Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 8 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend – Vit komu faktist ikki til Føroyar fyrrenn mikunáttina. Men tá var alt yvirstaðið. Var tað ikki fyri øskuni úr Íslandi, hevði Randi rokkið í øllum førum tvey ting á hesi Føroya-vitjanini: Gullbrúdleypið hjá foreldrunum, og fleiri frídagar. Tá hon fór umborð á flog far ið í Gibraltar við kós móti Dan mark og Føroyum í góðari tíð framm- anundan, visti hon einki um, at hon fór at uppliva hvørki teirra hesaferð. – Vit vóru komin umborð á flog- farið til Føroyar, tá vit fingu at vita at fráferðina var avlýst. Og tað vórðu so allar fráferðirnar í næstan eina viku, greiðir Randi Franco frá. Soleiðis slapp hon ikki við til gull brúdleypið hjá foreldrum sín- um, Helgu og Jørgin Gleðisheygg av Nesi, og sum varð hildið 17. apríl í bygdarhúsinum í Leirvík. Og so - leiðis fekk hon hesa ferð bert tríggj- ar dagar í Føroyum. – Tá ein hevur ferðast so langt, er tað ótrúliga keðiligt bert at steðga í so stutta tíð. Hinvegin, so slapp hon at siga frá einum lítlum parti av lívi sínum, tá umboð fyri Sosialin hittu hana í handlinum hjá Pidda á Toftum fríggja dagin, – dagin fyri hon skuldi aftur til sítt umhvørvi. – Jú, eg trívist í Gibraltar. Á leikvøllum funnust ... Tað er sjálvandi ein orsøk til, at ein ung genta av Nesi í norðuri, flytir so langt sum til Gibraltar í suðri fyri sløkum 20 árum síðani. Sum hjá so mongum øðrum kvinnum var tað ein sjeikur, sum var høvuðsorsøk til hetta. Tær uttaru umstøðurnar vóru Oyggjaleikirnir í juli mánaði í 1989, sum vórðu hildnir á fleiri støðum kring oyggjarnar. Tær innaru vóru kærleiki millum tvey oyggjaleikafólk sum elskaðu hvørt annað. Bæði vóru tey virkin á hvør sín- um øki og hvør sínum vølli til hesar leikirnar: Hon luttók í fimleikinum, meðan hann, við nummar 87 á rygginum, rann sítt ítarsta kring leikvøllin á 5000 metrum fyri heim- land sítt, m.a. í kapping við Niels Jákup Jacobsen úr Føroyum. – Vit hittust faktisk her á Toftum, og vit eru framvegis saman, nú skjótt 21 ár eftir Oyggjaleikirnar á sinni, sigur Randi við einum brosi. Ætlanin hjá unnusta hennara var at fáa arbeiði í Føroyum, eftir at Oyggjaleikirnar vóru lidnir. Men fíggjarliga var hetta ein so ring tíð her á landi, at tað var ikki hugsingur um hjá einum fremmandum at fáa arbeiði her. Eftir einar seks mánaðir í Før- oy um flutti hann niður aftur til Gibralt ar og til arbeiðið sítt í komm- ununi. Men tey megnaðu bæði at halda sambandið og kærleikan viðlíka. – Sjálv flutti eg ordiliga niður til Gibraltar í 1993. Hart, skjótt og nógv Randi var hinvegin heppin við arbeiðsroynd síni, tá hon flutti til Gibraltar. Hon fekk rættiliga skjótt arbeiði á eini matstovu, samstundis sum hon gjørdi alt fyri at seta seg inn í mentanina og dagliga lívið. Tað er sjálvandi munur á før- oyskum viðurskiftum og teimum á Gibraltar. Ein er livimátin, tos- ingarlagið og ikki minst málið. Tað var ikki bara sum at siga tað at læra spanskt, ið er annað av málunum har. – Í fyrstuni dugdi eg als ikki mál- ið. Øll dugdu sjálvandi enskt, men tá tey vóru saman, tosaðu tey bara spanskt. So tá fekk eg ikki serliga nógv við, skilir tú. – Í míni verð var onki skil á tí tey søgdu, tá tey tosaðu bæði hart, skjótt og nógv, sigur Randi bros- andi. Í fyrstuni treivst hon ikki so væl í nýggja umhvørvinum og nýggju umstøðunum. Men tað broyttist so líðandi: – Tað tók mær faktist fimm ár, áðrenn eg treivst so mikið væl, at eg ikki longdist heim aftur til Føroyar. Tað gjørdi eg annars næstan hvønn dag í byrjanini. Nátt og dag Við arbeiðinum á matstovuni kom hon so líðandi inn í málið. Henda snotuliga matstovan lá rættiliga væl fyri í landslagnum, – beint við havnalagið, har tær stóru jaktirnar lógu við bryggju. Hjúnini ið áttu hesa matstovuna, áttu eisini eitt hotell sum lá við høvuðsgøtuna í býnum, og sum konan stjórnaði. Á matstovuni varð arbeitt í vaktum og nærum allar tímar í samdøgrinum, sum ikki er óvanligt fyri slík støð. Men ein dag broyttist alt: – Konan kom til mín, og spurdi, um eg ikki heldur vildi arbeiða á hotellinum. Hon segði, at um eg tók av her, kom eg at arbeiða frá mánadegi til fríggjadag, og so hava frí um vikuskiftið. – Og eg tók sjálvandi av, greiðir Randi íðin frá. Her arbeiddi hon trý tey næstu árini. Tað hendu tó eisini aðrar broyt- ingar í lívinum hjá Randi. Hon hevði átt sítt fyrsta barn, og átti nú barn nummar tvey. Tí valdi hon at vera heima tvey tey næstu árini. Tá hon so aftur fór til arbeiðis, var tað hvørki innan hotellyrkið ella handilsvinnuna, men í eini stórari enskari handilsketu. Nes/Gibraltar – Eg hevði ætlað mær at steðga her í nakrar dagar, í øllum førum. Men nú bleiv tað bert til tríggjar dagar. Tað var alt ov lítið, sigur nesgentan, Randi Franco. Seinastu 17 árini hevur hon búð við portrið til Miðalhavið, Gibraltar saman við manni og tveimum børnum av nesi til k Gibraltar Gibraltar er bretskt hjá­ land á suðurendanum í Spania. Høvuðsstaður er Gibraltar býur. Gibraltar er ein kálk klettur, sum bretar hava gjørt til skansa at verja innsiglingina til Miðjarðarhavið við í ófriðartíðum. Flogvøllurin liggur út í sjógvin báðu­ megin og tvørturum hálvoynna inn móti Spania. Bilarnir koyra tvørt ur um flogvøllurin til og frá Gibraltar. Økið er 6,5 ferkilometrar stórt, og hevur eitt 1,2 kilo metrar langt landa­ mark ímóti Spanien, og hevur annars eina 12 kilo metrar langa strond. Í Gibraltar búgva sløk 30.000 fólk. Almenna málið er enskt, men nógv tosa eisini spanskt. Brutto tjóðarúrtøkan pr. íbúgva er í miðal 38.200 dollarar. Vit hittust faktisk her á Toftum, og vit eru framvegis saman, nú skjótt 21 ár eftir Oyggjaleikirnar á sinni Mítt eftirnavn hevur einki við einaræðisharran í Spanien, Francisco Franco at gera