mikudagur 28. apríl 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
12
Sosialurin
Oyggjablaðið
Regin Debess
Føroyingar sjálvir hava ikki átt
skip frá einaferð í miðøld til 1804,
tá ið Nólsoyar Páll og aðrir bygdu
Royndina Fríðu suðuri í Vági. Hetta
var ein roynd, sum tó fekk bráðan
enda undir Napoleonskríggjunum.
Ikki fyrr enn eftir at handilin varð
frælsur í 1856, broyttist siglingarsøga
okkara. Við byrjanini av slupptíðini
í endanum av 1800-talinum fór
skipaflotin at vaksa, og fiskivinnan
gjørdist høvuðsvinnan hjá okkum.
Føroyski róðrarbáturin hoyrdi
til tað gamla bóndasamfelagið.
Men tá ið sluppirnar vóru lagdar
fyri teym fyri veturin á firðunum,
vórðu róðrarbátarnir nýttir til
heima útróður og stuðlaðu á tann
hátt upp undir húsarhaldið, bæði
hjá land inum og hjá familjunum.
»... hann føroyingum fylgdi í
túsund ár...« yrkti Mikkjal á Ryggi í
sanginum »Áttamannafarið« í 1913.
Báturin hevði fylgt føroyingum
frá landnámstíð til slupptíð, men
var nú farin at verða hóttur ella
loystur av, tí nýggir motorar vóru
komnir. Hetta vóru 8-10 tons
deksbátar, smíðaðir til útróður við
línu og snøri. Yrkjarin sigur, at »eitt
sótsvart, eitt klinkandi, stinkandi
slag, teir velja – hann (róðrar bát-
urin) noyðist at víkja«. Hann syngur
víðari: »Við fúnaðum stavni hann
stendur í vørr« ella í einum ótøttum
neysti, »so regnið kann rota« tann
gamla viðin.
Sangurin var helst hugsaður
sum svanasongur hjá tí gamla róð-
rar bátinum.
Tann nýggi báturin, avloysarin
hjá áttamannafarinum, var dekks-
báturin við motori. Hans Andreas
Djurhuus
yrkti
samstundis
í
1913 um hesar nýmótans sterku
motorar: »Svartir í erva við hvítari
gron móti stormi teir snýsa, ... boða
frá frama og góðari veiði teir sterku
motorar.«
Nakrir fáir av teimum gomlu
bátunum eru tó á floti enn dagin í
dag. Takkað verið góðum hondum
og sterkum áhuga hjá teimum,
sum arvaðu gripin. Og onkrir av
teimum nú hundrað ára gomlu
motorbátunum sigla eisini enn.
Hetta eru okkara ellisfør at kalla.
Útróður
var høvuðsvinnan um veturin.
Slupp fiskimenninir fóru við skip-
unum yvir á Suðurlandið í Íslandi
um várið, komu aftur í mai og fóru
síðani yvir á eysturlandið. Teir
komu heim í september – oktober,
og tá var sluppin løgd fyri teym fyri
veturin.
Um 1920 fingu bátarnir motor
ísettan, og eftir tað varð lítið róð út
við gamla róðrarbátinum.
Í endanum av 1800-talinum fóru
nógvir føroyingar yvir til Íslands at
rógva út um summarið. Teir høvdu
bátar við sær úr Føroyum. Hesir
bátar vóru sera væl umtóktir av
íslendingum, sum mangan keyptu
bátarnar frá føroyingum eftir
verskeiðið.
Í 1950- og 60-árunum fóru hundr-
aðtals av føroyingum til Grønlands
at rógva út við maskinbátum. Teir
fingu loyvi at byggja sær smáttur
ymsa staðni nær góðum fiskileiðum
og búleikaðust har og róðu út alt
summarið. Um heystið komu teir
heimaftur við farmaskipum, sum
eisini førdu saltaða fiskin heim til
Føroya at turka og útflyta um víðu
verð.
Kappróðarbáturin
er ein nýtt bátaslag, lættari og smid-
ligari bátur enn gomlu útróðrar-
bátarnir. Fyrstu kappróðrarbátarnir
vórðu smíð aðir um 1930. Serliga
vaks talið á kappróðrabátum í
1960-70. Hundrað tals av róðrarfólki
rógva kapp um sumrarnar í tí
nýggja før oyska róðrarbátinum.
5 ymiskir róðrarbátar eru í báta-
høllini í framsýningini hjá Føroya
Fornminnissavni í Hoyvík. Og í
summar verður serframsýning um
bátasmiðin Niklas i Koltri.
Ein av bátunum er áttamanna-
farið »Miklingur«. Hann er uml. 12
alin te. 7.6 m millum stavnarnar og
er merktur til 1,53 tons.
Hvør maður hevði sín fasta sess
á bátinum, sína egnu ár, snøri, agn
og skjáttu ella útróðrarskrín. Fiskað
varð mest í felag, og veiðan varð
býtt eftir ávísari skipan.
