mikudagur 28. apríl 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Miðvikan
18
Framhald frá síðu 17
23. mars 1931
Uppboð var hildið og vardi í 6 tímar.
Tá ið uppboðið var liðugt, varð ikki
hildið vakt meira á strandstaðnum.
Kunngjørt varð, at tilboð uppá
skipið, sum tað lá, kundi sendast
til hreppstjóran. Skipsskrokkurin
(vrakið) broyttist lítið.
27. mars 1931
Telegramm frá løgreglustjóranum
um útbjóðingina av skipsskrokki
num við tí, sum er í honum, og í
tí standi, sum hann verður í við
søluna, var kunngjørt í kommununi
og grannakommununum.
Eyjólfur Eyjólfsson, hreppstjóri
Bjarnfreður Jóh. Ingimundarson,
Guðmundur Bjarnasson
Viðmerking:
Nevnast skal, at hreppstjórin var
tann maðurin, sum umboðaði
sýslumannin ella løgreglustjóran
og sum ein kommuna valdi (oftast
aðrastaðni frá) til at vera yvirleiðari
fyri kommununa í øðrum málum
enn teimum, sum snúgvu seg um
tann dagliga raksturin í bygdini/
bygdunum. Hvør sýsla hevði ein
sýslumann, meðan hvør kommuna
hevði ein hreppstjóra.
Finnleif:
Á staðnum í 2002
Eftir at eg hevði skrivað hesa
frásøgn í 1991, hugsaði eg, at áhuga
vert hevði verið at farið á staðið,
har teir strandaðu. Í mínum
starvi hjá Landsverk eri eg komin
av og á til Íslands í sambandi
við
norðurlendskar
fundir
og
ráðstevnur. Eisini havi eg gjøgnum
árini havt eitt gott samstarv við
Íslendska vegaverkið. Í august
2002 var ársfundurin í Nordisk
Chefforum hildin í Reykjavík.
Hetta eru fundir, har leiðslan í teim
norðurlendsku
vegaverkunum
møtast einaferð um árið. Síðani í
1983 havi eg umboðað Landsverk á
hesum fundum.
Tá ið
hesir
fundirnir
vóru
lidnir, bjóðaði Gudmundur Arason,
yvirverkfrøðingur
í
íslendska
vegaverkinum, og sum eg havi
kent í mong ár, mær ein túr til
Kirkjubæjarklaustur. Eg man helst
hava sagt Gudmundi onkuntíð frá
hesi hending, tá ið pápin strandaði
í Meðallandsvíkini. Hetta takkaði
eg fyri. Vit fóru úr Reykjavík við
bili seinrapart á degi og koyrdu til
bygdina Vík, har vit yvirnáttaðu.
Morgunin eftir koyrdu vit til
vegastøðina
í
Vík,
har
Gylfi
Juliusson,
økisverkfrøðingur
á
Suðurlandinum, tók í móti.
Tá ið vit høvdu fingið okkum
ein góðan bita og vóru vístir runt
á vegastøðini, koyrdu vit tríggir í
einum 4hjólstrektum jeepi ímóti
bygdini
Kirkjubæjarklaustur.
Komnir til Kúðarfljót, koyrdu vit
av høvuðsvegnum eftir einum
bygdarvegi
til
ein
bóndagarð
í Bakkaskoti, ið liggur nakað
sunnan fyri Kirkjubæjarklaustur.
Guðni Runolfsson, bóndi, ið var
staðkendur, kom við okkum og
koyrdu vit fýra síðani oman á
staðið á OvaruSteinmýrafjøru,
har “Queen Victoria” strandaði.
Meðallandssandurin er ein umleið
50 km long sandstrond. Har er
útgrunt, og mong skip eru komin
illani fyri har.
Nevnast kann, at á Suður
landinum millum Dyrhólaey og
Ingólfshøfði har strandalongdin
er umleið 140 km, strandaðu í
tíðarskeiðinum 1892 – 1982 105
skip, har tey flestu gjørdust vrak.
Nevnast kann, at av hesum skipum
vóru 37 bretskir trolarar, 27 týskir
trolarar, 12 íslendsk skip, 11 fronsk
skip, 8 føroysk skip, 5 norsk, 3
belgiskir trolarar og 2 donsk skip.
Aftaná at hava hugt at staðnum
og kunnað okkum um umstøðurnar
og tikið nakrar myndir, koyrdu vit
eftir sandinum til Skaftarósan, har
John á Bakkanum svam yvirum við
manni á bakinum.
Guðni, ið var sera blíður og
tíðindafróður, greiddi frá umstøðu
num har á leið.
