mánadagur 26. apríl 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
36
Sosialurin
Sissal Kampmann
25 apríl í ár, var rundur føð ing
ardagur. – Sjeyti ára føðingardagur.
Føðingardagsbarnið var eitt sindur
serligt. – Tað sleppur ikki at vera
uppi um náttina. Tá tað bert er
hálvt, eru vit eisini hálv og í sorg,
men tað boðar tíbetur oftast frá
gleðis og merkidsøgum, og tá er
tað í topp. Føðingardagsbarnið er
aloftast úr toyi ella úr pappíri, og
tað roðnar sum blóð. Tað er blátt
sum loftið, hvítt sum fossur, brot og
vetursins ljóð. Føðingardagsbarnið
er eitt flagg, og tað eitur Merkið.
Sjeyti ára føðingardagar skulu
hátíðarhaldast við manér, og tað
skuldi føðingardagurin hjá Merki
okkara sjálvsagt eisini, hóast vit
eru stødd í Keypmannahavn. Tí lat
Føroyiahúsið í Keypmannahavn
dyrnar upp fyri einum øðrvísi
flaggdagshaldi, ið byrjaði kl. 18.00
leygarkvøldið og helt á fram út
á sunnumorgunin 25. apríl. Á
fjølbroyttu skránni var leiklist, mat
list, bókmentir, fyrilestrar, filmslist,
ein rúgva av tónleiki og sjálvsagt
eisini ein flaggdagsrøða, sum varð
hildin á miðnátt, við eftirfylgjandi
horntónleiki og flaggsangi.
Innsløgini vóru framførd av
dønum og føroyingum, sum utt an
at blunka høvdu sagt ja til ókeyp is
at vera við til at gera hetta kvøldið
til eitt heilt serligt kvøld. Eftir at Lea
Kampmann hevði spælt violin, meðan
áhoyrararnir komu inn, greiddi
Birgar Larsen frá um virkesmið hjá
Tutl í Keyp mannahavn.
Tutl hevur fyri stuttum latið eina
skrivstovu upp í Føroyingahúsinum,
har tað er møguligt at fáa hjálp og
vegleiðing í mun til tónleikaraligt
virksemi, og har tað sjálvsagt eisini
møguligt at keypa fløgur.
Hareftir var tíðin komin til
donsku frumframførsluna av film
inum hjá tónleikaranum og lista
mann inum Heiðriki á Heygum,
Ald ur. Ein filmur, eg persónliga
leingi hevði glett meg til at síggja,
og fleiri við mær. Filmurin skuffaði
ikki, men er ein ótrúliga vøkur,
sympatisk, væleydna og rørandi
mynd av 85 ára gomlu ommu
Heiðrik, Mariu á Heygum.
Eftir at Maria hevði fingið
yngsta barnið gjørdist hon sjúk
og maktaði so at siga onki. Tað var
ikki fyrr enn hon byrjaði at svimja
á sjónum, at hon fekk tað betur, og
aftur var før fyri at taka sær av húsi
og heimi.
– Havið, sum er so eyðkent fyri
samleikan hjá okkum føroyingum
gjørdist hennara lekidómur fyri øll
sár. Átta minuttir langa listaverkið
hjá Heiðriki, sum Brynjolfur á
Heygum hevur gjørt tónleikin til,
er ein óvurderiligur dýrgripur, ið
lýsir eitt menniskja og eitt lív á
ein ósentimentalan og estetiskan
hátt, sum er alla æru vert, visuelt,
audiotivt og eksistentielt.
Jógvan Isaksen, Føroya ókrúnaði
krimikongur, hevði eina livandi og
serstakliga áhugaverda framløgu
við heitinum, Hvussu skrivar man
eina krimi? Innslagið hjá Jógvani
var ein ferð ígjógnum eitt skrivandi
lív, bæði innan yrkis og fagrar
bók mentir. Dentur var lagdur á,
at um tú vil skriva, er bert eitt ráð
og tað er at lesa, lesa, lesa, arbeiða,
arbeiða, arbeiða!! Jógvan megnaði
at geva áhoyrarunum íblástur og
innlit í ein heim, sum fyri tey flestu
av okkum er ókendur, men tó so
spennandi og dragandi. Tí helst
eru vit fleiri, ið fegin vildu verið
før fyri at skrivað bøkur, sum seldu
so væl sum hansara, og sum blivu
týddar til fremmand mál.
– Næsta bókmentaliga innslagið
stóð Vónbjørt Vang fyri. Vónbjørt og
Kim Simonsen hava forlagið Eksil,
ið m. a. hevur givið út bøkurnar,
Buzz Aldrin og Hvar bleivst tú
av í ruðuleikanum, eftir norska
høvundin Johan Harstad fyri fáum
mánaðum síðani. Agnar Artúvertin
týddi. Vónbjørt las upp úr bókini
og greiddi frá forlagsvirkseminum,
sum eisini má sigast at vera for
kunn ugt øki fyri flest fólk, og sum
tí var sera áhugavert og læruríkt at
hoyra um.
Marin Helena Hentze stóð fyri
matinum hetta kvøldið. Hennara
fiskasúpan við toski, kræklingi,
grønmeti og heimabakaðum breyði
fekk tey allarfínastu viðmælini og
rósandi orðini. Fólk vóru samd
um, at hetta var ein hin besta
fiskasúpanin, tey høvdu fingið
nakrantíð, og eg eri púra samd!
Marin hevði eisini gjørt ein sera
spennandi og nýskapandi heitan
øllikør úr stoutini og Yðunn ølini
frá Føroya Bjór. Likørurin var síðan
serveraður í shotglasi við róma
og vakti stóran áhuga og ans frá
gestunum.
Sjónleika/contemporaryper
fomance bólkurin HURÐAR, ið var
mannaður av Búa Rouch, Duritu
Dahl Andreassen og dansaranum
Katyu Dushka Nielsen. HURÐAR
framførdu leiklistainstallatiónina,
Entering Vulva. Myrka og eggj
andi framførslan, ið var fyrsta
framførsla hjá bólkinum, var ein
blanding av ljóðlandslagi, sum
Knút Háberg Eysturstein stóð fyri
og modernaðum dansi og sjónleiki.
Endmálið hjá bólkinum er at skapa
eina hybrida palslist, ið er í tráð við
okkara tíðaranda.
Avantgarde
kendu
búnanar
hevði Unn Baldursdóttir gjørt.
Installatiónin er grundað á eitt av
leikritunum hjá bólkinum, sum
vænt andi verður liðugt seinni í
Sjá tú blánar …
Øðrvísi flaggdagshald í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
Leygarkvøldið varð
skipað fyri einum serligum
alternativum flaggdagshaldi
í Føroyingahúsinum í
Keypmannahavn
Myndir: Bjarni Lamhauge