Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 14 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Hans Óli Viberg er havnarmeistari í Nes kommunu, og tað er hann sum ger av, hvussu bátarnir skulu liggja í Oyrahavnini, tá stevnt verður inn hagar klokkan 15 leygardagin. – Vit plaga at hava ein bát ella eitt skip, sum siglir fremst úr Skálafirði og út á Toftir, og soleiðis verður eisini í ár, nú tað verður Norðlýsið, sum kemur at hava hesa uppgávu við lokalum og staðkendum fólki umborð. Skipað atløga Havnarmeistarin vísir á, at um­ ráðandi er at hava væl skipaði við urskifti, so flest møguligir bát­ ar kunnu liggja best møguligt í deksbátahavnini. – Um eingin fyriskiping er, vilja allir sleppa fyrst inn í havnina at finna sær bestu plássini, og tá verður alt, sum best ber til. Tað gongur ikki. Eins og undanfarin ár, vænta vit bæði stórar og smáar bátar. Í fleiri førum eru hetta dýrir bátar, og tí er eisini umráðandi, at teir liggja væl, eins og tryggleikin skal verða í hásæti. Hans Óli heldur, at løtan, tá bátarnir koma til lands, eisini eigur at verða hátíðarlig, og tað verður hon, tá skipað verður so fyri, at eingin bátur sleppur inn í havnina, fyrr enn klokkan hevur sligið 15. – Í fjør høvdu vit einar 55 bátar inni í sjálvari deksbátahavnini, og fleiri av hesum eru stórir glas­ trevjabátar. Tilsamans vóru væl fleiri bát­ ar við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir í fjør, men tað eru altíð nakrir, sum ikki fara inn í deks báta­ havnina. – Teir, sum ikki ætla sær at liggja fyri náttina, men bara vilja uppliva sigling, heita suppu og ein túr upp á land at hyggja seg um, leggja ofta onkra aðrastaðni, har høgligari er at sleppa avstað aftur, sigur hann. Spurdur, hvussu hann ætlar at fyri skipa atløguna, um kanska 100 bátar ætla sær at vera liggjandi á nátt, sigur Hans Óli Viberg, at tá hevur hann ein luksus trupulleika, sum hann tekur til. – Vit hava stórt havnalag, og vit hava stóra havn úti við Fiska markn­ aðin Føroya. So, tað er bara at koma, og øll eru hjartaliga vælkomin. Vit skulu nokk finna út av, hvussu bátarnir liggja best, leggur Hans Óli Viberg aftrat. Havnarmeistarin hevur heft seg við, at veðurútlitini fyri leygardagin tykjast rímiliga góð. – Tær keldur, vit plaga at hyggja at, siga hampiliga gott veður og eitt týskt kort, sum hevur verið brúkt í nógv ár, sigur fínasta veður leygardagin. Vit kunnu so bara vóna, at veðrið ikki verður nakar trupul leiki, sigur hann. Bert Norðlýsið Hans Óli Viberg sigur, at Bátafelagið á Toftum hevur bjóðað sluppum og seglskipum annars til bygdar, nú bátafestivalur verður, men mangt bendir á, at tað bara verður Norðlýsið, sum fær komið. – Okkurt verður gjørt við hini skipini, og tey eru sostatt ikki klár at loysa. Ivamál er tó, um sluppin Jóhanna kanska kemur, sigur hann. Í fjør lá Brimil við nýggja havna lagið, har fólk kundu fara umborð at síggja hetta snotuliga skip, men tað er ikki so lætt hjá Fiski veiðieftirlitinum at leggja slíkar ætlanir langt fram í tíðina, tí eingin veit, hvørjar uppgávur skipini kunnu hava ella fáa, tá festivaldagurin kemur. – Vit hava tískil einki endaligt fingið at vita um hetta enn, leggur havnarmeistarin aftrat. Hans Óli sigur, at bjargingar­ báturin Lív kemur heim á Toftir, og Bátafelagið hevur eisini bjóðað Ziska til bygdar. – Nú bíða vit spent, til dagurin kemur, sigur hann. vilmund@sosialurin.fo Neyðugt er við skipaðum viðurskiftum ATLØGA – Eins og undanfarin ár, vænta vit bæði stórar og smáar bátar. Í fleiri førum eru hetta dýrir bátar, og tí er eisini umráðandi, at teir liggja væl, eins og tryggleikin skal verða í hásæti, sigur havnarmeistarin í Nes kommunu, Hans Óli Viberg Tofta havn Tofta havn, sum er fiski vinnuhavn burturav, hevur umleið 1.150 vitjanir um árið av før um 50 tons og størri. Haraftrat koma umleið 5.500 bátar og smærri deksfør í havnina. Fiskamarknaður Føroya, Landingarmiðstøð Føroya og Kassamiðstøðin liggja við Tofta havn. Tøk atløgusíða frammanfyri hesi virkir er 320 metrar, og dýpið er millum 6 og 8,5 metrar. Tøk atløgusíða við Ís virkið er 85 metrar, og dýpið er millum 4 og 7,5 metrar. Bátahavnin í Oyrunum hevur pláss fyri 70 bátum og smærri deksførum. El og vatn er tøkt við alt havnarlagið. – Tað er bara at koma, og øll eru hjartaliga vælkomin. Vit skulu nokk finna út av, hvussu bátarnir liggja best, sigur Hans Óli Viberg, havnarmeistari Mynd: Vilmund Jacobsen HAVNARMEISTARIN – Neyðugt er at leggja væl til rættis, so flest bátar liggja best møguligt, sigur havnarmeistarin Mynd: Vilmund Jacobsen ... tær keldur, sum vit plaga at hyggja at, siga hampiliga gott veður og eitt týskt kort, sum hevur verið brúkt í nógv ár, sigur fínasta veður leygardagin... Hans ÓLi ViBErg