mikudagur 28. apríl 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
20
Sosialurin
Nøvn
Tann 29. apríl verður ein vælkendur
klaksvíkingur, Jákup Sólstein, 70
ár. Jákup er sonur Elsu Bergittu f.
Samuelsen og Jens Paula Sólstein
f. Frederiksen. Eldru systkini hjá
honum eru Alex og Dagny.
Jákup gekk í skúla hjá so kendum
lærarum sum Meinhard Johansen,
Jógvan Joensen, Óla Dahl, Hans
David Petersen og Sámal Petersen.
Tað kann sigast, at fyritøkan hjá
Kjølbro gjørdist alt arbeiðslívið hjá
Jákupi. Farin úr skúlanum fór Jákup
at arbeiða í timburhandlinum og
spinnarínum hjá Kjølbro. Hann
fór á háskúla í 1957-58 og so aftur
til Kjølbro. Í 1963 kom hann á
skrivstovuna hjá Kjølbro og gjørdist
fulltrúi.
Kjølbro var tá tann stóra fyri-
tøkan í Klaksvík, sum hevði mest
sum alt virksemið í býnum.
Fyritøkan hevði nógv skip og ta
fiskavirking, sum var. Umframt vóru
tað klædna- og matvøruhandlar,
beding, blikksmiðja, timburhandil,
spinnarí, fiskamjølsvirki og annað
eisini. Tað vóru fleiri hundrað fólk í
arbeiði hjá Kjølbro.
Hetta stóra virksemið merktist
eisini á skrivstovuni, har tað tá
vóru 22 fólk. Tað kom at vera innan
fiskiveiðupartin hjá Kjølbro, at
Jákup kom at gera seg galdandi. Í
nógv ár gjørdi hann avrokningarnar
til manningarnar.
Stjórin
á
Kjølbro,
Svend
Thulesen, var formaður í reiðara-
felagnum fram til 1983. Hann
varð tá avloystur í nevndini í
reiðarafelagnum av Jákupi.
Í 1990 verður Jákup formaður
í reiðarafelagnum, og hevur hann
hetta starv fram til 2007. Jákup kom
eisini at seta sítt merki á felagið. Í
nógv ár høvdu arbeiðsgevarafelagið
og reiðarafelagið felags skrivstovu
við einum skrivara sum dagligan
leiðara. Hetta riggaði eisini sum so
væl. Men tá arbeiðsgevarafelagið
gjørdist meira “politiskt” og fór al-
ment at taka støðu í vinnuspurn-
ingum vísti tað seg, at reiðarar og
arbeiðsgevarar á landi saktans kundu
hava mótstríðandi áhugamál.
Tískil fekk Jákup reiðarafelagið
til at fáa egnu skrivstovu við
skrivara, og hevur felagið síðan
tá eisini verið meira sjónligt í
fiskivinnuspurningum
eins
og
fiskimannafelagið tá var. Jákup
hevur
heldur
ongantíð
verið
bangin fyri at siga sína meining um
fiskivinnumál. Vanliga hevur eisini
skil verið í!
Vit báðir komu tískil at hava nógv
samskifti. Reiðarar og fiskimenn
hava jú meira til felags enn aðrir
mótpartar á arbeiðsmarknaðinum.
Fiskimenn fáa jú part av peningaligu
úrtøkuni hjá skipinum. Teir hava tí
saman við reiðarum áhuga fyri at
henda úrtøkan verður so høg sum
gjørligt.
Eitt samstarv, har Meginfelag
Útróðrarmanna eisini var við, var at
fáa altjóða ráðgevarar sum mótvekt
til fiskirannsóknarstovuna í árligu
ásetanini av fiskidøgum. Tað er
neyvan ivi um, at hetta samstarv
bjargaði mongum fiskidegi! Tann
seinasti av hesum serfrøðingum
var Menakhem Ben Yami frá Ísrael,
sum Fishing News International
hevur drúgva samrøðu við í mei-
blaðnum saman við stórari umrøðu
av fiskivinnu í Føroyum.
Tað fremsta samskiftið millum
feløgini var kortini í samband við
sáttmálasamráðingar.
Her
var
uppgávan at gera sáttmálar, har tað
kundi bera til hjá báðum pørtum.
Okkurt kundi verið øðrvísi, men í
hvussu varð við sáttmálagerðini
lagt lunnar undir heimsins fremsta
fiskiskipi!
