyri
neyðini at rætta seg sjálvan
tá hann tosar. Tað hann sigur,
er ekvivalent við tað hann
meinar. Íbúgvandi móð ur
málsacceptin hjá honum ger,
at hann ikki er fjøtraður av
fremmandagerandi
refe
ransu rammuni hjá pseudo
før isk um, men frælst torir
at orða sína tankar og sítt
hugflog á egnum móðurmáli
her og nú. Hetta er tann
ítøki ligi fyrimunurin við at
hava eitt móðurmál og tora
at brúka tað.
Móðurmálið kontra
pseudoføriskt
Í Førjum annars er móður
málið í harðari kapping við
tað pseudoføriska ella tað
eftirgjørda
professorala
seturs málið, sum serliga hesi
seinastu 40 – 50 árini hevur
verið roknað sum meiri polit
iskt korrekt enn okkara móð
urmál og stýrt við harðari
hond. Fylgirnar hava verið,
at móðurmálið hevur verið
fyri vanbýti, happað og lúk
að burturúr samstundis sum
alsamt fleiri og fleiri íslendsk
orð vinna hevd í føriskum.
Ella sum ein tók til: Ein
málslig kolonialisering. Hetta
fremmandager føringin fyri
sínum egna máli, og umboðini
fyri tað pseudoføriska málið
hava hesi seinastu 40 – 50
árini tikið sær einarætt yvir
mest øllum, ið alment hevur
við føriskt mál at gera.
Vit høvdu okkara heli kopt
ara og íslendarar sína þyrlu,
men vit skuldu partú hava
tað íslendska orðið, tí tað var
stytri og snøggari. Nær liggj
andi er at hugsa, hví ikki gera
tað sama við nøvnini eisini?
Eitt nú kundi navnið, Jóhan
Hendrik Winther Poulsen,
fingið íslendska formin:
Jón Sigurðsson. Navnið er
bæði stytri og snøggari, og
so sleppa vit undan at brúka
“fremmanda” bókstavin W
umframt nøvn við donskum
eftirsmakki. Bert fyri at
nevna eitt út av hundrað
ella túsundtals dømum
Hetta fær ein at hugsa
um danska filosoffin Piet
Hein, tá hann sigur: Den som
låner vid og sjæl fra anden,
forskriver sig til fanden, thi
den der ikke er sig selv, er
heller ingen anden.
Tvímálsstøða
Vit føringar duga bæði føriskt
og danskt, t.v.s. vit hava eitt
slag av tvímálsstøðu ella
diglossia í Førjum. Kanningar
vísa, at børn, sum læra tvey
mál samstundis, eru – alt
ann að líka – bæði málsliga
og mentalt betur fyri enn
tey børn, ið bert læra eitt
mál. Hetta samsvarar ikki
við at danskt er skaðiligt, og
verður tí takt burtur. Takkað
veri okkara holla kunnleika
til danskt so verður norskt
og svenskt eisini okkara
heimamál. Ein svenskari,
norð maður
ella
danskari
kann halda fyrilestur fyri
før ing um á sínum egna
máli uttan trupulleika, men
ein íslendari kann ikki gera
tað sama, tí vit skilja hann
ikki. Okkara móð ur máls
basis hevur í øldir verið ein
inte grer aður partur av tí
europeiska
mentunar arv
inum við skandinavia sum
bindilið. Haðani hava vit
eisini fingið tær fyri móð ur
mál ið so gev andi intellektu
aliserðu inter aktión irnar
bæði fakliga, listar liga og
átrúnarliga.
Og
sjálvandi
skal hetta sam skiftið endur
speglast í sjálv um málinum,
sum vit sam skifta á.
Samskiftið ella interak
tión in við Ísland hevur hin
vegin verið av meiri prakt
iskum karakteri og kann tí als
ikki sammetast við europe
iska bulin, sum vit eru ein
grein av. Professorala royndin
at kolonialisera Førjar við
íslendskum orðum er dømd
til at miseydnast, tí okkara
móðurmálsbasis hevur eina
aldargamla in tellek tualiserða
europeiska traditión, sum ikki
er nakað hissini smokkuleggja
fyri brigdi.
