Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 Sosialurin Oyggjablaðið rúnkoloni Vera í sving Morrisons-fyritøkan hevur 450 deildir í Onglandi, men bert ta einu uttanfyri landoddarnar, nevniliga hana í Gibraltar. Randi gjørdi ikki mætari enn at søkja arbeiði her. Tey stóðu júst tá og manglaðu eitt fólk at sita við kassan, og hetta arbeiðið gjørdi hon tað næsta hálvaannað árið. – Satt at siga, dámdi mær ikki hetta arbeiðið serliga væl. Mær dámar betur eitt arbeiði, har man kann røra seg og vera í sving. Og tað er ikki júst tað sum man ger, tá man bara er kassadama, slær hon fast. Fyritøkan fór sum fráleið eisini undir at framkalla myndir fyri fólk, og fór Randi nú til hetta arbeiðið, áðrenn hon flutti til deildina, sum hevði við bøkur, fløgur, pappír og slíkt at gera. Her er leiðarin! Randi var at byrja við einsamøll í hesum starvinum, men tað vant meiri og meiri uppá seg, eins og sølan vaks, og tí vórðu fleiri starvs- fólk sett aftrat. – Eg veit ikki rættiliga. Eg hevði sjálvandi nøkur fólk undir mær, og gjørdi tað sama sum ein deildarleiðari í Onglandi. Og tja, tey hildu kanska, at henda deildin kravdi ein leiðara, og so varð eg bara sett, uttan at verða spurd. – Eg tonkti als ikki uppá tað og visti heldur ikki av tí, – faktist ikki fyrrenn tey kunngjørdu, at »Randi, hon er tann nýggi leiðarin her«!, sigur hon við einum brosi. Men ein deildarleiðari hjá Morri- sons skal eisini hava frí viðhvørt. Og tí hevur Randi sett sær fyri, at koma til heimland sítt eina ferð um árið at vitja. Vanliga steðgar hon á í eina tíð. Hesaferð gjørdi øskan úr Ísandi sítt til, at vitjanin bert vardi í tríggjar dag. Leygardagin fór hon aftur til Gibraltar. Leiga – ikki eiga Ein munur millum Føroyar og Gibraltar er búsetingar­ mynstrið. Í mun til í Føroyum, búgva fólk flest ikki í sethúsum, men í leigaðum íbúðum. Ein vanlig íbúð er ikki til at keypa. ­ Nei, skalt tú keypa tær eina íbúð, so mást tú kanska av við einar 3 milliónir krónur, greiðir Randi frá. Fyri henda peningin kundi ein føroyingur vænta sær eina snotuliga og haraftrat stóra íbúð. Men so er ikki á Gibraltar: Ein íbúð fyri henda prísin er lítil, hevur bert tvey ella trý kømur. Randi og maður hennara vóru tó heppin, tí tey fingu býtt um íbúð við eina eldri konu, ið ikki hevði brúk fyri ein nógv pláss og ein familja við tveimum børnum. – Í dag gjalda vit 1000 krónur um vikuna í leigu. Franco – men ikki hin Randi er gift og hevur tikið eftirnavnið hjá manninum, Franco. – Men mítt eftirnavn hevur einki við einaræðisharran í Spanien, Francisco Franco at gera, slær hon rimmarfast. Hesin Francisco Franco, vanliga nevndur Franco (4. desember 1892 - 20. november 1975), var framúr samskipari og hækkaði skjótt í tign í herinum og gjørdist herovasti í Spania í 1935. Tá ið hann fór upp í uppreisturin í 1936, fekk hann sær italska og týska hjálp, og gjørdist afturfyri hægstur í herinum og ríkisovasti. Francisco Franco tók valdið í Spania í 1939 eftir eitt trý ára langt borgarakríggj. Hann sat við valdinum sum einaræðisharri til sín deyða í 1975.