Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 Sosialurin Oyggjablaðið mítt lív Við kassan Fyri at fáa arbeiðið at ganga so væl sum gjørligt í handlinum hjá Pidda, hava tey trý starvsfólkini á vaktini, hvør sína uppgávu: Onkur tekur sær av kølivørunum, onkur er á gólvinum, og onkur situr við kassan og avgreiðir viðskiftafólkini har. Sally hevur arbeitt nógv ár “inni í køl”, sum tey kalla tað. Her var hennara uppgáva at bíleggja vørurnar sum hoyrdu til hesa deildina og annað í tí sambandinum. – Tá hevði eg ikki so nógvar kassa-vaktir, men var mest á gólvinum, har mær eisini dámdi best. Tað er nú broytt, og nú siti eg fyri tað mesta við kassan, sigur Sally Davidsen. Sum heima Sally Davidsen fór til arbeiðis hjá Pidda beint eftir at skúlagongdin var lokin. – Eg hevði onga útbúgving tá, og havi heldur ikki síðani fingið mær nakra útbúgving. Og tja, tí eri eg bara blivin hangandi her, greiðir hon frá. Fyri mong er tað uttan iva so, at arbeiðið í einum handli ikki er serliga fínt ella mennandi. Men Sally hevur trivist her frá fyrsta degi. – Og so kemur man bara so líðandi inn í alt tað sum hevur við arbeiðið í handlinum at gera. Sally er tó ikki tann einasta sum hevur mong ár á baki her í handlinum. Onnur av starvsfólkunum hava eisini mong ár á baki, onkur teirra nærum eins nógv ár sum hon. Sally vil tó ikki beinleiðis siga, at tað er nakað serligt við at arbeiða í einum slíkum matvøruhandli. – Eg havi altíð følt meg heima her í handlinum, - tja, tað er sum um man hoyrir til her. – Eg var eitt sindur skeptisk, tá alt hetta nýggja við teldunum kom. Men tað funnu vit so líðandi eisini út av at brúka tað rætt, sigur Sally Davidsen, sum situr við kassan í handlinum hjá Pidda. Her hevur hon arbeitt síðani hon var 16 ára gomul Mynd: Jens Kristian Vang