Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 14 Sosialurin Leo Poulsen Hendingin fór fram sunnu­ náttina í klubbagarðinum. Ein 21­ára gamal maður var farin í býin við fýra vinmonnum at feira, at hann júst var aftur komin av einum frítíðartúri uttanlands. Teir fimm endaðu í Deep, og einaferð út á náttina, tá tann 21­ára gamli ætlar sær til hús, endar hann í harðskapsmáli. Sjálvur greiðir hann frá, at tá hann kom út í klubba­ garðin, stendur ein ungur drongur har í berum yvir­ kroppi, og tað sær út, sum nakrir vinmenn halda honum fyri at forða, at ungi drong­ urin ger seg inn á nakran. Tann 21­ára gamli fer yvir til hesar fýra og biður unga dreingin um at taka tað róligt. Hin svarar eitthvørt og 21 ára gamli endurtekur, at ungi drongurin skal taka tað róligt. Aftur sigur drongurin eitthvørt, og hetta fær so øði í 21­ára gamla, sum slær unga dreingin sum fellur í grúsi, og síðani traðkar maðurin unga dreingin í høvdið, so hesin fellur í óvit. Sambært 21­ára gamla manninum var ungi drong­ urin ovursintur, men hetta samsvarar tó ikki heilt við tað, ið onnur vitni søgdu. Sambært onkrum teirra stóðu teir og tosaðu saman, tá hin 21­ára gamli knappliga kom og slegði unga dreingin og traðkaði hann í høvdið. Handtøkan longd Sambært ákærda 21­ára gamla manninum var ungi drongurin ógvuliga ágang­ andi. Hann stóð í berum yvirkroppi og tríggir aðrir persónar hildu honum, tí tað sá út til, at ungi drongurin ætlaði at leggja á onkran. Eingi vitnir vóru førd fram í grundlógaravhoyringini, men persónar, sum løgreglan hevði tosað við, søgdu eini um, at ungi drongurin var illur. Hinvegin var ført fram, at teir bert stóðu og tosaðu, tá ein persónur knappliga kom yvir og slegði unga dreingin so hann fall til jarðar, fyri síðani at traðka á høvdið so ungi drongurin fell í óvit. Tað varð tó staðfest, at ungi drongurin eftir øllum at døma var tveittur út úr Deep. Ein duravørður tveitti ein skógv út til unga dreingin, og tað var meðan hesin lat seg í skógvin, at 21­ára gamli maðurin kom yvir og sló unga dreingin. Ákærin, Helle Severini, heitti á dómaran um at maðurin varð varðhalds­ fongslaður í upp til 14 dagar, meðan verjin, Jógvan Páll Lassen, ikki metti, at varð­ haldsfongsling kundi koma upp á tal í hesum førinum. Dómarin valdi millum­ loysnina og leingja hand­ tøkuna av unga manninum í tríggjar ferðir 24 tímar. Ákærin var bangin fyri, at ungi maðurin kundi ávirka vitnir, varð hann latin leysur, men verjin helt, at løgreglan í hesum máli hevði arbeitt ógvuliga seint. Hann metti tí ikki, at ungi maðurin suldi gjalda prísin fyri, at løgreglan ikki gjørdi sítt arbeiði til lítar. CCTV Tað kann undra, at eitt so ábært stað sum klubba­ garðurin ikki hevur eitt vakmyndatól. Hetta hevði komið væl við í slíkum førum sum tí, ið hendi sunnunáttina. Hetta førdi løgreglan eisini fram fyri undirritaða á rættarfundinum týsdagin. Við slíkum tóli hevði borið væl til at staðfest, hvat veruliga fór fram hesa sunnunáttina. Ikki tí, hópurin av fólki var til staðar, tá hendingin fór fram, spurningurin er so bara at fáa fatur á teimum, ið neyvt vita um hendingina at siga. Sum skilst miðar løgrregla og ákæruvald ímóti at fáa málið avgreitt sum skjótast, men enn eru so fleiri vitnir, ið skulu avhoyrast um hend­ ingina sunnunáttina, tá ein 16 