Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin 17 sum var systirsonur John, at hann gjørdist sera ringur, fekk nógvan fepur og gjørdist í ørviti. Tá ið dr. Dahl hoyrdi um tað bragd, ið hesin maður hevði framt, at hann hevði bjargað trimum av sínum skipsfeløgum, m.a. pápanum, ja, kanska einari heilari skipsmanning, gjørdi hann alt hann kundi fyri at bjarga John. Men honum var ikki lív lagað. Hann hevði fingið so nógvan sand niður í lunguni hesa feigdarnátt, at tað var honum at deyðameini. Hann andaðist 11. juli 1933, bara 33 ára gamal. Henda hending hevði stórt árin á pápan, tí hann føldi seg altíð standa í skuld til John á Bakkanum, sum læt lív, fyri at pápin varð bjargaður. Tá ið pápin varð komin heim aftaná hesa dramatisku bjarging og henda álvarsama skelk, ivaðist hann í, um hann skuldi fara aftur til skips. Men pápi hansara, Poul í Garðastovu, segði við hann, at um hann ikki fór avstað aftur beinanvegin, fór hann als ikki aftur til skips. Hann tók tí avgerð um at fara. Eftir at hava verið heima einar fjúrtan dagar, fór hann við sluppini “William Stephenson” aftur til Íslands. Skipari var Sámal í Jákupsstovu, Vestmanna. Pápin og hann kendust sera væl. Pápin sigur, at tá ið teir nærk­ aðust Meðallandsbuktini, kom ein slík neyð á hann, at hann hevði ringt við at sova. Men táið ein tíð var frágingin, fekk hann tað betur. Her endar frásøgnin hjá pápanum. Íslendskar frágreiðingar Í Íslandi eru eisini frágreiðingar í sambandi við hesa hending og verða tær endurgivnar her: 17. mars 1931 Týsdagin hin 17. mars 1931 um middagsleitið, boðaði Hávarður Jónsson, bóndi á Ovaru­Fljótum, hreppstjóranum í Leiðvalla komm­ unu í telefonini frá, at strandaðir útlendingar vóru komnir í land nær við handilsvøruhúsið, sum Keypfelagið hjá Skaftfellingum eiga við Skaftarósa. Teir vóru slopnir inn í húsið og haðani givið boð frá sær umvegis telefon. Hetta húsið stendur nær við kommunumarkið, og tí var ómøguligt at siga, hvørju megin markið teir vóru strandaðir. Um tað var í Leiðvalla kommunu ella ikki. Hreppstjórin fór í skundi til nevnda Keypfelagshús saman við Hávarði Jónssyni, sum hann tók við sær. Teir komu til húsið uml. kl. 13.30. Har var manningin av motor­ skipinum “Queen Victoriu” úr Før­ oyum. Teir vóru strandaðir umleið kl. 01.00 um náttina og sluppu í land millum kl. 8 og 9 um morgunin. Allir vóru, eftir umstøðunum, toluliga væl fyri, og saman við teimum var ein íslendingur, Jóhann Jónsson, arbeiðsmaður í Seglbúðini, sum var sendur hagar til at opna húsið fyri teimum strandaðu, sum vóru slopnir inn ígjøgnum eitt vindeyga. Hreppstjórin var varin við at lata menn koma ov nær teirri strandaðu manningini vegna sóttverju til økislæknin var komin. Læknin kom stutt aftaná. Hann tosaði við skiparan um heilsumál og sóttverju orsakað av umfarssjúku, spanska sjúka, sum gekk í Føroyum, og hann tók rapport av teimum. Læknin tók ta avgerð at seta manningina í karantenu í tveimum húsum í minsta lagi í tveir dagar. Til hetta valdi hann heimini Kirkjubæjarklaustur og Hólmi. Tað komu tríggir bilar haðani og fluttu manningina hagar. Áðrenn manningin fór úr handilshúsinum og eftir at hreppstjórin hevði boðað sýslumanninum í Skaftafellssýslu frá um skipsvrakið pr. telefon, tók hreppstjórin ta vanligu frá­ greiðingina av skiparanum, Abra­ ham Jacobsen, sambært § 5 í nú­ galdandi strandalógini. Skipið fór av Vestmanna 12. mars 1931. Eigari og útgerðarmaður (kona) var einkjan eftir Joen J. Durhuus. Manningin taldi 19 mans. Skiparin sigur, at teir strandaðu vegna kumpassforstýrilsi og ynsktu hjálp frá myndugleikunum at fáa manningina heim. Hreppstjórin sendi tveir menn á staðið, har skipið var strandað fyri at vita, hvussu vorðið var við skipinum. Skipið