Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 Sosialurin ng um lán til bústaðir Landsstýrismaðurin staðfestir, at Húsalánsgrunnurin hevur lítil og ongi útlán havt hesi seinastu nógvu ár ini, tí kappingin er so gróthørð. – Hann hevur havt kapital alla tíðina, men hevur lítið og onki útlán havt. Samstundis hevur lands grann­ skoðarin í fleiri ár fleiri sóknast eftir einum politiskum ynski við Húsa­ lánsgrunninum, tí hann hevur staðið óvirkin í so nógv ár. – Eg trúgvi onki upp á, at tað ber til hjá grunninum at taka kappingina upp aftur, sjálvt um hann hevði fingið eina fíggjarliga innspræning. Eg veit, at Húsalánsgrunnurin sjálv­ ur trýr upp á tað, men tað geri eg, og nógv við mær, ikki. Nýtt lív Hann sigur, at tí hevur sam gong an roynt at fáa lív aftur í Húsaláns­ grunn in við at broyta hann so at hann bara lænir til alternativa bygg­ ing, umramt lán til orkusparandi tiltøk. Hinvegin hevur Jóannes Eides­ gaard onki boð upp á, hvat hann fer at gera, skuldi tað víst seg, at spá­ dómurin hjá stjóranum fyri Húsa­ láns grunninum, er rættur og at kapi tal urin verður uppi, soleiðis sum stjór in stúrir fyri. Jóannes Eidesgaard sigur, at talan er um orkulán upp á kanska 150.000 krónur fyri hvørt hús, røkka tær 536 milliónirnar langt so hann stúrir ikki so illa fyri tí. Men skal Húsalánsgrunnurin veita heildarfígging til sethús, skal hann kanska av við tvær milliónir til hvørt hús og so røkka pengarnir ikki langt. Støðan er batnað Hinvegin minnist Jóannes Eides­ gaard, at bankarnir vóru fyri hørðum at finningum fyri at hava ov høga rentu. Men tað heldur hann, at bank­ arnir hava bøtt upp á, tí rentan á r ealkredittlánum er fallin rættiliga nógv. Og hann heldur, at nú er rentan so lá, at Húsalánsgrunnurin hevur ongan møguleika at kappast, heldur ikki um hann so tók eitt lán við lands kassaveðhaldi. aki@sosialurin.fo BÚSTAÐARFÍGGING Jóannes Eidesgaard sigur, at nú er rentan av bústaðarlánum so lá, at Húsalánsgrunnurin hevur ongan møguleika at kappast, hóast hann fær veðhald úr landsakassanum Tilgjørd mynd So kann mann hava hesa romantisku fatanina av, at Húsalánsgrunnurin kann bjóða bankunum og donskum real­ kredittum av og veita heildar­ veiting til føroysk sethús... men tað er ikki støðan og tað hevur hann heldur ikki kapital til Jóannes á Føroya Løgtingið 22. apríL 2010 Eg veit, at Húsaláns grunnurin sjálvur trýr upp á tað, men tað geri eg, og nógv við mær, ikki ... Jóannes eidesgaard í dag So nógv kostar tað at fáa realkredittlán Vit skulu her nevna nøkur dømi um, hvat tað kostar at fáa sær realkredittlán í teimum báðum stóru peninga­ stovnunum Eik og Føroya Banka. Fyri at gera tað sam­ bæriligt, taka vit tey bíligastu lánini í hvørjum peninga­ stovni, tað eru realkredittlán, har rentan verður løgd føst í eitt ár ísenn. Føroya Banki: Renta: 1,46% Bidrag: 1,70 % Tilsamans: 3,16% Føroya Banki tekur ikki stovningarprovisión fyri at veita fólki realkredittlán, men eitt fast avgreiðslugjald. Kostn aðurin fyri at fáa sær realkredittlán í Føroya Banka, er: Avreiðslugjald: 10.000 krónur Kurtaga: 0,15% av lánsupphæddini Ískoyti fyri fleiri lán: 3.000 krónur Ognarmeting: 2.000 krónur Tingbókarváttan pr. ogn: 175 krónur Tinglýsingargjald 3.000 krónur Tinglýsingaravgjald: 0,5% av tinglýstu upphæddini Harafturat kemur so bidragið upp á 1,7% av lánsupphæddini. Gjaldið upp á 3000 krónur fyri fleiri lán, er eitt eyka­ gjald, um so er, at lántakarin vil hava lánið býtt sundur, kanska fyri at betala avdrátt av einum parti og ikki av einum øðrum parti eik: Renta: 1,28% Bidrag: 1,30% Tilsamans: 2,58% Realkredittlán úr Eik eru samansett øðrvísi enn í Føroya Banka. Í Eik er kostnaðurin fyri at taka realkredittlán: Stovningarprovisión: 3,00% av lánsupphæddini Kurtaga: 0,25% av lánsupphæddini Avgreiðslugjald: 1.000 krónur Virðismeting av ogn: 4.375 krónur Tinglýsing og annað: 3.000 krónur Tinglýsingaravgjald: 0,5% av tinglýstu upphæddini Hesi vóru so tølini. Ikki er tað lætta at finna útav, men tað er bara at hála roknimaskinuna fram og rokna seg fram til, hvat mann loysa seg frægast tí hvørjum einstøkum føri. Men sum heild kann sigast, at longri, ið rentan skal læsast føst, hægri verður rentan. Og tað kann eisini væl henda seg, at tað kundi loyst seg at tosa við teir báðar smærru peningarstovnarnar, Suðuroyar Sparikassa og Norðoya Sparikassa. Forkoma Húsaláns- grunninum í sosialin mánadagin var stjórin í Húsalánsgrunninum, páll poulsen, sannførdur um, at tær ætlanir, sum samgongan nú hevur, fara at forkoma grunninum. eftir ætlan skal grunnurin hereftir ikki læna til vanligar bústaðir, men bara til alternativa bygging, umframt at hann skal veita orkulán. tað eru lán, sum onga inntøku geva av týdningi og tí verður kapitalurin skjótt etin upp, sigur hann. tað, sum gevur nakra inntøku av týdningi, er at veita vanlig bústaðarlán. einasti máti at útvega grunninum inntøkur, so at hann eisini fær ráð at fíggja alternativ lán, er, at hann sleppur á vanliga sethúsamarknaðin eisini, sigur Húsalánsgrunnurin.