mikudagur 28. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
6
Sosialurin
Ein kona misbr
meg kynsliga
KYNSLIG MISNÝTSLA Í meira enn 30 ár duldi Beinta Pedersen fyri øllum, at hon sum smágenta
kynsliga var misbrúkt, men nú er hon so væl fyri, at hon hevur dirvi til at stíga fram. Tað ger
hon í vónini um at kunna hjálpa øðrum. – Eg ivist ikki í, at Kris eigur lívið í mær, sigur hon
Randi Jacobsen
Sum smágenta og hálvvaksin var
Beinta nokkso ómøgulig, og í sín
um ungu árum var hennara lív
nokkso rótut.
Men so møtti hon manninum
í hennara lívi, og í 1993 fluttu tey
til Danmarkar, har hon fór at út
búgva seg til heilsurøktara.
Ikki eitt menniskja visti, at
Beinta øll hesi árini gekk og bar
upp á ein loynidóm, sum hon
skamm að ist við, og sum hon ikki
tordi at siga foreldrunum frá av
ótta fyri, at tey ikki fóru at trúgva
henni: At hon sum smágenta var
kyns liga misbrúkt eina ferð av
ein um manni og fleiri ferðir av
eini konu.
Sjálv heldur Beinta, at júst
hetta var orsøkin til, at hon var
so óstýrilig sum barn og yngri.
Hon fortrongdi ongantíð sínar
upp liv ing ar, men tosaði ikki um
tær við nakran.
Tað kókaði yvir
Tá ið eg so fór at lesa til heilsu
røkt ara og lærdi nógv um sálar
frøði, kom alt fram fyri meg og
órógv aði mítt lív. Eg fór at drekka
illa fyri at doyva kenslurnar. Ein
dag segði maðurin, at leitaði eg
mær ikki hjálp, rýmdi hann, sigur
Beinta.
Hon fór tá til ein psykolog og
fekk tosað um tað, men tað gav
ikki ta stóru hjálpina.
Beinta hóraði víðari.
Tá ið hon segði manninum
frá sínum loynidómi, var hann
skakk ur, men hann trúði henna,
og hann hevur síðan stuðlað
henni allan vegin ígjøgnum.
Hann hevur verið ómetaliga
tol in. Eg kundi ikki fingið betri
mann, og hann er veruliga góður
við meg, sum eg eisini eri við
hann.
Beinta, sum búði í Danmark,
fekk seg ikki til at ringja til for
eldr ini og siga, hvussu var. Í staðin
skrivaði hon teimum eitt bræv. Í
teim um døgunum longdist henni
ógvu liga nógv eftir foreldrum
og systkjum, sum kundu stuðlað
henni eisini.
Ætlaði at drepa seg
Aftur var galið hjá Beintu, tá ið
tey fluttu heim.
Eg hugsi mær tilveruna sum
eitt glas, ið fyllist upp og kann
flóta yvir. Glasið var ikki fult aft
ur, fyrr enn vit fluttu aftur til Før
oya og búsettu okkum í Hval vík
fyri nøkrum árum síðan, sigur
Beinta.
Eitt kvøldið Beinta og familjan
sótu heima í Hvalvík og ótu
døgurða, stakk Beinta knappliga
av í bilinum og koyrdi til Saksun
ar, har hon ætlaði at leypa út av
onkra staðni.
Eg veit ikki, hvussu tað bar til,
at eg fór inn í eitt summarhús hjá
nøkr um grannum hjá foreldrum
mín um í Havn. Har oysti eg alt
burt ur úr mær, og tað gjørdi mær
væl, sigur Beinta.
Hon er fegin um, at hon ikki
gjørdi álvara av at taka lívið av
sær, tí hetta kvøldið setti nakað í
gongd í henni.
Kris hjálpti
Nakað eftir vendi hon sær til
felags skapin
Kris,
ið
hjálpir
kynsliga mis nýttum fólkum, men
tá ið hon ringdi, fekk Gvøðbjørg
West ikki tosað, men ringdi
aftur. Ikki fyrr enn hon hevði
ringt nakrar ferðir, tók Beinta
telefonina, og soleiðis kom hon í
samband við Kris.
Eg meini tað veruliga, at Kris
eig ur lívið í mær, sigur Beinta.
Tvey tey seinastu árini hevur
Beinta verið í einum sjálv hjálpar
bólki hjá Kris. Í bólkinum eru sjey
kvinn ur í nøkulunda sama aldri,
allar hava tær verið misbrúktar
kyns liga. Tað ger Beintu væl at
sita saman við teimum og práta,
tí tær skilja so væl hvør aðra.
Beinta dugir ikki at siga,
hvussu leingi tað vardi, at hon
varð misbrúkt. Hon minnist tað
bara sum leingi. Hon metir, at hon
hev ur verið sjey átta ára gomul.
Hon hevur tosað nógv við tey
trý sysktin síni, og eingin teirra
hev ur upplivað nakað slíkt.
Hví bara eg?
Hví skuldi tað ganga bara út yvir
meg? Er ein spurningur, sum fyll
ir nógv í høvdinum á Beintu.
