mikudagur 28. apríl 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Miðvikan
16
Umborð
var
hendan
línan
gjørd føst í erva í stórmastrina, og
ein bjargingarstólur varð riggaður
til. Men tá ið tann fyrsti maðurin
skuldi verða stjóraður í land, vísti
tað seg, at teir ikki kundu brúka
stólin. Maðurin var undir í sjógv
alla tíðina. Hann slapp sær tí úr
stólinum og lesti seg inn eftir
línuni inn á land. Soleiðis bjargaðu
teir sær allir inn á land, ein og ein í
senn. Í byrjanini var tungt at halda
við hjá teimum trimum, tí línan var
ofta undir. John á Bakkanum stóð
niðastur undir miðju í sjógvi og
tók ímóti monnunum, so hvørt teir
komu inn á land.
Tá ið pápin skuldi av skipinum
og handa seg inn eftir línuni, misti
hann takið, av tí at hendurnar vóru
beinfrystar av at hava staðið uppi í
vantinum alla náttina og gøllhildið
sær. Tað sama var galdandi fyri
hinar báðar, ið høvdu staðið í
vantinum. (Hvørjir teir vóru, er
ikki greitt). Tá gjørdi John tað
bragd at svimja út gjøgnum brotini
eftir honum og bjargaði honum
inn á land. Tað sama gjørdi hann
við hinar báðar, ið høvdu hingið
í vantinum, og sum vóru í somu
støðu sum pápin. Tann síðsti, ið fór
av skipinum, var skiparin.
Tá ið tríggir tímar vóru gingnir,
vóru allir 19 mennirnir bjargaðir
sum eitt satt Guds undur. Tá var
klokkan umleið 9 á morgni.
So at leita upp hús
Har stóðu allir vátir, kaldir og
svangir. Fleiri vórðu ikki væl fyri
aftaná eina langa, strævna og
óhugnaliga nátt. Enn var nógv baks
fyri framman. Teir fóru at leita
upp hús, væl vitandi, at framvið
strondini í Meðallandsbuktini vóru
bjargingarhús ”neyðarskýli” fyri
skipbrotnar sjómenn at koma sær
inn í. Teir tóku avgerð um at lata
bátin liggja eftir á sandinum. Teir
drógu hann niðanfrá, so at hann
stóð fríur av flóðini. Tá ið teir høvdu
gingið einar tríggjar fjórðingar eftir
sandstrondini, gjørdist lagið betur,
tí tá sóu teir ein stóran bygning.
Men sum teir nærkaðust húsinum,
síggja teir, at ein djúpur breiður ósi
er at fara um. Teir vóru tí noyddir
at venda aftur eftir bátinum. Men
fyri at vinna tíð og fáa skjótari boð
frá sær, meðan hinir mennirnir fóru
aftur eftir bátinum, gjørdi John
á Bakkanum aftur tað bragd, at
hann svam yvir um ósan, sum var
2-300 metur breiður, við Kjartani á
bakinum.
Teir báðir gingu so yvir til
húsið, sum var eitt handilshús
(goymsluhús), sum Keypsfelagið hjá
Skaftfellingum átti við Skaftarósa.
Húsið var stongt, men teir løgdu
til merkis, at eitt vindeyga á aðru
hædd stóð uppá glopp. Við at
Kjartan traðkaði uppá akslarnar
á John, náddi hann at fáa latið
vindeygað upp, so at teir sluppu
inn. Í húsinum var kókiútgerð og
matur sum sviskur, rosinur og
sagogryn, ið teir gjørdu súpan
av. Har var eisini telefon, so teir
fingu givið boð frá sær til bóndan
á Kirkjubæjaklaustri, sum kom á
staðið. Kirkjubæjarklaustur er eitt
bygdarlag, ið liggur einar 25 km
niðan frá strondini.
Hinir
17
menninir,
millum
hesar pápin, sum vendu aftur eftir
bátinum, fingu eitt gott stríð. Tá
ið teir komu til bátin, var hann
sokkin langt niður í sandin. Teir
máttu tí grava hann leysan við
berum hondum. Sjálvt um fitt av
kava lá á sandinum, sóu teir nakað
av rekatrøum, sum teir nýttu til
lunnar at draga bátin eftir. Komnir
til ósan, róðu teir tvørtur um. Teir
máttu ansað væl eftir, tí tað var
sera nógvur áarstreymur í ósanum.
Teir skiltu ikki, at John hevði
klára at svomið yvirum við einum
manni á bakinum. Tá ið teir komu
til húsið, var klokkan umleið 14.
