mikudagur 28. apríl 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í seinastuni hevur rættiliga
nógv verið gjørt burturúr, at
so nógvur makrelur hevur
verið í føroyskum sjógvi í
summar hálvuni seinnu árini.
Líkt er ikki til, at árið í ár
verður øðrvísi enn undan
farnu tvey árini.
Sagt verður av fiski leið
unum, har svartkjaftaskipini
nú royna sunnarliga í før
oyskum sjógvi, at so nógvur
makrelur er í havinum, at
skip ini stundum ikki fáa
fisk að um náttina.
Enn eru makrelloyvini
ikki útskrivaði, og tískil hava
før oysku skipini heldur ikki
loyvi at veiða makrel.
Á leiðunum í føroyskum
sjógvi, har svartkjafturin
stend ur,
royna
eisini
norðmenn, íslendingar og
russar.
Herfyri
var
Fiski
veiðieftirlitið á hesum leið
um og kannaði eitt nú veiði
og reiðskap, men tá vit
frættu, hevði eftirlitið ikki
stað fest brot á galdandi
reglur.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Samtakið MEST, sum eitt
nú eigur og rekur skipa
smiðjurnar í Havn og á
Skála og fyrrverandi FJM í
Runa vík, segði í síðstu viku
fýra fólkum í umsitingini úr
starvi.
Tey uppsøgdu eru fíggjar
leiðari, søluleiðari og tvey
skrivstovufólk, harav annað
ar beiddi hjá dóttirfelagnum
hjá MEST, Pam Ofshore
Service.
Tillaging
Frithleif Olsen, stjóri í MEST,
sigur, at samtakið noyð
ist at tillaga seg broyttu
umstøðurnar, nú færri skip
eru í føroyska fiski skipa
flotanum, sum aftur merk ir
minni virksemi hjá sa m
takinum.
Hann sigur, at í hesum
føri num
snýr
tað
seg
um, at kostnaðurin fyri
umsitingina er vorðin ov
stórur í mun til virksemið,
men
hann
leggur
samstundis
dent
á,
at
talan er um sera dugnalig
starvsfólk, sum samtakið
nú kennir eg noytt til at siga
úr starvi.
Men soleiðis eru fyri
treytirnar nú einaferð, legg
ur hann aftrat.
Neyvan fleiri
Tá Sosialurin tosaði við stjór
an í MEST seinnapartin í
gjár, spurdu vit hann eisini,
um hugsandi er, at samtakið
fer at siga enn fleiri fólkum
úr starvi.
Ætlanin er ikki at siga
fleiri fólkum úr starvi, sigur
Frith leif Olsen.
Hann vísir á, at tað, sum
felag ið í enn størri mun vil
brúka orkuna uppá, verður at
royna at útvega samtakinum
meiri arbeiði.
Skipatalið í Føroyum er
minkað so nógv seinnu ár
ini, at neyðugt er at hyggja
út um landoddarnar fyri at
royna at fáa sáttmálar, so
vit kunnu varðveita flest
møgulig arbeiðspláss í sam
taki num.
Frithleif Olsen sigur, at
samtakið eisini gjarna vil
hava umstøður til at taka
lærlingar inn, sum hann
heldur er ógvuliga týdn ing
ar mikið fyri eitt samfelag
sum Føroyar.
Ikki endaligt
Vit spurdu eisini stjóran
í MEST, hvussu árið í fjør
roynd ist fíggjarliga.
Vit hava ikki havt aðal
fund enn, og eg haldi ikki, eg
fari at siga nakað um úrslitið,
fyrr enn aðalfundur hevur
verið um nakrar dagar, sigur
Frith leif Olsen.
Spurdur, um samtakið
vænt ar at fáa samanhang í
rakst urin í 2010, sigur stjórin,
at tað vónar hann.
Eg vóni, at vit fáa sam
an hang í raksturin í ár. Í
løtuni er nógv at gera, og vit
vóna, at arbeiði verður rími
liga støðugt gjøgnum árið.
Men enn er ov tíðliga at siga
nakað um hetta, sigur Frith
leif Olsen, stjóri í MEST.
vilmund@sosialurin.fo
MEST minkar
í umsitingini
UPPSAGNIR - Kostnaðurin fyri umsitingina er
vorðin ov stórur í mun til minkaða virksemi,
og tí noyðast vit at taka hetta stigið, sigur
Frithleif Olsen, stjóri í samtakinum MEST
Fáa ikki fiskað fyri makreli
MAKRELUR Líkt er til, at rættiliga nógvur makrelur
er sunnarliga í føroyskum sjógvi í løtuni, nú
svartkjaftaskip hava trupulleikar við at royna um
náttina, tí so nógvur makrelur er uppi í veiðini
Av fiskileiðunum sunnarliga í føroyskum sjógvi frættist um dagarnar, at skip í
einstøkum føri hava verið noydd at slept stórum hálum av makreli útaftur
IKKI ROYNANDI
StjóRIN
Talan er um sera dugnalig starvsfólk, sum vit kenna okkum noydd at siga úr
starvi. Men soleiðis eru fyritreytirnar nú einaferð, sigur Frithleif Olsen
Mynd: Jens Kr. Vang