mikudagur 28. apríl 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
Sosialurin
Nú skulu veljarakanningar
altíð skolast niður við sunn
um ivasemi. Og ongin or
søk er at yvirtulka velj ara
kanningar við djúp tøkn um
greiningum.
Men nýggjasta kanningin
hjá Gallup vísir uttan iva eitt
rák, sum – tá smærru flokk
arnir eru undantiknir – helst
er rættiliga rættvís andi.
Vit hava eina samgongu,
sum ikki er ein samgonga,
men sum hevur átt all an
politiskan pallin í fjøl miðl
unum í meira enn hálvt
annað ár, har hon hevur
verið í andstøðu til síns sjálvs
og alt annað. Teir tríggir
ABCflokkarnir hava upp
á skift átt alla viðgerð av
politiskum málum í almenna
rúminum. Ikki eitt einasta
kjak millum andstøðuflokkar
og samgonguflokkar hev
u r verið í elektronisku fjøl
miðlunum alla hesa tíðina
– og heldur ikki undir fyrru
ABCsamgonguni. Og nærum
ongi andstøðuuppskot verða
viðgjørd í fjølmiðlunum –
hóast tey eru enntá fleiri í
tali enn tey frá samgonguni.
Ei dáni í, at fólk bara kunnu
siga: Júmen, her finst jú onki
alternativ.
Hvør vinnur kapp
ingina um at sleppa
undan ábyrgd?
Hóast onkrar royndir hava
verið
gjørdar,
so
hevur
ongin í almenninginum sett
landsstýrisflokkarnar
til
ábyrgdar fyri tað, teir hava
framt. Ella fyri tað, teir ikki
fremja. (Ímyndið tykkum
tildømis fjølmiðlaviðgerðina
og andstøðuplássið, um nú
ein fullveldissamgonga ella
CHEsamgonga sat. Ikki ein
forsíða ella ein yvir skrivt
hevði verið turr við atfinn
ing um, krøv um um atgerðir
og ábyrgdarplasering).
Ístaðin hava vit nú havt
eina støðu, har sitandi flokk
ar, ið hava stýrt landinum í
knapt 7 ár, verða mettir eftir
– ikki hvør tekur ábyrgd ella
kann orða og fremja ein poli
tikk – men eftir, hvør dugir
at leggja mest av ábyrgd
frá sær. Var tað nú ikki full
veldis sam gongan, ið hevur
skyldina fyri, at sitandi
flokkar ikki megnaðu at
stýra búskapinum í 7 ár?
Ella var tað altjóða fíggjar
kreppan? Og skeldast nú
løgmaður ikki minni enn
hinir báðir floksformenninir
í samgonguni – fyri ikki at
tala um hasa andstøðuna
sum bara finst at?
Vit eiga at staðfesta, at før
oyskur politikkur ikki verður
vigaður eftir, hvør hevur
polit iskar ætlanir og kann
taka ábyrgd, men í stóran
mun eftir, hvør kann selja
hjálp og trygd og útsagnir
frá eini aðrari politiskari
skipan, sum vit ikki velja –
altso, hvussu ábyrgdin kann
leggjast á aðrar herðar.
Jú størri ruðuleiki og at
gerðarloysi og misálit, ið
verður skapt á føroyskan
poli tikk og okkara egnu før
leikar at stýra, tess størri
undirtøka verður fyri tí
flokki, ið bjóðar seg sum mill
umlið til eina aðra skipan.
At skapa ótta
og liva av tí
Og hóast táð kann ljóða
bersøgið, so haldi eg tað skal
sigast: Ein flokkur, ið hevur
sum grundarlag, at skapa
ótta og misálit á, at vit megna
at stýra okkum sjálvum og
skapa
tryggar
umstøður
við egnum avgerðum og
ábyrgd, hann kann vinna sær
undirtøku við at fara í stjórn,
og so skapa tann neyðuga
óttan og misálitið – og harvið
prógva, at vit megna onki
sjálv.
Haldi ikki, at vit kunnu
lasta Sambandsflokkin fyri
hendan politikk, tí hann
fjalir hann jú ikki. Heldur
kunnu vit lasta teir flokkar,
sum stuðla hesi gongd og
eru parlamentariska grund
ar lagið undir henni – ser liga
flokkar, ið annars siga seg
arbeiða fyri einum sjálv
støðugum Føroyum og sjálv
berandi búskapi. Teir halda
hendan »antipolitikkin« við
valdið og kundu gjørt nakað
annað, um teir vildu.