Hon leggur stóran dent á at
fáa fram, at tað ikki var nakar
av hennara nærmastu, sum mis
brúk tu hana kynsliga. Tað gjørdi
tvey vinfólk hjá familjuni, ein
mað ur og ein kvinna óheft av
hvør øðrum.
Maðurin
misbrúkti
Beintu
eina ferð, og ein kvinna misbrúkti
hana fleiri ferðir. Misbrúkið fór
fram bæði heima hjá Beintu og
teim um og heima hjá konuni.
Fór eg inn í kamarið at spæla,
kom hon aftan á mær. Tað ringas
ta eg visti, var tá henda konan sat
barna genta hjá mær og skuldi
leggja meg um kvøldið. Meðan
hon legði meg og bað faðir vár,
gjørdi hon tað, sigur Beinta.
Og tað gjørdi, at eg vendi
kristin dóminum bakið.
Nú er hon ikki so avgjørd
longur.
Er opin
Beinta hevur tosað opið við
for eldr ini, systkin og vinfólk
um tað, sum henni var fyri, og
hon held ur tað gjørdi øllum
væl, at bæði foreldrini og tvær
vinkonur vóru við eina ferð og
tosað við Kris. Tí skilja tey so
væl, hvussu hon hev ur havt tað
og hevur tað.
Eisni hevur Beinta tosað opið
við starvsfelagar sínar, sum altíð
eru til reiðar at tosa, tá ið Beintu
tørv ar onkran at lurta eftir sær.
Tað gjørdi serliga mammu so
ilt at hoyra, at eg varð misbrúkt,
tí hon kendi skyld av, at hon einki
varn aðist. Men hon eigur ikki at
kenna skyld, tí hon kundi ikki vita
nakað, sigur Beinta.
Vil hjálpa øðrum
Hon hugsaði seg væl og virðiliga
um, áðrenn hon tók avgerðina um
at siga sína søgu alment.
Eg geri tað í vónini um at
hjálpa øðrum. Eg giti, at nógv mis
brúkt ikki vilja stíga fram, tí tey
eru bangin fyri, at onnur halda
tey eisini vera misbrúkarar av
børn um. Men soleiðis mugu fólk
ikki hugsa, sigur Beinta.
Hon er fegin um at vera komin
so langt, at hon fær tosað um
kyns liga misbrúkið av sær, tí
tað er so ræðuligt at skula ganga
einsa møll við slíkum ringum upp
liv in g um.
Hemmiligt er vemmiligt, sum
eg plagi at siga.
Í vár luttók Beinta á einum
skeiði, sum Kris hevði í Kelduni
í Skálafirði, og har segði Beinta
sína søgu. Tað gjørdi hon eisini
í einari aðrari samkomu. Hetta
merk ir tó ikki, at Beinta hevur
lagt lív sítt um og er farin at virka
í nakrari samkomu.
Beinta er fegin um, at tað
eydn aðist henni at konfrontera
mann in, sum misbrúkti hana,
áðrenn hesin maðurin doyði.
Hansara svar vara bara, at
hann helt meg ikki taka tað so
tungt.
Konuna fekk hon ikki tosað
við, áðrenn hon doyði, tí konan
flutti úr Havn, men eftir at konan
doyði, hevur Beinta skrivað fleiri
brøv til konuna, og tey brøvini
eru sjálvsagt ongantíð send. Men
tað er ein máti at sleppa av við
aggið.
Kris hjálpir væl
Beinta rósar Gvøðbjørg West fyri
at duga væl at tosa við fólk, sum
hava verið fyri kynsligum mis
brúki.
Hon dugir so væl at lurta
og seta seg inn í støðuna, tí hon
hugs ar við hjartanum. Hon hevur
bæði grátið og flent, tá ið vit hava
tos að saman.
Beinta heldur, at ein felags
skap ur sum Kris átti at fingið
nógv størri fíggjarligan stuðul,
tí Kris ger eitt gott arbeiði, sum
spar ir samfelagnum fyri aðrar
útreðsl ur seinni. Hon ivast ikki
í, at fleiri misbrúkt fólk, ið ikki
leita sær slíka hjálp, enda á
psykiatriskari deild, sum alko
holik ar ar ella neyðardýr, men
ongan tíð kemur fram, hvat liggur
aftan fyri.
Sárini lekjast ikki
Sjálvt um Beinta er komin væl
fyri seg, útilokar hon ikki, at tað
onkuntíð aftur kemur ein niður
túrur.
Eg læri meg at liva við hesum,
men sárini lekjast ongantíð heilt
aftur. Sár á sálini síggjast ikki. Út
eft ir sæst einki, men óveður kann
vera innan í sálini.
Beinta sigur, at nú er liðugt at
hugsa um, hvat hini hugsa. Tað
hev ur hon higartil gjørt alt sítt
lív, og tað gav einki. Tað loysir seg
nógv betur at vera opin.
Og tað er mín vón, at eingin
finn ur uppá at happa børnini hjá
mær og øðrum, ið eru misbrúkt, tí
børnini eru í hvussu er ósek.
randi@sosialurin.fo