Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 Sosialurin Oyggjablaðið Rás2 fyri fyrstu ferð á floti á Toftum Tá vestmenningar skipaðu fyri sínum árliga bátafestivali í fjør, sendi Rás2 beinleiðis frá festivalinum ein part av degnum. Soleiðis verður eisini, nú Bátafelagið á Toftum og fólk í Nes kommunu skipa fyri sínum árliga bátafestivali leygardagin. Rás2 fer at senda beinleiðis, og hetta verður soleiðis fyrstu ferð, at Rás2 verður á floti á Toftum – um vit so kunnu siga. Enn er ikki endaliga gjørt av, júst nær sent verður, og greitt er heldur ikki, hvørji fara runt við mikrofonini, eitt nú millum bátarnar úti á fjørðinum. Greitt er hinvegin, at tað verður Heri Simonsen, sum kemur at sita í studio og soleiðis kemur at stýra festivalsendingini á Toftum. Myndin er tikin á bátastevnuni í Vestmanna í fjør, tá James Olsen og Birgir W. Høgnesen søgdu frá úr Vestmannasundi Vilmund Jacobsen Í nøkur ár hevur Tofta havn veitt ta tænastu at taka ímóti spillolju og ruski frá skipum og bátum, sum koma til bryggju á Toftum. – Vit hava tanga til spillolju, og vit hava kassar til ruskið. Skip og bátar rinda eitt ávíst gjald fyri móttøku av burturkasti, og gjaldið er eftir støddini á skipinum. Tað kostar at sleppa av við rusk, og vit taka bara so mikið fyri hesa tæn­ astu, at skipanin hongur saman. Ætlanin hevur ongantíð verið, at hetta skal vera nøkur forrætning hjá okkum, men ein tænasta til skip og bátar, so minni – og helst einki – verður kastað í havið. Hans Óli sigur, at tænastan skal vera so bílig sum gjørligt, soleiðis at kostnaðurin ikki skal vera nøkur forðing hjá skipum og bátum at føra alt burturkast til lands – til burturbeiningar. – Vit syrgja síðan fyri, at spillolja og rusk fara á góðkent stað til burt­ urbeiningar, leggur hann aftrat. Meiri bevístir Havnarmeistarin sigur, at fiski­ og útróðrarmenn við árunum eru vorðnir nógv meiri bevístir um ikki at kasta burturkast í havið. – Eg skal rósa hesum monnum fyri alt, sum teir taka í land við sær, og eg kann róliga siga, at tað fer ikki ein agnpakki í havið longur. Línubátar koma við ymiskum goml­ um, sum teir hava fingið á línuna, og trolarar koma við ymiskum, teir fáa í trolið. Sama er eitt nú við gamlari línu og gomlum neti og weiri. Hans Óli Viberg sigur, at tað eru stórar nøgdir av ymiskum burt ur­ kasti, sum koma í land av skipum og bátum. – Tá eg var sjómaður, fór at kalla alt í havið. Men hildu, at havið kundi taka alt, men soleiðis er tað bara ikki. Eg haldi, tað er ordiliga flott, soleiðis sum menn eru vorðnir bevístir um slíkt burturkast í dag, sigur hann. Tvey ár Havnarmeistarin á Toftum hevur røkt hetta starv í júst tvey ár í hesum døgum. – Jú, mær dámar væl. Eg eri einsa mallur í starvi, men havi tveir menn, sum arbeiða hjá komm ununi, at loysa meg av um næturnar og í vikuskiftunum, tá eg havi frí. Triðju hvørja viku havi eg 24 tímar vakt gjøgnum eina viku, men annars arbeiði eg frá 8 til 17 vanligar dagar. Hans Óli Viberg sigur, at tele­ fonin hjá havnarskrivstovuni svar­ ar alt samdøgnið, og tá hann hevur frí, stillar telefonin um til hinar, sum loysa hann a v. vilmund@sosialurin.fo Nógv rusk í land BURTURKAST – Tofta havn tekur ímóti ruski frá skipum og bátum, og vit taka eisini ímóti spillolju. Fiskimenn eru nógv meiri at sær komnir í dag, enn tá eg var sjómaður, og alt varð tveitt í havið, sigur havnarmeistarin hjá Tofta havn, Hans Óli Viberg – Eg skal rósa fiski- og útróðrarmonnum fyri alt, teir taka í land við sær, og eg kann róliga siga, at tað fer ikki ein agnpakki í havið longur, sigur havnarmeistarin hjá Tofta havn Mynd: FMF BEVÍSTIR UMHVØRVI – Eg haldi, tað er ordiliga flott, soleiðis sum menn eru vorðnir bevístir um burturkast í dag. Fyrr fór alt í havið, sigur Hans Óli Viberg. Hendan myndin av dálking fram við landi sær ikki tespilig út ... tá eg var sjómaður, fór at kalla alt í havið. Men hildu, at havið kundi taka alt, men soleiðis er tað bara ikki... HaVnarmeistari