Tann heita súpanin kom væl við, og
ernaðust teir nakað. Nakað seinri
kom hreppstjórin og ein bóndi,
sum eisini var altingsmaður, og
onnur fólk við rossum og bilum at
hjálpa. Hreppstjórin sendi boð eftir
økislæknanum, tí hann var bangin
fyri umfarsjúku, helst spanska
sjúka, sum gekk í Føroyum.
Væl móttiknir
Læknin tók ta avgerð, at øll
manningin vegna sóttverja skuldi
setast í karantenu í tveimum húsum
í tríggjar dagar. Annað húsið var hjá
bóndanum í Kirkjubæjarklaustri,
og hitt var heimið hjá bóndanum
í Hólmi. Pápin kom í heimið hjá
bóndanum í Kirkjubæjarklaustri.
Teir vóru sera væl móttiknir, fingu
heitt og gott at eta, heitt bað og turr
klæðir. Klæðini, sum teir komu í,
vaskaði og turkaði bóndakonan.
Pápin segði, at tá ið hann kom úr
baðikarinum, lá alt hárið í tottum í
baðikarinum. Hetta kom helst av, at
hárbotnurin hevði verið frystur av
at standa hattleysur alla náttina í
rigninginum. Eingin maður tyktist
at hava fingið álvarsligt mein av
hendingini, og komu teir hampuliga
skjótt fyri seg.
Eftir fýra døgum fóru teir
til Álftaver, har teir lógu nátt.
Haðani hildu teir ferðina fram
til
Mýrdalsvíkar,
har
ætlanin
var, at bátur skuldi flyta teir til
Reykjavíkar. Men í Vík var so nógv
brim, at eingin bátur fekk lagt at
har. Teir máttu tí gista har í tveir
dagar. Meðan teir bíðaðu, var skipað
fyri fótbóltsdysti í Vík millum tað
føroysku manningina og menn
frá Vík. Íslendingar tóku sær sera
væl av okkum, sigur pápin. Av tí,
at veðrið ikki batnaði, var farið til
Reykjavíkar við bili, har koyrandi
va. Har eingin vegur var, ferðaðust
teir á hestbaki og við sledu. Við tað
at nógvur kavi var niðurkomin, var
hetta ein drúgvur túrur, og máttu
teir gista í tveimum støðum ávegis
til Reykjavíkar. Teir blivu tí ov
seinir til “Dronning Alexandrinu”,
sum hevði bíðað eftir teimum. Teir
sluppu ístaðin heim við “Botnia”,
sum lá klár at sigla, tá ið teir komu
til Reykjavíkar.
Teir komu heim í øllum góðum.
Stutt eftir heimkomuna fekk øll
manningin hvør sína bíbliu frá
reiðaranum.
John fekk deyðamein
Nakað eftir hetta gjørdist John á
Bakkanum sjúkur og var innlagdur
á Hospitalið. Jógvan Arge sigur
frá pápabeiggja sínum Meinhard,
Manningin á Queen
Victoria vanlukkutúrin
Fremsta rað f.v.
Andreas Johannesen, Miðvágur.
Sámal Jacobsen, Miðvágur.
Kjartan Jacobsen, Vestmanna.
Gunnar Haldansen, 2. motor
passari, Vestmanna.
Viggo Zachariassen, Streymnes.
2. rað
Hjalmar Johannesen,
Miðvágur. Petur Johannesen,
Miðvágur. Sofus Hansen,
kokkur, Slættanes. Tummas
Zachariassen, 2. bestimaður,
Streymnes.
Abraham Jacobsen, skipari,
Vestmanna.
Jógvan Johannesen, Vestmanna.
3. rað
Martin Eliassen, Slættanes
Michael Mikkelsen, 1. bestimaður,
Mykines.
Jógvan Durhuus, motorpassari,
Vestmanna.
John Johannesen, Vestmanna.
Jóan David Joensen, Sørvágur.
Johannes Jacobsen, Vestmanna.
Eivind Durhuus, Vestmanna.
Herlon Jacobsen úr Sandavági
er ikki við á myndini.
Manningin á Queen Victoria vanlukkutúrin
John fekk deyðamein, tá ið hann
bjargaði sínum skipsfeløgum, og
hann doyði tvey ár seinni. Her er
hansara grøv í kirkjugarðinum í
Vestmanna. Niðast á gravsteininum
stendur »Harrin er hirði mín.«
Framhald frá síðu 15