mánadagur 26. apríl 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
Sosialurin
ár. Við eini stórari portión av ironi
tekur stykkið støði í einum ung
um pari, sum berjist móti teim
heteronormativu
krøvunum
sam felagið setur í mun til tey
sálarligu krøvini og frágreiðingar
um, hvussu vit gerast eydnusamir
einstaklingar. Parið avger at fara
í parterapi, sum hevur við sær
bæði persónligar kreppur og eksi
stentiellar trupulleikar.
Onki flaggdagshald uttan flaggd
agsrøðu. Røðari var Óli Breckmann,
ið kl. 24.00 m. a. røddi um søguna
hjá Merkinum, um framgongdina
og vælferðina í vesturheiminum
og í Føroyum. Hann setti at enda
spurnartekin við, hvar vit eru ávegis,
nú Merkið fyllir 70 ár? Eftir røðuna
spældu Hans Petur í Brekkunum
og Niklas Mouritsen undir, meðan
fjøldin treiv í »Sjá tú blánar«.
Tónleikaligu innsløgini vóru
fimm í tali:
Knút
Eysturstein
Háberg,
Andreas Valdivia, Katrina Peter
sen, Jákup á Lakjuni, Jógvan Óli
Ellingsgaard
og
Fróði
Hansen
við bólki. Bólkurin hjá Fróða
var mannaður av Sveini Dam,
guitar, Mattias Kapnas, keys, Rúni
Mouritsen trummur og Jan Jensen,
bass. Fróði Hansen sang, spældi
munnharmoniku og guitar.
Bólkurin spældi eftir røðuna
kl. 00.30 og endaði hervið øðrvísa
flaggdagshaldið í Føroyahúsinum.
Við teirra gjøgnumgangandi harða
melidiøsa rocktónleiki var hetta
ein góður máti at enda eitt tiltak,
ið hevði lagt upp til at umfata eitt
sindur av hvørjum, og hervið vísa á
ein part av tí nógva virkseminum,
ið er millum føroyskar útisetar í
Keypmannahavn. Tey tónleikaligu
innsløgini, ið høvdu verið áðr
enn, vóru fyrst og fremst eink ult
persónar, ið framførdu við gutara
og sangi. Í Katrinusa føri, við klaveri
og sangi, sum hugtók áhoyraran við
sínum innarligu og vøkru løgum
og sangi, sum eru at finna á fløgu
hennara, Coulouress Day, frá 2009.
Andreas Valdivia hevði ein
trummuspælara, Jaques, við sær.
Teir spældu egin løg, undir heit
inum, Villa. Teir spældu newfolk
tónleik, og bólkurin var hervið eitt
gott mótspæl til restina av tón
leikinum, ið annars var á skránni.
Ágrýtni og virkni tónleikarin,
Jákup
á
Lakjuni,
hevði
eina
áhugaverda introduktión til sína
fínu og livandi tónleikaframførslu,
sum gerst betur og betur fyri
hvørja ferð ein hoyrir hann spæla.
Hann byrjaði við at lesa ein
tekst, sum hann hevði skrivað út
frá einum dreymi, hann kallaði
livandi málningur. Hetta var gott,
tí um nakað hevði vantað hetta
kvøldið, var tað upplestur av upp
runatilfari.
Havnarmaðurin
Jógvan
Óli
Ellingsgaard, er eitt føroyskt boð
upp á ein sannan rocksangara. Ikki
minst er hann eitt livandi dømi um,
hvussu ein upp á 20 min. við smáum
anekdotum, charmu, eini smittandi
lívsgleði og einum fantastiskum
sangtalenti og guitarførleika, kann
fáa einhvønn at dáma Alice in
Chains og eisini hansara egnu løg
og sangir, ið vóru í sama stíli sum
áðurnevndi bólkur.
Knút útgav sína næstu fløgu,
The Desert Hold A Flower í fjør.
Tónleikurin tekur støði í m. a. al
skyns psykodeliskum tingum. Sjálv
ur sigur Knút um tónleikin, at hann
er psykodeliskur gospel poppur við
einum 70´ara shoegazara rock ´n`
roll vibe omaná. – Hetta kvøldið
spældi hann egin løg frá fløguni
í rúmklangs solo útgávum á sín
trúgva, meksikanska telecastara.
Tá Fróði Hansen við bólki var
liðugur at spæla umleið kl. 02, var
samstundis sett punktum fyri
eitt kvøld, sum var eitt prógv um,
at føroyski mentanarpallurin er
ótrúliga fjølbroyttur, áhugaverdur
og ríkur í ein mun, sum lutfallsliga
hevði verið førur fyri at yvirhálað
eitthvørt annað land í heiminum. –
Gamla Merkið hevur alla orsøk til
at vera stolt av sínum børnum, bæði
heima og úti. Eingin ivi um tað.
atkvøðuseðil
Fyll seðilin út og set ein kross í fýrkantin við tað parið,
sum skal vinna eitt brúdleyp fyri uml. kr. 38.000,-
Ein atkvøðuseðil verður í Sosialinum hvønn dag til og við
týsdagin 11. mai 2010. Ikki er loyvt at margfalda seðilin!
- Klipp beinleiðis úr blaðnum og send til:
Sosialurin, att: Brúdleypskapping, Postboks, 110 Tórshavn
Elna Høgenni og
John A. Poulsen Hoyvík
Matilda Sivertsen og
Lucas B. Ceni TórsHavn
Siri Johnsdóttir og Martin
Mohr í Grund Eiði/GøTa
Eyðbjørg E. Antoniussen
og Óli Nolsøe arGir
Sosialurin 341800
Navn innsendarans:
Telefon nr.:
Øll, sum atkvøða
fyri vinnaraparinum eru
við í lutakastinum um eitt
gávukort frá SMS á
kr. 1.000,-
Barbara Nielsen og
Kim Roest TronGisváGur