mánadagur 26. apríl 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
34
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Citroën við
panoraMaútsýni
biltest Meira pláss, betri kvalitetur og flottari
design er nakað av tí sum eyðkennir nýggja Citroën
C3, sum fæst við forrúti við panoramaútsýni
Eftir at yvir tvær milliónir
Citroën C3 eru framleiddir, síðan
bilurin varð presenteraður í 2002,
er C3 nú avloystur av einum heilt
nýggjum bili við sama navni.
Nýggi C3 er nakað størri enn
forgangarin
og
innrættaður
soleiðis, at munandi betri pláss
er í kabinuni. Designið innan
er í tráð við nýggja Citroën-
stílin
við
alulook
panelum
og
gjøgnumførdum
kvaliteti.
Viðførisrúmið er 300 litrar, sum
er eitt tað størsta í klassanum.
Sum eykaútgerð fæst C3 við
stórum panorama-forrúti, sum
røkkur langt upp á takið. Hetta
gevur eina heilt serliga kenslu og
eitt fantastiskt útsýni, eisini her í
Føroyum við høgum fjøllum fram
við vegunum. Um sólin sjenerar
ber til at draga loftbetrekkið við
innbygdun sólskermum fram
undir rútin, tá verður tað sum í
einum bili við vanligum forrúti.
C3
fæst
við
tveimum
bensinmotorum við ávikavist
75 og 95 hk, og tveimum HDi-
dieselmotorum við 70 og 90
hk. Allir motorarnir lúka tey
strangastu krøvini til CO2 útlát
og eru sera økonomiskir. Til
dømis koyrir HDi-dieselútgávan
út ímóti 30 km/l, og útlátið er
einans 99 g/km.
Citroën
C3
er
lættur
at
koyra og at umgangast í allar
mátar. Koyrieginleikarnir eru
komfortablir, og nógv er gjørt
við ljóðdoyving, soleiðis at lítið
hoyrist til motorin og hjólini
undir koyring.
Hvat útgerð viðvíkur fæst
C3
í
útgávunum
Attraction,
Dynamique og Exclusive. Bilurin
kann síggjast og roynast hjá Ivan
Bilum við Hoyvíksvegin. Prísurin
byrjar við kr.169.000,-