Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. apríl 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73 Sosialurin Útlendskir miðlar gera nógv burturúr, at ein Toyota Hilux var brúktur av granskarum, sum í skundi skuldu seta kann ingar­ útgerð upp, beint áðrenn Eyja­ fjallajøkul í Íslandi fór at goysa. Við 38 tumma lág trýsts­ dekkum stóð Hiluxurin fult í mát við avbjóðingarnar á vegnum ígjøg num ís og kava fram ímóti hjarta num á vulkanini. Hilux er kendur frá ensku sjón varpssendingini Top Gear, har vertirnir ikki fingu oyðilagt bilin, ið varð fyrsti bilurin, sum koyrdi ígjøgnum Arktisku til magn etiska Norðurpólin. Kelda: www.reyniservice.fo Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við bilasølurnar, sum standa fyri sjálvari framsýningini og søluni. Regin Joensen, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at talan verður um ein veruligan marknaðardag, har fólk fáa bestu umstøður at ogna sær ein bil, sum hóskar teimum. Hetta skuldi verið ein fínur møguleiki hjá fleiri at gjørt ein góðan handil, sigur Regin, sum eisini vísir á, at norðoyingar og vágafólk hava eitt gylt høvi at koma á marknaðardagin, tí tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar henda dagin. Í sambandi við bilmarknaðin verður eitt stórt tjald sett upp á Skálatrøð. Regin Joensen sigur, at har fara bilasølurnar at hava sínar viðskiftabásar, so at at fólk kann koma inn til eitt prát og ein kaffimunn. Regin nevnir eisini, at umboð frá Trygd verða til staðar at ráðgeva um biltryggingar, so at fólk kann fáa eina góða heildartænastu, um teimum tørvar tað. Mestsum øll Skálatrøð verður brúkt til marknaðardagin, og ikki færri enn 200 bilar verða sýndir fram. Høvið verður sjálvandi at royna bilarnar, tí ferðslan fer at vera fram við sjónum sum vanligt, so ómakaleyst verður at sleppa inn og út av økinum. Ein uppliving fyri øll Umframt at fólk fær høvið at gera eitt keyp, verða vinningar eisini burturlutaðir millum teirra, sum ogna sær ein bil henda dagin. – Fólk skulu kenna tað sum ein veruligan marknaðardag, at tey kunnu fáa nógv burtur úr, samstundis sum dagurin er hugnaligur og spennandi, sigur Regin, sum leggur dent á, at marknaðardagurin sanniliga skal verða ein uppliving fyri øll. – Antin man keypir sær ein bil ella bara kemur at njóta dagin og atmosferuna, so skal dagurin verða fyri øll. Øll skulu fólk fáa eina góða uppliving! Talan er um fyrsta tiltak av sínum slag í Føroyum, og eydnast dagurin væl, er hugsandi, at hann kann gerast eitt afturvendandi tiltak, har fólk fær besta møguleika í árinum at gera eitt gott bilkeyp, sigur Regin. Tað verður ókeypis hjá øllum at koma inn á marknaðin, og fyrireikararnir bjóða somuleiðis øllum ókeypis kaffi og køku. Brúktbilamarknaðurin letur upp klokkan 10 og varir heilt fram til klokkan 20. Brúktbila marknaður á Skálatrøð Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.10 Í sendingini verður vitjað á einum fyrstuhjálparskeiði fyri bilførarar á bilstøðini Bil í Havn. Samrøður eru m.a. við Gunnar Hjelm, instruktør, Kemm Poulsen, stigtakara, og Heina Lützen frá tryggingarfelagnum Lív. Eisini er ein samrøða við John Rasmussen, sum skipar fyri Føroya flottastu bilaframsýning. John Rasmussen Toyota Hilux í hitanum bilamarknaður Leygar dagin 1. mai verður Skála­ trøð karmur um Føroya størsta brúkta bila marknað, tá ið flest allar bilasølur í landi num fara at sýna fram og selja brúktar bil ar á einum felags marknaðardegi eldgos bilasøla