Vanliga sat bátsformaðurin á
eys rúmsbekki í bakborði, nevnt
rangaborð, so hann betur fekk tosa
við menn, meðan teir róðu. Varð
siglt, setti hann se aftur í rong at
stýra. Árarnar eru langar og smalar,
tað spardi tilfar, og tær vóru lættar
og tóku ikki nógvan vind á seg í
andróðri og ikki ov tungar, tá ið
krappsjógvað var í streymstrongi.
Nøkur tøl um bátar og fólk
Í 1781-82 vóru 141 vetrarbátar í Før-
oyum (te. seks- og áttamannafør),
og manningin var 1.048 mans.
Fólkatalið í landinum tá var 4.409.
Í 1813 var bátatalið 482 (te. fýra-
, seks- og áttamannafør, harav 270
fýra mannafør og 212 seks- og átta-
mannafør). Fólkatalið var tá 5.252.
Í 1903 var bátatalið 1.450 í øllum
støddum, (harav 450 seks- og átta-
mannafør). Fólkatalið í 1901 var
15.230.
Fiskiskapur við skipum (serliga
enskum sluppum) byrjaði um 1880,
og flotin var um 1900 komin upp á
100 deksfør, og hann vaks í stórum.
Við hvørjari slupp vóru um 20
mans, so her hava verið oman fyri
1.000 sjómenn í landinum.
Báturin í Føroyum hevur alla
tíðina broytt skap alt eftir tørvi og
nýtslu. Hann verður í dag gjørdur
úr øðrum tilfari og nýttur til annað
endamál enn teir gomlu. Nú sigla
teir til stuttleika. Føroyingar hava
fingið sær stuttleikabátar. Um
sumrarnar ferðast teir fyri nesini
og seta hvørjum øðrum stevnu á
firðunum, fylkjast og fylgjast á
bátastevnum kring landi.
Eitt orðatak er: »bundin er bát-
leysur maður«. Tað sigur nakað um,
hvønn leiklut báturin hevur havt í
tí føroyska samfelagnum, og hvussu
stóran týdning tað hevur verið hjá
monnum at fáa møguleikar at virka
frítt.
Og báturin hevur enn í dag
stóran týdning hjá fólkinum, her
býr. Nýggir bátar koma hvønn dag.
Nú eru teir mest úr glastrevju, hava
stóran motor og eru skjótt gang-
andi.
Eisini eru feløg kring landið,
sum vilja varðveita ein lítlan part
av teirru gomlu mentanini og hava
fingið smíðað sær róðrarbátar í
gomlum sniði við árum og seglum.
Teir luttaka á regattasiglingum og
kappsiglingum og gera útferðir td.
við skúlaflokkum og øðrum, sum á
tann hátt læra eitt sindur um søgu
føroyinga.
Á Toftum er felag, sum hevur
tíggjamannafarið
“Dvørgamoy”.
Hetta er róðrarbátur við seglum
hildin í gomlum sniði, tjøraður
bæði uttan og innan við finskari
trætjøru, sum ger, at hann nú eftir
11 árum er heilt svartur á at líta.
Men tað sær ikki svart út við
umstøðunum at hava bátin her á
Toftum. Kommunan hevur givið
byggiloyvi, so at felagið kann
byggja sær neyst eisini í gomlum
sniði við grótlaðaðum veggjum
og flag tekju á einum øki við Rætt,
innavert bátahylin í Oyrunum.
Ætlanir vóru um, at alt økið
skuldi leggjast undir betong, og kai-
kantur gerast allan vegin inneftir.
Men mótmæli loysir seg.
Í hesum førinum vóru ætlanirnar
broyttar soleiðis, at fjøran var vard.
Eitt seinasta lítla petti av fjøru
við einum fiskastykki, skjelja møl,
Høgakletti, ein dráttur og Guli-
steinur sluppu at liggja, júst so sum
alt hevði ligið í 100 ár ella meir.
Børn kunnu spæla í fjøruni inni
á Rætt.
Fólk kunnu spáka sær oman á
støð og hugna sær á hesum lítla
varda bletti eitt sindur burtur
frá stressandi hurli og vasi, bara
sita eina løtu í vesturskininum í
fjørusteininum.
Góðan bátafestival altjóða ar-
beiðaradagin!
Við ár í hond – róðrar
báturin í baksýni
Sagt hevur verið, at føroyingurin varð føddur við ár í hond. Róðrarbáturin hevði í farnum tíðum alstóran
týdning hjá fólki at lívbjarga sær her á klettunum, – báturin var ein aðalhyrnissteinur undir samfelagnum.
Í sambandi við, at bátafestivalur verður á Toftum leygardagin, hevur Regin Debess
verið so beinasamur at skrivað okkum hesa grein til hetta serblað
Mynd: Vilmund Jacobsen