mikudagur 28. apríl 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
12
Sosialurin
Kjak
Helgi Abrahamsen
Strendur
Skjótt fáa
vit karm
Tað vóru stórtíðindi sum bórust
í Degi og Viku, týskvøldið tann
30. mars. »Tjóðveldi fer at leggja
fram sítt egna uppskot um fíggj
arkarm,« ljóðaði úr sjónvarps
hátalarum um alt landið.
Tíðin var farin, tá Tjóðveldi
bara grenjaði og vísti sítt
mátt loysi. Nú skuldu aðrir
bollar í suppuna. Alterna
tivi fíggjar karm urin var á
veg.
Eina slíka løtu fert tú at
hugsa um, hvat man fara
at standa í hesum lovaða
karm inum. Øll uppskotini,
sum flokkurin hevur lagt
fram á ting, fara sjálvandi
at síggjast aftur, og fram
um alt, so fáa vit endiliga
ein forsmakk av, hvussu ein
fíggjarlóg við ongum, ella
minkandi blokkstuðli fer
at síggja út. Harumframt
bleiv sagt í innslagnum,
at flokkurin ætlar ikki at
hækka skattin.
Sera spennandi!
Men tíðin gongur, og enn
hevur eingin borið eyga við
fráboðaða karmin.
Tá fíggjarkarmurin hjá
landsstýrinum varð lagd
ur fram, dagin eftir sjón
varpaðu fráboðanina, vóru
helst mong sum roknaðu
við, at nú fór karmurin at
koma, men har hendi einki.
So bleiv bíðað til uppskotið
hjá
landsstýrinum
kom
til fyrstu viðgerð, men tá
hendi heldur einki.
Nú eru fýra vikur farn
ar, og enn sæst einki til
henda gandakenda karm
in, har blokk urin mink ar
og skatturin ikki hækkar,
samtíðis sum meira verð
ur latið til væl ferðar tæn
asturnar,
meðan
undir
skotið ikki veksur. Hetta
ljóðar so spennandi, at tað
er ikki løgið, at fólk eru
ótolin.
Formaðurin í Tjóðveldi
var í tí skemtiliga lagnum
hatta kvøldið í mars. Mill
um annað segði hann: »Eg
havi roknað við at henda
sam gongan situr til drotn
inga vitjanin hevur verið, tí
at tað er mest forfeingilig
heit, sum drívur flokkarnar,
og tað at teir sleppa í fjøl
miðlarnar.«
Nú veit eg ikki, hvør er
spentastur at sleppa í fjøl
miðlarnar, men løgið er
tað, at ein floksformaður
sleppur í sjónvarpsstovuna
at boða frá einum ósjón
ligum karmi, og at eingin
fjølmiðil setur spurnartekin
við, hvar karmurin blívur
av.
Eg fari tí at spyrja:
Nær sleppa vit at síggja
karmin?
Úti við Landavegin í Havn
hevur
Hondbóltsfelagið
Neistin, elsta hondbóltsfelag
í Føroyum, júst gjørt eitt
øki byggibúgvið til nýggja
ítróttahøll, sum skal lúka
øll altjóða mát. 7,25 milliónir
krónur eru fingnar í stuðli
frá Tórhavnar kommunu, og
Stuðlafelagið Neistin letur 8
milliónir krónur til høllina.
Hetta er peningur, felagið
hevur savnað í nógv ár.
Longu 23. novembur 2005
søkti Neistin Mentamálaráðið
um 30% í stuðli til høllina.
Felagið fekk at vita úr
Menta málaráðnum frá tá
ver andi
landsstýrismanni
Jógv ani á Lakjuni, at Neistin
hevði rætt til stuðul eins og
Badmintonhøllin í Klaksvík,
sum
hevði
fingið
fimm
milliónir krónur í stuðli til
nýggja høll. Samskiftið var
tá gott við Mentamálaráðið,
og Neistin var væl kunnað
av táverandi fulltrúa. Tíverri
gjørdist henda hallarætlan
ov kostnaðarmikil, og um
tað mundið var kostnaðurin
alt ov høgur at byggja høll
ina. Málið um stuðul frá
Menta málaráðnum steðgaði
tí eisini tá.
Í 2008 leggur Neistin til
brots aftur og søkir 2. apríl
2008 aftur Mentamálaráðið
um 30% í stuðli til nýggja
verkætlan.
Tíðirnar
eru
broyttar, og nú er rætta tíðin
at byggja høllina. Umboð
fyri hallarbólkin fær fund í
lag við landsstýriskvinnuna
í mentamálum, stjóran fyri
Landsverk og umboð fyri
Mentamálaráðið. Á fundinum
fáa vit at vita, at tey arbeiða
við nýggjari stuðulsskipan.
Neistaumboðini fáa eisini at
vita á tí fundinum, at Neistin
hevur møguleika, um ikki
fullan stuðul, at fáa stuðul
eftir gomlu stuðulsskipanini,
tí har var peningur tøkur.
Hallarbólkurin
arbeiðir
víðari við ætlanini í tí trúgv,
at Neistin fær stuðul á ein
ella annan hátt frá landinum.
Badmintonhøllin í Klaksvík
fekk 30% í stuðli, hví so ikki
Neistin eisini 30% í stuðli?
