mikudagur 28. apríl 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
16
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Á Toftum eru fyrireikingarnar til
sætta bátafestivalin í røðini nú
av álvara í gongd, og í annaðkvøld
verður stóra tjaldið, sum felagið
eigur, sett upp á festivaløkinum.
Høgni W. Høgnesen, formaður
í Bátafelagnum, sigur, at tjaldið,
sum felagið keypti fyri fáum árum
síðan, upprunaliga var 30 metrar
langt og 12 metrar breitt, men nú
hevur felagið keypt 6 metrar uppí
tjaldið aftrat.
– Vit hildu, at tjaldið saktans
kundi verið størri, eitt nú til stóra
dansin, og nú hava vit so bygt tað
út, sum hann tekur til.
Formaðurin
í
Bátafelagnum
sig ur, at tað krevur nakað av fólki
at seta tjaldið upp, men við góðari
manning tekur sjálv uppsetingin
neyvan meiri enn einar tveir tím
ar.
– Haraftrat kemur so gólvið.
Her læna vit plattar, sum verða
lagdir eftir øllum gólvinum, og
omanyvir plattarnar leggja vit
byggiplátur, sum verða skrúvaðar
niður í plattarnar. Felagið eigur
byggipláturnar, sum eru kubbaðar
til og verða goymdar millum stevn
urnar, so tær kunnu brúkast ár um
ár, sigur hann.
Góður stuðul
Høgni W. Høgnesen sigur, at tað
hevur gingið væl undanfarin ár at
fáa tjaldið upp at standa, og fólk
eru ófør at hjálpa til.
– Hetta er triðja árið á rað, at vit
hava egið tjald til fleiri av okkara
tiltøkum. Vit eiga eisini eitt minni
tjald, og haraftrat hava vit lænt
tvey smærri tjøld úr Runavík, legg
ur hann aftrat.
Formaðurin
í
Bátafelagnum
er takksamur fyri, at bæði ein
stak lingar, samkomur og feløg í
kommununi hava sagt seg vera til
reiðar at taka hond í við ymisku
tiltøkunum, eitt nú við at servera
og til at skipa fyri, har eitt nú
hoppiborgirnar eru.
Økt bátatal
Høgni W. Høgnesen sigur, at tá
felagið á fyrsta sinni skipaði fyri
bátafestivali, var talið av bátum
umleið 40.
– Síðan eru fleiri og fleiri bátar
komnir við so hvørt, sum árini eru
liðin, og í fjør vóru einir 85 bátar
við í siglingini úr Skálafirði og út
á Toftir.
Hann fegnast um, at festivalurin
soleiðis hevur fingið størri og
størri undirtøku og heldur, at hevði
talið av bátum á festivalinum
leygardagin farið um teir 100, hevði
hetta verið so óført.
Høgni sigur, at umstøðurnar í
Oyrahavnini eru rímiliga góðar, og
her liggja bátarnir tryggir, tó at tað
kann gerast eitt sindur trongligt
– alt eftir, hvussu stórt bátatalið
verður.
– Bátarnir hava møguleikan
at fáa landstreym og vatn, og tað
verður havnarmeistarin, Hans Óli
Viberg, sum kemur at skipa fyri,
hvussu bátarnir skulu liggja, leggur
hann aftrat.
Stjórar á tekning
Eitt afturvendandi og umtókt tiltak
á bátafestivalinum á Toftum er ein
sonevnd meksikansk uppboðssøla,
har ein tekning verður seld. Tekn
ingin plagar at ímynda kendar per
sónar í Nes kommunu.
Høgni W. Høgnesen vil í dag
avdúka, at tekningin hesaferð
er av nøkrum kendum stjórum í
komm ununi, og tað er Eyðun Dahl
Christiansen, sum hevur teknað.
– Tað verða brøðurnir, Kári og
Tórður Mikkelsen, sum koma at
standa fyri uppboðssøluni í ár,
sigur hann.
Spurdur, hvussu nógv meksi
kanska uppboðssølan plagar at
geva í peningi, sigur formaðurin
í Bátafelagnum, at ágóðin hevur
verið ymiskur, men alt millum
10.000 og einar 20.000 krónur.
– Øll eru vælkomin á bátafesti
valin leygardagin, og vit gleða
okkum til at vera vertir á hesi fyrstu
bátastevnuni í ár, sigur Høgni W.
Høgnesen.
vilmund@sosialurin.fo
100 bátar á festival
Tá fólk í Nes kommunu á fyrsta sinni skipaðu fyri bátafestivali á Toftum, var bátatalið umleið 40. Seinnu
árini eru fleiri og fleiri bátar komnir við, og í fjør lá talið um 85. – Høvdu stívliga 100 bátar komið við
leygardagin, høvdu vit verið sera væl nøgd, sigur Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum
Felagshúsið verður pakkað upp og niðuraftur
FELAGSHÚS Bátafelagið á Toftum hevur ein dreym um eitt felagshús,
men enn liggja hesar ætlanir helst nakað frammi í tíðini
Vilmund Jacobsen
Høgni W. Høgnesen, formaður í
Bátafelagnum á Toftum, sigur,
at felagið hevur havt ætlanir um
at byggja eini felagshús, og í hes
um sambandi hava tey havt fyri
spurning hjá Nes kommunu um
grundøki.
– Jú, vit hava ein dreym um at
fáa tak yvir høvdið, men vit hava
ikki fingið at vitað, hvørjar ætlanir
kommunan hevur kring um havna
lagið.
Høgni W. Høgnesen ásannar, at
byggiætlaninar helst liggja nakað
frammi, tí enn hevur felagið ongar
tekningar av einum slíkum húsi.
Hann dugir tí heldur ikki ítøkiliga
at siga, hvussu felagið hugsar sær,
at ein slík byggiætlan kemur at
síggja út.
– Vit hava reist fyrispurningin
hjá kommununi, har vit hava søkt
um grundøki. Tey hava neyvan
gjørt meiri við málið, og tað hava
vit heldur ikki, sigur hann.
Formaðurin
í
Bátafelagnum
ásannar, at felagshølini hjá teimum
er stóra tjaldið, sum tey eiga, og sum
nú verður brúkt á hvørjum festivali.
– Vit kunnu siga, at okkara
felagshús verður pakkað upp, tá
bátafestivalur er og verður síðan
pakkað niðuraftur, tá tiltakið er
liðugt, sigur Høgni W. Høgnesen.
vilmund@sosialurin.fo
Fakta
Bátafelagið á Toftum
er stovnað 13. mars í
2005.
Í nevndini eru:
Høgni W. Høgnesen,
formaður, Krisolvur
Johannesen, næst for
maður, Høgni Hansen,
kassameistari, Snorri
Jensen, ognarrøkil
og Haldur Gaardbo,
skrivari.
Tiltakslimir eru: Hans
Óli Viberg og Borgar
Hansen.
– Øll eru vælkomin, og vit gleða okkum til at vera vertir á hesi fyrstu bátastevnuni í ár, sigur Høgni W. Høgnesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
FORMAÐURIN