Ein eggjan at halda
fram við arbeiðnum
Eg eri errin av, at Tjóðveldi
sambært veljarakanningum
kortini heldur stand og
gongur fram. Við tí massiva
misáliti, ið hvønn dag verður
skapt frá landsins leiðandi
flokkum á okkara førleikar
og møguleikar at skapa eitt
sjálvstøðugt,
rættartrygt
og samhaldsfast samfelag á
egnum grundarlagi – og har
alternativini ikki fáa rúmd
fyri hartrópandi andstøðuni
í samgonguni – er úrslitið
av seinastu kanningini ein
tileggjan at stríðast nógv
meiri. Skjótt man kvotan fyri
at koyra øll í sama pott, bara
tí at landsstýrisflokkarnir
sleppa at kalla seg einasta
alternativ, verða uppi.
Annars er tað áhugavert,
at hóast hesi – eftir yvir
skrivt unum at døma – ógvus
ligu lop í veljarafjøldini – so
hava teir flokkar, ið siga seg
vilja broytingar og einar sjálv
støðugar Før oy ar framvegis
væl om an fyri helvtina av
atkvøðunum í kanningini. Og
Javnaðarflokkurin liggur jú
mitt ímillum í hesum spurn
ingi.
So í hesum ljósi ber eis
ini til at siga: Sjálvt í hes
um
fulkomna
ruðuleika,
har so miðvíst verður má að
burturav álitinum á okkum
sjálv, so hevur sam bandið
altso bert 30% í veljara
kanningunum.
Høgni Hoydal
Á, ikki meira enn 30%
til Sambandið...
Nýggja veljarakanningin eigur ikki at gera nakran bilsnan.
Heldur eiga vit at venda úrslitinum við og staðfesta, at bert
30% stuðla sambandsflokkinum, hóast ein so miðvísan
politikk at fáa fólk at missa alt álit á okkum sjálv
Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður
Nýggjasta veljarakanningin
hjá Gallup og Dimmalætting
er áhugaverd.
Áhugaverdast
er,
at
Sam bandsflokkurin
fer
um leið 10 prosent fram í
mun til seinasta val, með an
smá flokk arnir – Sjálv stýris
flokkurin og Miðflokkurin
– næstan hvørva, og Javn
aðarflokkurin
fær
ein
frammaná.
Higartil hava flestu við
merkjarar – soleiðis eita
teir í dag – billað fólki inn,
at kreppan og veika støðan
hjá Landskassanum gevur
Sambandsflokkinum stóru
undirtøkuna.
Hetta er neyvan allur
sannleikin.
Veruleikin er helst, at
Javnaðarflokkurin og smá
flokkarnir nú noyðast at
gjalda prísin fyri at vera
uppi í fullveldisdansinum.
Stundum hava vit ikki
sæð nakran mun á hesum
trimum flokkunum og so
teimum ekstremu kreft
unum í Tjóðveldinum.
Allir tríggir flokkarnir
hava seinastu árini slept
sunnari fornuft. Allir hava
tikið undir við at skerja
Ríkisveitingina. Teir vóru
ímóti at tiðna Ríkis veit
ingina, tá kreppan byrjaði.
Og teir eru allir – uttan
undan tak – heitir talsmenn
fyri at draga Føroyar nærri
loysingini við at seta í
verk eina nýggja stjórnar
skipan, sum í verki er ein
fullveldisgrundlóg.
Føroyingar flestir eru
ímóti slíkum politikki, og
teir tríggir flokkarnir gjalda
nú prísin.
Javnaður
flokk urin og
smáflokk
arnir gjalda
fyri full
veldis dansin
Tveir av flokkunum í Løgting inum
verða næstan burtur, og Javn
aðarflokkurin fær ein frammaná
í nýggjasta veljarakanningini.
Hesir flokkar gjalda nú prísin fyri
at vera uppi í fullveldisdansinum
Ikki eitt einasta kjak
millum andstøðuflokkar
og samgonguflokkar
hev u r verið í elektron
isku fjøl miðlunum alla
hesa tíðina – og heldur
ikki undir fyrru ABC
samgonguni.
Veruleikin
er helst, at
Javnaðar
flokkurin
og smá
flokk arnir
nú noyðast
at gjalda
prísin fyri
at vera
uppi í full
veldis
dans inum.