ára gamal drongur varð sligin og traðkaður so hart í høvdið, at hann lá í óviti í heilar 10 tímar. Drongurin varð tó út­ skrivaður av landssjúkra­ húsinum mánadagin og fær ikki varandi mein av hendingini. leo@sosialurin.fo Handtøkan longd fyri grovan harðskap Ein 21-ára gamal maður varð í gjár handtøkan longd í tríggjar ferðir 24 tímar fyri grovan harðskap, har 16 ára gamal lá í óviti í 10 tímar Leygardagin hittast fleiri streingjakór á Toftum. Hetta verður ein dagur við sosialari samveru og sangvenjing. Hæddarpunkið verður ein konsert um kvøldið. Tað eru enn fleiri streingjakór 'av tí gamla slagnum' í Føroyum. Nú hava fólk á Toftum tikið stig til at savna kórini saman til ein dag við hugnaði, sangvenjing og konsert. – Tað eru 12 streingjakór og innbjóðing er send øllum, og higartil hava fimm boðað frá luttøku. Hetta eru fimm tey størstu kórini, ið hava umleið 120 sangarar, sigur Petur Thomsen av Toftum, sum er ein av fyrireikarunum við trubodin.fo. Hvør sær og saman Tiltakið byrjar klokkan 10 í missiónshúsinum Tabor. Um kvøldið verður konsert, og í Fríðrikskirkjuni. Har fara kórini bæði at syngja hvør sær og eisini saman sum eitt felagskór. – Vit vóna at fáa ein góðan dag, har vit syngja og hugna okkum og eisini savnast um kristna boðskapin, sigur Petur Thomsen. Streingjakór hittast á Toftum Spurningurin er, hví ikki eitt vakmyndatól verður sett upp í klubbagarðinum, so slíkar hendingar sum tann sunnunáttina kunnu verða avmyndaðar og harvið hjálpa løgregluni í kanningararbeiðinum Mynd: Jens Kristian Vang Vakmyndir Snorri Brend Sjálvstýrismaðurin vildi hava at vita, um løgmaður hevði hildið feriu, síðani hann gjørdist løgmaður hin 26. september 2008. Tað hevði løgmaður ikki, og vísti á, at starvið sum løgmaður krevur at hann altíð er tøkur. – Um eg havi verið stadd­ ur við hús, uttanfyri Havnina ella uttanlands, havi eg røkt starvið umvegis telefon og teldupost, sló Kaj Leo fast. Hann vísti haraftrat á, at tað hevur týdning fyri fólk at hava feriu. Á henda hátt kann eitt starvsfólk og ein løgmaður vera før fyri at røkja størv síni til fulnar. – Hóast starvið sum løgmaður er tíðarkrevjandi royni at leggja arbeiðið hjá mær væl til rættis, sigur Kaj Leo Johannesen. – Eg havi eisini brúk fyri frítíð, neyðugari hvíld og at kunna taka lut í mínum familjulívi. Ikki havt feriu síðani september 2008 Logtingið - Ein løgmaður skal altíð vera tøkur. Tað sigur Kaj Leo Johannesen í svari uppá ein heldur óvanligan fyrispurning frá tingmanninum, Kára á Rógvu Fríggjadagin ­ dýrabiðidag ­ kl. 15 letur listamálarin, Finleif Mortensen upp fyrstu framsýning sína í nýggja atelieri sínum á Strondum. Finleif hevur í tvey ár arbeitt við hesum atelierinum, og nú fáa fólk høvi at síggja bæði tað, og teir 25 málningarnar á framsýningini. ­ Hetta er eitt atelier og ikki eitt gallerí. Men eg haldi, at tað eisini kann brúkast til framsýningar, sigur Finleif Mortensen. Á hesi framsýningini eru bygdakomposisjónir í alskyns litum. Og tað er helst so, sum listamaðurin sjálvur tekur til: ­ Eg vil at mín list skal gera fólk glað. Hetta er triðja framsýningin hjá Finleif Mortensen í ár. Framsýningin í atelierinum hjá Finleifi, sum liggur Undir Torvbrekku á Strondum er opin um vikuskiftið, frá kl. 15 til 19. Fyrsta framsýningin í egnum atelieri