Neistin fór í gongd at
gera økið við Landavegin
byggibúgvið, tí vit 29. august
í 2009 fingu signal frá
landsstýriskvinnuni, at hon
óivað hevði fingið undirtøku
fyri fýra milliónum krónum
til hallarætlanina hjá Neist
anum. Hví skuldu vit ikki
taka hesi signal í fullum
álvara?
Tíðin gongur, og knapp
liga ein dag hoyrist í fjøl miðl
unum, at landið fer at byggja
ítróttahøll á Sandi. Høllin
kostar 16 milli ónir. Nakrar
vikur seinni verður kostn
aðurin av høllini rættaður til
27 milli ónir. Neistin vendir
sær til Mentamálaráðið og
vil hava fund í lag við lands
stýriskvinnuna
í
menta
málum. Vit vilja bara spyrja,
hvussu við høllini hjá Neist
anum? Vit senda teldupost,
vit ringja og biðja um fund
við
landsstýriskvinnuna.
Hon er farin undir heilt. Vit
fingu ongantíð samband við
hana.
Stutta av tí langa er, at
25. februar 2010 fær Neistin
skriv frá Mentamálaráðnum,
at felagið fær ongan stuðul til
høllina við Landavegin. Hetta
er fyrsta skriv, Neistin fær
frá Mentamálaráðnum, síðan
felagið sendi umsóknina um
stuðul tann 2. apríl 2008,
hóast felagið sendir skriv og
biður um fund.
Fólk skulu bara vita, at
Mentamálaráðið og lands
stýriskvinnan í mentamálum
hava hildið Neistan fyri tað
turra spott. Nevnast kann,
at tað eitt nú tók teimum 20
mánaðir at senda umsókn
Neistans til Landsverk til
ummælis. Eisini fór Menta
mála ráðið at fundast við Tórs
havnar kommunu um felags
hallarætlan í vesturbýnum,
samstundis
sum
Neistin
hevði stuðulsumsókn inni hjá
Mentamálaráðnum og hevði
fingið økið matr.nr. 917 við
Landavegin frá Tórshavnar
kommunu til nýggju høllina.
Roynt var at fáa fatur á við
komandi, sum stóð fyri sam
ráðingunum, men við kom
andi var ongantíð at hitta,
sjálvt um vit ringdu og sendu
skriv.
Badmintonhøllin í Klaks
vík fekk fimm milliónir í
stuðli til sína høll, og sand
oyingar fáa 100% í stuðli til
høll í oynni. Neistin fær 0
krónur í stuðli og stendur
eftir sum svartiper við 0
krónum í stuðli og einum øki
við Landavegin, sum nú er
byggibúgvið.
Hvørt mansbarn í Før
oyum veit, at nýggj høll í
Sand oy fyri 27 milliónir er
plástur á sárið, og verður
latin í staðin fyri undir
sjóvar tunnilin. Tað ræður
um at fáa Gerhard Lognberg
at tiga. Og Gerhard Lognberg,
sum altíð leggur áherðlsu á
rættvísi, er púra kvirrur. Allir
løgtingslimirnir eru kvirrir,
eingin talar sak Neistans.
Sjálvt ikki politikarar, sum
skuldu staðið Havnini og
Neistanum nær. Tað verður
bara góðtikið, at løgtingið
fremur grovan mismun á
landsins borgarum. Hetta er
óskiljandi og hugstoytt.
Vit í hallarbólkinum eru
vónbrotin av lands stýris
kvinn uni í menta mál um og
umsitingini í Menta mála
ráðnum, sum hava hildið
okkum fyri tað turra spott.
Og vit eru vónsvikin av Kaj
Leo Johannesen, løgmanni,
og politikarum annars, at teir
fremja slíkt órættvísi í landi
okkara
Helena Dam á Neystabø
sigur í blaði, sum kom í
hvørt hús í Havn, at lóg um
afturbering av mvgútreiðsl
um skal broytast soleiðis,
at feløg, sum fara undir at
byggja hallir og felagshús,
kunnu søkja um at fáa mvg
ið afturgoldið.
Her er bara at siga, at mvg
er ikki nakar stuðul. Feløg
sum Neistin hava skatta
frælsi og eiga sjálvandi eisini
at hava mvgfrælsi, tá ið hallir
og felagshús skulu byggjast.
Tað er eingin meining í, at 20%
av stuðlinum, Neistin fær
frá Tórshavnar kommunu,
skal berast út í landskassan
á Argjum. Heldur eingin
mein ing er í, at 20% av teim
um
átta
millinónunum,
Stuðlafelagið Neistin letur
til nú møguligu høllina, skal
berast í landskassan. Við
tógvið stríð er peningurin í
mong ár savnaður til høll
ina.
Her er talan um felags
skap, sum eigur átta milli
ónir krónur og ætlar at
byggja landsins borgarum
eina ítróttahøll. Í staðin
fyri at stuðla teimum, sum
seta í gongd arbeiði í hes
um arbeiðsloysistíðum, fær
Hondbóltsfelagið
Neist in
váta vøttin frá mynd ug
leikunum, meðan onnur fáa
upp í posa og sekk uttan at
lyfta hond frá síðu.
Vagnur Michelsen
f. Hallarbólk Neistans
Politikarar fremja grovan
mismun á landsins borgarum
Nú veit eg ikki, hvør er
spentastur at sleppa í fjøl
miðlarnar, men løgið er tað,
at ein floksformaður sleppur
í sjónvarpsstovuna at boða
frá einum ósjón ligum karmi,
og at eingin fjølmiðil setur
spurnartekin við, hvar
karmurin blívur av.