var tá umgyrt av sjógvi og ódn var í brimi. Skipið var komið nakað longri niðan. Tað var fult av sjógvi, tá ið manningin fór av skipinum. Skipið kundi annaðhvørt fara longur niðan á sandin ella reka til sjós. Vaktarmenn vóru settir. Teir vóru Guðmundur Bjarnasson og Bjarnfreður Jóh. Ingimundarson, báðir frá Ovaru­Steinsmýru um­ framt Páll Jónsson, bóndi úr Sunnaru­Steinsmýru. Av tí, at tað var heilt ómøguligt vegna veður at bjarga nøkrum av skipinum, fóru mennirnir heim aftur. Eyjólfur Eyjólfsson, kreppustjóri, Hávarður Jónsson, bóndi og altingsmaður, Abraham Jacobsen, skipari, Snorri Alldórsson, skrivari Bjargað verður úr skipinum 18. mars 1931 Hreppstjórin og fleiri fara á staðið, har ”Queen Victoria” strandaði, og komu hagar uml. kl. 8.00 um morgunin. Veðrið var batnað og brimið minkandi. Skipið var komið longur niðan, enn tað var dagin fyri. Hreppstjórin valdi tveir menn at koma við sær at meta, um skipið skuldi kolldømast sambært strandalógunum. Teir komu til ta niðurstøðu, at sambært § 2 í somu lógum, skuldi skipið dømast sum vrak. Teir, sum valdir vóru til hetta, vóru Guðmundur Bjarnasson frá Ovaru­Steinsmýru og Hávarður Jónsson frá Ovaru­ Fljótum. Á staðið komu eisini fimm av manningini, ein teirra var skiparin. Við teimum komu í tveimum bilum, Siggeir og Bergur Lárussynir frá Kirkjubæjarklaustri, Bjarni Runólfsson frá Hólmi og økislæknin. Tá ið skipið var dømt vrak, varð byrjað at bjarga úr skipinum undir leiðslu av hreppstjóranum. Bjargað varð tað mesta av tí leysa, sum fekst fatur í. Tað mesta av tí vóru klæðir hjá manningini, segl, tog, snøri, onglar og søkk (lodd). Bjargað varð eisini lyktir, byrsur, ymisk borð­ og køksamboð, gluggar úr stýrihúsinum, 7 tunnur av olju og nakað av provianti o.a.. Av tí, at skipið var fult av sjógvi, og meginparturin av proviantinum var oyðilagdur, helt hreppstjórin tí uppboð av tí, sum hevði nakað virði. Bjargingin var liðug kl.14.00. Hon vardi frá kl. 8.30 um morgunin. 17 mans hjálptu til við bjargingini. Tá ið hann var komin heim, boðaði hreppstjórin løgreglustjóranum frá pr.telefon, hvat gjørt var um dagin. Løgreglustjórin avgjørdi, at hreppstjórin skuldi fara á strandstaðið dagin eftir, fyri at kunna geva frágreiðing um, hvussu vorðið var við skipinum tá og um, hvørjar framtíðarvánir vóru. 19. mars 1931 Næsta morgun var hreppstjórin á veg til staðið, har skipið strandaði, men tá ið hann kom til garðin á Sunnari­Fljótum, komu eini snarboð frá Ovaru­Fljótum við boðum um, at eitt annað skip, enskur trolari, “Lord Beaconsfield” frá Grimsby, var strandað við Skarðsfjara, sum hoyrdi til kommununa, men liggur einar 20 km frá Langholti. Hreppstjórin noyddist tí at hálsa um og fara í skundi til Skarðsfjarar. Av tí at eygsýnt var, at hann ikki kundi kanna “Queen Victoriu” tann dagin, fekk hann Hávarð Jónsson, bónda, at fara fyri seg. Sambært rapportini frá Hávarð, var skipið í sama standi, sum dagin fyri. Tað fyltist á flóð, men tømdist á fjøru gjøgnum lekan. Tað var flutt eitt lítið sindur longur niðan eftir sandinum, og tí var bjarging møgulig. Tað lá eitt sindur á liðini eins og dagin fyri, og sandur var byrjaður at koma í skipið. 21. mars 1931 Uppboð av tí, sum bjargað var, varð lýst í øllum kommunum millum Mýrdalssand og Skeiðarárssand ( í Leiðvallar­, Álftavers­, Skaftár­ tungu­, Kirkjubæjar­ og Hørgslands kommunum). Sama dag vóru teir strandaðu mennirnir endiliga fluttir avstað haðani. Teir komu til Alftaver um kvøldið. Finnleif á Sandinum, har Queen Victoria fór á land Skaftarósi, har John á Bakkanum svam yvirum við manni á bakinum Viti vestanfyri Skaftarósa Guðni, Gylfi og Gudmundur við eini hús, sum einaferð vóru neyðskýli hjá strandaðum sjómonnum Framhald á síðu 18