mikudagur 28. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Miðvikan
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
15
Finnleif Durhuus, ættaður av Sandi,
greiddi frá hesum tilburði, tá ið hann
herfyri var gestur á Torginum í Rás
2. Vit hava hildið hesa bjarging vera
so einastandandi, at John eigur ikki
at verða gloymdur. Finnleif hevur
latið okkum hesa frásøgnina, sum
hóskandi kann vera eitt framhald
av frásøgnini um Ernestinu. Hesir
báðir tilburðir hendu ár um ár, og
teir líkjast eisini rættuliga nógv.
Tá ið QueenVictoria strand
aði í Meðallandsvíkini
17. mars 1931
Finnleif greiðir frá:
Henda frásøgn er skrivað eftir
munnligari frásøgn frá pápanum,
Ejvindi Winther Durhuus (1912-
2001), sum 18 ára gamal var við
“Queen Victoriu” á sínum fyrsta
túri til skips. Hon fór á land í Meðal-
landsvíkini á Suðurlandinum tann
17. mars 1931 og gjørdist vrak. Hetta
var fimm dagar aftaná, at teir vóru
farnir av Vestmanna.
Jógvan Joensen Durhuus, nevnd-
ur Jógvan í Garðastovu, Vestmanna
(1868-1930) keypti “Queen Victoriu”
úr Onglandi 25. oktober 1900. Hon
var bygd í Neuhof í Týsklandi í
1885 og merkt til 79,13 br. ton. Hon
fekk ísettan ein 40 Hk. Tuxham
motor veturin 1924/25. Jógvan í
Garðastovu var elsti farbróður
pápan. Hann førdi fleiri skip í yngri
árum og fiskaði óføra væl.
Áðrenn
pápin
fór
henda
fyrsta túrin til skips, hevði hann
fyri tað mesta arbeitt hjá John
Olsen, reiðara og handilsmanni í
Vestmanna.
Henda túrin við M/kt “Queen
Victoriu” VN23 vóru 19 mans við.
Skipari var Ábraham Jacobsen,
Ábraham í Gørðum, Vestmanna.
Hann hevði eisini ført “Queen
Victoriu” árið fyri. Annars hevði
hann ført “Doru” síðani 1924. Pápin
og Ábraham kendust sera væl.
Tann 10. mars mynstraði Ábraham
í Gørðum, eisini nevndur Ábraham
hjá Ragnari, hesa manning við
»Queen Victoriu«:
Michael Michelsen, 1. bestimaður,
Mykinesi, Tummas Zachariassen, 2.
bestimaður, úr Streymnesi, Jógvan
Winther Durhuus, 1. motorpassari,
Gunnar Haldansen, 2. motorpassari,
Jógvan
Johannesen,
Jóhannes
Jacobsen,
John
Johannesen,
Kjartan Jacobsen og Ejvind Winther
Durhuus,
allir
úr
Vestmanna,
Sofus Hansen, kokkur og Martin
Eliasen, báðir av Slættanesi, Herlon
Jacobsen
úr
Sandavági,
Viggo
Zachariassen úr Streymnesi, Petur
Johannesen, Andrias Johannesen,
Hjalmar Johannesen og Sámal
Jacobsen, allir úr Miðvági, og Jóan
Dávid Joensen úr Sørvági. Pápin og
Jógvan W.Durhuus vóru brøður.
Máttu upp í vantini
heila nátt
Pápin greiddi soleiðis frá:
Vit fóru av Vestmanna Grækaris-
messudag í 1931 yvir á Suðurlandið.
Ferðin yvir gekk væl, men eg
var ringur av sjóverki. Komin í
Meðallandsbuktina bleiv rættiligt
ódnarveður av eystri við stormi
og kavaroki. Vit løgdu bakk. Men
uttan at vita av, at vit vóru komnir
so nær landi, fingu vit tey fyrstu
grunnbrotini út fyri Skaftarósa.
Orsøkin til, at vit ikki vistu, hvar vit
vóru staddir, var ólag á kumpassini
(magnetiske forstyrrelser). Av tí,
at ikki var hugsandi um at sleppa
út frá landi aftur vegna so lítla
motorkraft, varð avgjørt at halda
“Queen Victoriu” undan, beint inn-
eftir. Tað var helst okkara bjarging.
