mikudagur 28. apríl 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
10
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Fríggjadagur er vanliga ein busy
dagur í einum matvøruhandli.
Hóast handilin hjá Pidda er tann
einasti av sínum slagi á Toftum, er
rættiliga friðarligt hesa løtuna.
Men hinvegin, – klokkan er ikki
meiri enn farin av trý og fólk eru til
arbeiðis enn.
Um eina løtu verður helst
meiri at gera hjá Sally Davidsen, ið
hevur verið til arbeiðis her síðani
klokkan 11 í morgun. Tað vísir seg,
at tey flestu fara til handils eftir
arbeiðstíð.
– Ja, mat hevur man so brúk fyri
hvønn einasta dag, staðfestir hon.
Umframt tað at viðskiftafólkini
fáa avgreitt síni ørindi í handlinum,
fáa tey eisini eitt smíl og eitt hugna
ligt prát við Sally við í keypinum.
Vit verða avbrotin í prátinum, tí
eitt viðskiftafólk er komið til kass
an. Hetta er ikki hvør sum helst, tí
her er talan um eina kvinnu av Nesi,
men sum nú býr í Gibraltar.
Hon arbeiðir eisini í eini hand
ilsfyritøku, so tað er skjótt at tær
koma í prát um hetta felagsevnið.
Mítt lív
Sally var ikki meiri enn 16 ára
gomul, tá hon fyrstu ferð fór til
arbeiðis í handlinum hjá Pidda. Og
her hevur hon verið síðani, nú hon
í næsta mánaði verður 53 ár.
– OK, eg havi verið burtur frá
onkutíð – tað hevur verið í sambandi
við orlov og onnur arbeiði, sum eg
havi roynt, sigur Sally.
– Men eg veit ikki. Eg eri kortini
altíð komin aftur higar í handilin at
arbeiða, sigur hon við einum brosi,
sum eitt týðiligt tekin um, at hetta
er eitt gott arbeiðspláss.
Saman við Sally eru tey trý fólk
til arbeiðis á hesi vaktini. Hvør
hevur sína uppgávu at røkja í
handli num.
– Ja, eg veit ikki. Hini bæði eru
onkustaðni her í handlinum. Tey
krógva seg kanska fyri tykkum,
tá tey sóu bilin hjá Sosialinum í
túninum.
Út til fólkið
Fríggjamorgunin
í
farnu
viku
fór Sally aftur til arbeiðis her hjá
Pidda. Hetta er ein serligur dagur í
handlinum, við eini serstakari upp
gávu at loysa.
Hon møtti henda morgunin
klokkan 11, og fór beinanvegin
undir ta serstøku uppgávuna sum
hoyrir hesum degi til: Vøruna út úr
húsinum.
Hetta er nevniliga dagurin, tá
fólk kunnu bíleggja sær vøru úr
handlinum, og sum síðani verður
koyrd heim til teirra.
Á einum ávísum staði verða
eskjurnar við bíleggingunum settar,
og seinni fer bilur út við teimum á
rætta stað. Tríggir tímar eru ætlaðir
til at avgreiða hesa uppgávuna.
– Tá hetta var liðugt, fór eg til
kassan. Og her siti eg so til klokkan
er sjey, tá mín vakt endar i dag,
greiðir Sally frá.
Einastur
Fyrr vóru aðrir matvøruhandlar á
Toftum, men í dag er bert handilin
hjá Pidda eftir.
Hóast eigararnir eru aðrir, er
hetta kortini ein handil har ikki
bert fólk av Toftum keypa alt tað,
tey hava brúk fyri í tí dagliga.
Gjøgnum ein vanliga dag, koma
fólk nógvastaðni frá at keypa, bæði
tí at opið er millum klokkan 9 og 22.
Og tí at handilin er við í Samkeyp
ketuni.
– Tað vísir seg, at summi koma
higar beint aftaná arbeiðstíð, meðan
onnur kom seinni um kvøldið, tá
børnini eru farin til songar. So fáa
tey møguleika at keypa í friði og
náðum.
–
Onnur
fara
til
handils
leygardagar. Eg havi hoyrt onkran
siga, at tey rudda fyrst heima við
hús, og fara síðani til handils, sigur
Sally brosandi.
snorri@sosialurin.fo
Handilin er
– Eg havi altíð arbeitt her. Eg
veit ikki, - tað er kanska so, at ein
torir ikki undir nakað annað sum
árini ganga, sigur Sally Davidsen,
eitt av brosandi andlitunum í
handlinum hjá Pidda á Toftum
Mynd: Jens Kristian Vang
TofTir – Mær dámar sera væl at arbeiða her í handlinum
hjá Pidda. Var tað ikki so, hevði eg jú ikki havt arbeitt her
so leingi, sigur Sally Davidsen av Toftum. Hennara stað er í
løtuni við kassan í einasta matvøruhandlinum á Toftum
Eg havi
altíð følt meg
heima her í
handlinum, –
tja, tað er sum
um man hoyrir
til her