Meðan vit koyrdu eftir sand
strondini, steðgaðu vit á við
eitt sokallað “neyðarskýli”, sum
er/var
ætlað
strandaðum
sjó
monnum at bjarga sær í. Millum
Vík og Ingolfshøðfi eru 12 neyðar
skýlir, sum eru bygd framvið
sjóarmálanum. Fráleikin millum
hesi neyðarskýlini er 15 til 40 km.
Guðni segði m.a., at áðrenn
vegakervið á Suðurlandinum millum
Reykjavík og Kirkubæjarklaustur
varð bundið saman í 1942, vóru trý
felags handilshús (Keypfelagshús)
á Suðurlandinum. Eitt í bygdini Vík,
eitt við Skaftarósan og eitt í Høfn.
Hetta vóru felags vørugoymsluhús
hjá
handilsmonnum
á
Suður
landinum, ið stóðu nær við sjóar
málan. Vøran varð flutt sjóvegis
úr Reykjavík ella úr Vestmanna
oyggjunum.
Hetta húsið við Skaftarósa, sum
strandaðu mennirnir komu inn
í , var eitt stórt hús í 3 hæddum,
bygt úr timbri. Húsið varð tikið
niður í 1942, eftir at vegasamband
var komið, og bygt uppaftur við
Kirkjubæjarklaustur
sum
ein
seglbúð.
Tá ið vit stóðu við Skaftarósa
og eg greiddi teimum frá, at John
á Bakkanum hevði svomið tvørtur
um ósan við manni á bakinum,
hildu teir, at hetta var eitt satt
mandómsbragd. Teir høvdu ikki
hoyrt um nakran annan, ið hevði
gjørt hetta, tí streymurin er so
harður oman gjøgnum áarósan.
Frá Skaftarósa koyrdu vit niðan
í bygdina
Kirkjubæjarklaustur,
ið liggur uml. 25 km niðan frá
strondini. Vit steðgaðu við bæði
húsini, sum tóku ímóti manningini
av
“Queen
Victoriu”.
Haðani
koyrdu vit heim á bóndagarðin
hjá Guðna, har bóndakonan og
dóttirin høvdu gjørt okkum ein
sera góðan døgurða, lambasteik
við øllum góðum afturvið og
omaná. Á bóndagarðinum vóru
umframt Guðni Runolfsson, ið
var føddur í 1938, kona hansara og
eisini pápi hansara. Dóttir teirra og
sonur hennara vóru komin at vitja
foreldrini og abban.
Aftaná at hava takka fyri okkum,
koyrdu vit tríggir, Guðmundur, Gylfi
og eg eftir høvuðsvegnum eystur
móti Skeiðarársandi og hugdu,
hvussu teir høvdu loyst tað akuttu
støðuna at gera ábøtur á vegin og
brúgvar, ið fingu stóran skaða, tá
ið eldgos var við Skeiðarárjøkul í
1996, og sum elvdi til vatnflóð og
oyðilegði partar av høvuðsvegnum.
Tvær stórar brúgvar og 30 km av
vegi skolaðu burtur.
Haðani gekk leiðin aftur til
Reykjavíkar.
Ein spennandi ferð og ein minni
ligur dagur var komin at enda.
Keldur:
Ejvind Winther Durhuus
Siglingarsøga bind IX
Guðni Runolfsson, bóndi,
Kirkjubæjarklaustur
Sjófrágreiðing (Tjóðskjalasavn
Íslands)
Dynskógar bind 8 (skip strandaði á
Suðurlandinum 18981982)
Á páskum 2010
Finnleif W. Durhuus
Húsini hjá Hávarði Jónssyni, bónda í Kirkjubæarkleystur, har
Ejvind saman við øðrum av manningini búði í fýra dagar
Bóndagarðurin á Hólmi, har restin av manningini búði
Kort av parti av Meðalandsvíkini, sum er umrødd í frásøgnini
Myndirnar vóru frá
Fornminnissavninum
Í seinasta parti høvdu vit
tvær frálíkar myndir av
mannningunum á John
Bull og Skálanesi. Av
misgávum var ikki tilskilað
at myndirnar eru frá Føroya
Fornminnissavn.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
meira frá ættini hjá John
á Bakkanum. Um nakar
veit nakað meira um hesa
hending ella hevur mynd av
Queen Victoriu vilja vit fegin
frætta. Komið verður eisini
aftur til brøðurnar Tummas
og Viggo Zachariassen.
Júst fyri 50 árum síðani
gekk bróðursonur teirra,
uppkallaður eftir teimum
báðum, burtur á Kappanum
við Hanne S.