Bestimaðurin, Michael í Myki-
nesi, stóð til róðurs. Á veg inn ímóti
landi var tað so óheppið, at vit
rendu á eitt trolaravrak. Klokkan
var tá um eitt á nátt 17. mars. Hol
kom á skipið, ið fyltist eftir lítlari
løtu. Allir mennirnir, ið vóru staddir
niðri undir, máttu upp á dekki í tí,
teir stóðu í. Teir, ið ikki sluppu
inn í stýrihúsið, fóru fram í gron,
meðan eg og tveir aðrir fóru upp í
stórvantið at standa. Brotini løgdust
yvir skipið, so at mennirnir máttu
gøllhalda sær fyri ikki at verða
skolaðir fyri borð. Náttarmyrkur
var og tjúkt í kavaroki. Ongin av
monnunum var í oljuklæðum. Teir
flestu vóru illa ílætnir, hattleysir
og vattleysir, onkur var skóleysur.
Sjálvur var eg í buksum og einari
tunnari troyggju, hattleysur og
vattleysur. Soleiðis stóðu vit alla
náttina í kava- og sjóroki. Hetta er
ringasta nátt í mínum lívi. Í allari
neyðini bóðu vit til Gud um, at
Hann mátti bjarga okkum.
Tummas helt um
lítlabeiggjan
Tummas
Zachariassen
úr
Streymnesi, ið var 2. bestimaður,
hevði 15 ára gamla beigga sín
Viggo við. Hetta var eisini hansara
fyrsti túrur. Tummas hevði nokk
við at halda um beiggjan frammi
í gron, tí hann var so bangin. Teir
vórðu bjargaðir hesa ferð. Men so
miskunnarleys var lagnan, at teir
báðir fórust við “Lauru” í apríl í 1932,
13 mánaðar aftaná hesa hending, á
veg heim av Suðurlandinum. Tá
var Viggo 16 ár og Tummas 27 ára
gamal. So syrgilig kann lagnan vera
fyri nøkur av okkum.
Skiparin spurdi John á Bakk-
anum, sum var av bestu svimjarum,
um hann helt seg til at svimja í land
við einum enda. Tað meinti John,
hann kundi, men hann helt onga
nyttu vera í tí, soleiðis sum líkindini
vóru. Hann bað skiparan bíða, til
tað lýsti fyri degi.
Teir loystu so stóra bátin úr
stólinum, fingu hann fram á bógvin
og gjørdu hann kláran. Tá ið løgir
vóru, settu teir bátin út. Hetta
eydnaðist, og lupu seks mans
niður í bátin við einari klænari
línu. Men tað vildi so illani til, at
eitt óløgi hvøldi bátin, áðrenn teir
vóru leysir av skipinum. Sum eitt
satt Guds undur komu allir á lívi
umborð aftur. Teir bjargaðu sær
upp á sprytið og svínaryggin. Bátin
fingu teir inn aftur á dekkið.
Fingu samband við land
Í lýsingini gjørdu teir aftur eina
roynd at seta bátin út. Tá fóru í
bátin John á Bakkanum, Kjartan
Jacobsen og Herlon Jacobsen. Við
sær høvdu teir eina klæna línu, sum
var bundin í eina tjúkkari. John
hevði bundið tann klæna endan
um herðarnar, um hann skuldi
verðið noyddur at svimja í land
við endanum. Á veg inn gjøgnum
brotini var John uttanborða og
svam
samstundis,
sum
hann
styðjaði bátin. Komnir inn á sandin,
drógu teir línuna inn á land til sín.
John á Bakkanum:
Bjargaði sínum skipsfeløgum,
men misti lívið sjálvur
Tað eru nógv bjargingarbrøgd gjørd av føroyingum og eisini av føroyskum fiskimonnum. Summi
av hesum brøgdum er meira hoyrt um enn onnur. Lítið er hoyrt um bragdið hjá John á Bakkanum í
Vestmanna við Queen Victoria í 1931, tá ið hann ofraði sítt egna lív við at bjarga sínum skipsfeløgum
John à Bakkanum, hetjan í hesi søgu, við einum nósa í føvninginum
Ejvind Winther Durhuus var fyrstu
ferð til skips hendan vanlukkutúrin
Framhald á síðu 16, 17 og 18