Tekin frá nýggju mál
nevndini eru um, at puristiski
facit listin fyri føriskt mál er
útskiftir, og at móðurmálið
í alt størri mun nú verður
góðtikið sum føriskt mál,
og harvið skuldi happingin
móti móðurmálinum og før
iska samleikanum kunna
steðgað.
Eitt komandi málráð eigur
at hava sum sítt fremsta mál
at legalisera móðurmálið, so
móðurmálið verður kjarnan
ella basis í tí føroyska mál
inum – bæði í skrivt og talu.
Kjak
Regin Eikhólm
Móðurmál – tað mál sum
ein hevur lært sum barn
og er alin upp við
Av føringum eru tað mest suðringar sum ósmædnir tora og duga
at tosa sítt óspilta musikalska móðurmál, og tað gevur úrslit.
Nýggi Skúlin við Ósánna
hevur verið ein drúgvur
og tungur burður, men
sæð í bakspegli, eiga vit at
fegnast um, at vit fingu
eina so góða og stórbara
loysn. Tað hava verið fleir
uppskot upp gjøgnum árini.
Seinast í nítiárunum kom
eitt uppskot, sum gekk út
uppá at byggja eina lon eftir
skráanum í skúlagarðinum,
men tíbetur vann hetta ikki
frama, tí mett varð, at hetta
bert var eitt plástur á sárið
og ei heldur ein varandi
loysn.
Men í 2001 settu vit ein
arbeiðsbólk, (tá var Jórun
Høgnesen forkvinna í Ment
anarnevndini,) at gera eina
nágreiniliga lýsing av økis
og hølistørvi skúlans, og
bólkurin kom longu tá til ta
niðurstøðu, at tørvurin var
nógv størri enn ein fyribils
loysn kundi geva, tí bleiv
arbeitt við ein størri ætlan,
og saman við Fuglark komu
vit loksins til úrslitið, sum
nú fyriliggur, og eg trúgvi
eisini at hetta var ein røtt
avgerð, sum undanfarna
býráð tók, og eg fegnist um,
at eg fekk tann heiður, sum
borgarstjóri, at verða við til
at samráðast við Fuglark
um ein arbeiðsleist og síð
ani skriva undir sáttmála
við arbeiðstakara og byggi
leiðsluna Landsverk, og
seta arbeið í gongd.
Sjálvandi eru ikki all ar
súðir syftar, tí allur tørv
urin er ikki nøktaður við
hesum, haldast skal jú fram
við seinna byggistigi, sum
er í somu útbjóðing, við
somu arbeiðstakarum.
Eg vil við hesum orðum
ynskja leiðslu, lærarum,
skúla stýri, næmingum, ja,
øllum í Klaksvíkar Komm
unu tillukku við nýggja
skúlanum við vón um, at
hesir nýggju karmar fara
at lyfta støði á skúlanum
enn hægri.
Nú eigur skúlin á Ziska
trøð tørn.
Í
býráðssetuni
2001
2003 gjørdu vit stórar um
vælingar á skúlan á Ziska
trøð, og hetta var ein stórur
bati til vána liga stand in
av skúl an um, men tað
var langt í frá nøkt andi, tí
eigur næsta stigið, bein an
vegin, at fara undir fyri reik
ingar av nýgerð/bygg ing av
skúlanum við Ziska trøð. Ja,
hann eigur at fáa fyrstu rað
fest ing og ikki koma í drag.
Tað eru røddir frammi, um
at byggja nýtt mentanar
hús í miðbýðum, men hetta
eiga vit at gloyma tey fyrstu
árini.
Kommunan
fekk
til
gávus frá Bónus gamla
Spinnaríið við Borðoyavík,
og har eru ávísar skrivligar
bindingar, at innan eitt ávíst
áramál skal hetta verða
eitt mentanarhús, so latið
okkum halda okkum til ta
ætlanina, hesin bygningur
kemur at kosta kommununi
nógvar milliónir, tá hann
stendur klárur til brúks.
Nú er, at hava dirvi, at
raðfesta rætt.
Steinbjørn O. Jacobsen
Loksins kom
nýggi Skúlin
við Ósánna
»Leingi er tað ið væl skal verða«
Nú eigur skúlin á Ziska
trøð tørn
Eitt komandi málráð
eigur at hava sum sítt
fremsta mál at legalisera
móðurmálið