Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 10 Sosialurin Trýr ikki upp á kappi Áki Bertholdsen – Húsalánsgrunnurin klárar aldrin at taka kappingina upp við bankarnar um at fíggja sethús. Tað er Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum sann­ førdur um. Hann staðfestir, at hann trýr rætt og slætt slett ikki upp á stjór­ an í Húsa lánsgrunninum, tá ið hann í Sosialinum mánadagin stað festi, at hevði hann sloppið at tikið eitt bíligt uttanlandslán við lands kassa­ veð haldi, kundi Húsaláns grunn­ urin blivið eitt veruligt alternativ til bank ar nar, hvat bústaðarlánum við víkur. – Hvussu stórt skuldi hetta lánið verið, spyr landsstýrismaðurin í fíggj ar málum. Stjóri í Húsalánsgrunninum sigur, at tað veldst um, hvussu stórur eftir­ spurningurin er. Ger ongan mun Jóannes Eidesgaard sigur, at tá ið hann hevur nevnt møguleikan fyri, at geva bankunum kapping ígjøgnum eitt tilboð um almenna set húsafígging ígjøgnum Húsaláns­ grunnin, hugsaði hann mest um eina real kredittfígging. Men nú staðfestir hann, at búskap­ arfrøðingar eru á einum máli um, at føroyski marknaðurin er alt ov lítil til at bera eina realkredittfígging. – Hinvegin eru bankarnir farnir at veita realkredittlán við eini rentu, sum Húsalánsgrunnurin aldrin hevði klárað at kappast við. Sethúsamarknaðurin er einar seks milliardir, so har muna tær 536 milliónirnar, sum Húsalánsgrunnurin hevur, ikki langt, so eg haldi ikki, at tað er realistiskt. BÚSTAÐARLÁN Landsstýrismaðurin trýr einki upp á, at Húsalánsgrunnurin er førur fyri at kappast við bankarnar um lán til sethús og íbúðir Lands stevnan held ur, at landið eigur at seta á stovn eitt alment realkredittfelag, sum veruliga kann geva føroyskum sethúseigarum góða fígging. Niðurstøða Á laNdsfuNdi JavNaðarfloksiNs 8.NovemBer 2009 Rentan munandi lækkað BÚSTAÐARLÁN Seinastu tíðina er rentan munandi lækkað, men hinvegin er provisiónin hækkað eitt sindur Hetta seinasta árið er rent­ an av bíligastu bústað ar­ lánunum munandi lækkað. Tað staðfesta báðir teir stóru peningastovnarnir, Eik og Føroya Banki. Tað er rentan av real­ kreditt lánum, sum er lækk­ að, men hinvegin hevur rentan av teimum vanligu bú staðarlánini staðið í stað í meiri enn eitt ár. Rentan vanligum bú­ stað ar lánum hevur ligið støðugt á umleið 5,8% um árið fyri fyrsta veðrætt og har hevur hon ligið hetta síðsta árið. Eitt skifti í 2008 var hon heilt uppi á 7,25%. Hinvegin er rentan á real­ kredittlánum nú helt niðri á 2,58% um árið í Eik og 3,16% um árið í Føroya Banka, tá ið alt er talt upp í. Her er talan um stóra rentulækking, tí fyri tveim­ um árum síðani var hon eini 3% hægri. Men hertil er at við­ merkja, at tað er stórur mun ur á, hvussu lánini eru sam an sett í teimum báðum bank unum og tað er eisini munur á, hvat tað kostar at fáa sær lánið. Rentan er samansett av eini vanligari rentu og ein um eyka kostnaði, sum bankarnir kalla eitt »bidrag«. Sjálv rentan verður al­ tjóða ásett alt eftir kurs­ unum o.s.fr., men bidragið áseta føroysku pen inga­ stovn arnir sjálvir. Bæði Føroya Banki og Eik hava hækkað bidragið hetta síðsta árið. Áður fingu tey, sum tóku realkredittlán eis ini rentustuðul úr lands kass­ anum fyri stovningar pro­ visiónina. Men nú er tann rentu­ stuðulin avtikin. Føroya Banki sigur, at tískil varð stovn ingarprovisiónin strik að, men afturfyri varð so bidragið hækkað 0,2% í fjør, úr 1,5% upp í 1,7%, har tað er nú. Tey, sum hava lán, fáa eisini rentustuðul fyri tað, tey betala í bidragi. Eisini bidragið í Eik hækk aði í fjør 0,05% úr 1,25% upp í 1,30%. Rentan á realkreditt lán­ um er søguliga lá í løtuni og eygleiðarar vænta tí, at hon fer at hækka nakað aftur. Hvussu stór hækkingin verður og nær hon kemur, er ilt at siga. Tað verður ikki beint nú, men áðrenn fimm ár eru farin, kann væntast, at rentan er hækkað nakað aftur. aki@sosialurin.fo Einasti heilivágurin ímóti hesum náðileysa yvirskotsjagstranini, er, at teir verða settir undir trýst av kapping. JóaNNes eidesgaard Á laNdsfuNdi JavNaðarfloksiNs 8. NovemBer 2009