Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 Sosialurin Stjórin á Almannastovuni Petra Johnsdóttir Joensen fyllir í dag 28. apríl 65 ár. Hon hevur við hepnari hond havt ovastu leiðsluna av Almannastovuni síðani 1. august 2000. Tá ið hon í ár 2000 kom í starv á Almannastovuni, var umsitingin ikki væl fyri. Her verður hugsað um starvsfólkaorku, menningarmøguleikar, hølisviðurskifti og tøkni. Hetta skal síggjast í mun til tær risastóru uppgávur, sum stovnurin varð álagdur. Lógarbroytingar á almannaøkinum komu í jøvnum streymi til Almanna­ stovuna, og her skuldi umsitingin vera klár at umsita hesar. Ì dag koyrir hetta arbeiðið væl og skipað. Tað krevst lærdómur og vitan at verða ein týðandi sparringspartnari hjá Almannamálaráðnum við skiftandi lands­ stýrismonnum/kvinnum. Her hevur stjórin Petra Johnsdóttir víst dirvi og vís­ dóm saman við sínum starvsfólkum at rúma uppgávunum, og harafturat skapa menning. Stjórin hevur alla tíðina havt sum aðal­ mál, at stovnurin skal kunna nøkta tey krøv til fyrisitingina, sum politiska skipanin krevur, samstundis sum borgarin skal hava sínar lógarfestu tænastur og rættindi. Fingramerkini hjá Petru komu skjótt og hava verið sjónlig gjøgnum árini við veruligum leiðaraskapi. Í 2002 fór ein stór bygnaðarbroyting fram, sum var gjøgnumførd millum leiðsluna, starvsfólk og Almannaráðið og við neyðugu sam­ ráðingum við fakfeløg . Vit minnast ikki bara lættar løtur, men vit viðurkenna, at tað hevur verið neyðugt at hugsa nýtt, og at stovnurin framhaldandi er innovativur. Sínar ætlanir hevur stjórin hesi mongu árini gjørt greiðar fyri starvsfólkum gjøgnum mennandi temadagar, skipaðar leiðslufundir og skipað samstarv við álitisfólkaskipanina. Størsta avrikið er allarhelst, at stjórin gekk og gongur á odda fyri einum væl­ virkandi leiðslutoymi. Strategiska arbeiðið hvílir í dag á á missión og visjón og virkisætlanir fyri Almannastovuna. Ein av hornasteinunum hjá stjóranum hevur somuleiðis verið at menna síni starvsfólk til sjálvsleiðslu. Samstundis, sum hon ongantíð hevur ivast í, hvør hevur havt evstu ábyrgd av stovninum, nevniliga hon sjálv. Hennara persónliga styrki er, at hon er vitandi, klók, hugkveikjandi, ábyrgdarfull og sera arbeiðssom. Hon hevur givið mongum starvsfólki og viðskiftafólki góða og holla læru, hvussu fram skal farast, tá ið umstøður hava verið fløktar og truplar. Eisini hevur stjórin lagt stóran dent á, at starvsfólk eru medvitandi um teirra týdning sum fakfólk og vitanarberar. Petra hevur seinastu 10 árini verið viðspælari á norðurlendska almanna­ økinum fyri stjórar í øllum Norðurlondum. Burturúr hesum arbeiði er mong góð ætlan og vitanardeiling farin fram til stórt gagn fyri Almannastovuna. Ástøðiliga hvílir arbeiðið hjá Petru á løgfrøðisligt embætisprógv frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1989. Sama ár, sum hon bleiv stjóri her á stovninum, gjøgnumførdi hon útbúgving á Roskilde universitetscenter viðvíkjandi “Master of Public Policy”. Herumframt hevur hon holla eftirútbúgving innan leiðslu og management. Áðrenn Petra Johnsdóttir Joensen kom í stjórastarv á Almannastovuni vóru arbeiðsroyndirnar fyri størsta partin innan starvsfólkaleiðslu og røkt. Vit fara við hesi heilsan at takka føðingardagsbarninum fyri gott arbeiði á Almannastovuni, og ynskja hjartaliga tillukku við degnum. Starvsfólk á Almannastovuni Almannastjórin Petra Johnsdóttir Joensen 65 ár Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo 65 ára føðingardagur Sunnudagin 2. mai verður Peter Ove Eliasen, Klaksvík 65 ár. Dagurin verður hildin Undir Brúnni 1. 75 ára føðingardagur Mikudagin 28. apríl fyllir Alma Bjartalíð, Klaksvík 75 ár. Hon verður væntandi stødd í Keypmannahavn í samband við at ommudóttirin, Tóra Brend, verður konfirmerað tann 30/4. Heilsan kann sendast við telduposti til almabjartalid@ hotmail.com ella sms/tlf. 0045 6042 8031. 80 ára føðingardagur Mikudagin 28. apríl fyllir Victoria Tróndheim Leirvík 80 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum Leygardagin 1. mai frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Tann 30. apríl fyllir Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni á Skála, 80 ár. Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum á Skála, og byrjar borðhaldið kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Leygardagin 1. mai verður Jeffrei Henriksen, Strondum, 80 ár. Dagurin verður hildin á Heiðaskákinum 8 í Havn frá kl. 18. Silvurbrúdleyp Týsdagin 11. mai hava Irena og Ronald Olsen á Nesi silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 15. mai í Missiónshúsinum Tabor á Toftum frá kl. 10 til 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 1. mai giftast í Kallundborg Louis Sarr og Hans Hilmar Dam. Brúdleyp Leygardagin 1. mai giftast Linda Kjeld, Tórshavn og Jákup Eli Joensen, Oyrabakki. Vígslan verður kl. 12 í Havnar Kirkju. Døgurðin verður saman við familjuni. Síðan verður veistlan í Bygdarhúsinum í Kollafirði kl. 19, og familja og vinir eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 1. mai giftast May­Britt Jacobsen og Henning Holm, Vágur. Vígslan verður í Vágs kirkju kl. 15. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í VB húsinum kl. 18.30. Brúdleyp Leygardagin 1. mai kl. 11 giftast Elma á Geilini, Svínoy, og Andras Ortind, Sørvágur, í Samuelskirkjuni, Keypmannahavn. Opið hús verður í Absalonsgade 23, København V, kl. 20 har øll ið ynskja at heilsa uppá brúðarparið eru vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 1. mai giftast Dania Berthelsen og Svein Thomsen, Strendur. Vígslan verður í Sjóvar kirkju kl. 11. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 15. Frá kl. 19 verður opið hús í Bygdahúsinum á Strondum, har øll er hjartaliga vælkomin at gleðast saman við brúðarparinum. Vinarliga Dania & Svein. Brúdleyp Leygardagin 8. mai giftast Fríða Ellingsgaard og Eyðfinnur Bjarnason Joensen, Eiði. Vígslan verður í Eiðis kirkju kl. 9. Brúdleypið verður á Hotel Føroyum kl. 11 fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 15. mai giftast Súsanna Debes og Herleif Hammer, bæði úr Havn. Vígslan verður í Hoyvíkar kirkju kl. 15. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið eru hjartaliga vælkomin í opið hús heima í Huginsgøtu 1, Hoyvík, frá kl. 18. Vinaliga sigið frá á tel. 509003 ella á mail herleif.hammer@skulin. fo innan 3. mei. Brúdleyp Leygardagin 22. mai giftast Eyðstein Jacobsen og Karina Joensen, Tórshavn. Vígslan verður í Hvalbiar kirkju kl. 14, og brúdleypið verður í Roynhøllini kl. 18 fyri innbodnum. Merkisdagar