Ein onnur uppgáva var at
loysa teir spurningar, sum altíð
kundu stinga seg upp í einum
sáttmálaskeiði. Hesir vórðu altíð
loystir á ein skipaðan hátt. Tað
kann leggjast afturat, at tað kom
ikki fyri, at vit aftaná samráðingar
vóru ósamdir um, hvat vit vóru
samdir um.
Jákup er annars ikki bangin
fyri at ganga sínar egnu vegir.
Hann hevur verið formaður í
forskotsgrunni fiskiflotans. Í
sambandi við 50 ára føðingardagin
hjá Havstovuni 1. apríl í fjør
“forerdi” hann Havstovuni 10 mill.
av stovnsfænum hjá forskots-
grunninum til bygging av nýggjum
havrannsóknarskipi.
Víst
var
eingin lógarheimild fyri hesi gávu.
Men roknað var við, at menn fóru
at halda hugskotið vera so gott,
at teir fóru at renna á leistum at
fáa heimildina í lagi. Men soleiðis
spælir politiska klaverið ikki. Nú er
eitt ár farið, uttan at nakað ítøkiligt
er hent. Men Jákup og nevndin í
forskotsgrunninum hava so gjørt
tað teir kundu.
Jákup hevur umboðað reiðarar
nógvum í øðrum samanhangum.
Hann hevur verið limur í stýrinum
fyri ALS, har hann av fullum huga
stuðlaði
fiskimonnum.
Hann
hevur verið formaður í trygg-
ingarfelagnum Føroyar, og hann
hevur eisini verið nevndarlimur í
Havsbrún. Hann er pragmatikarin,
sum heldur vil hava neyðsemjur
enn onga loysn. Enn er hann
formaður í umboðsráðnum fyri
Landsbankanum og limur í Fasta
Gerðarrættinum.
Jákup giftist í 1964 við mínum
gamla klassafelaga Borgarhjørt
úr Syðrugøtu. Foreldrini hjá henni
vóru Sanna, ættað av Hvítanesi, og
Poul Huus, sum var kendur skipari
í síni tíð.
Tey eiga synirnar Jens Paula f.
1965, Poul Huus f. 1969 og Sjúrður f.
1975. Poul býr í barndómsheiminum
hjá mammuni, so sambandið við
Syðrugøtu stendur við. Borgarhjørt
og Jákup eiga sjey barnabørn.
Jákup gevst hjá Kjølbro, nú hann
er náddur “støvets år.” Men fyri
tað fer hann neyvan at ganga fyri
einki. Honum dámar væl at rokast,
eisini við seyð. Hann er eisini við í
Klaksvíkar Hornorkestur, har hann
hevur spælt í 50 ár.
Føðingardagin eru vit báðir
á veg heim úr Íslandi, og dagin
eftir leggur hann í vaði á
hornorkesturstevnuni, sum verður
í Klaksvík Dýra Biðjudag.
Ynskt verður Jákupi, og eisini
Borgarhjørt, tillukku við teimum
70 árunum.
ó.
Góða omma og abbi. Fyrst vilja vit
ynskja tykkum báðum hjartaliga
tillukku við gullbrúdleypsdegnum.
Tað frøir okkum at hátíðarhalda
henda stóra dagin saman við
tykkum.
Omma og abbi giftust 30. apríl
1960. Omma kom líka úr Gøtugjógv
og út í Hest at búseta seg, haðani
abbi er ættaður. Eftirkomararnir eru
vorðnir mangir, 5 børn, 16 ommu-
og abbabørn og 2 langommu- og
langabbabørn.
Altíð hevur tað verið fjálgt og
gott at koma inn í heita køkin, har
omma altíð eigur okkurt gott at
bjóða okkum – serliga minnast vit
góðu pannukøkurnar. Omma hevur
lært okkum mangt og hvat. Hon
hevur altíð lovað okkum at verið við
í øllum frá matgerð og hondarbeiði
til hoygging. Harumframt hevur
hon lært okkum øll at spæla sjavs.
Hetta hevur givið okkum mangar
stuttligar
og
hugnaligar
løtur
saman.
Abbi er ein serstakliga raskur
og lættsintur maður, ið hevur lært
okkum øll gleðina við at arbeiða.
Hann er hegnigur sum fáur. Tað
munnu vera fá arbeiði, sum eru
gjørd úti í Hesti, har abbi ikki hevur
havt eina hond við. Abbi hevur havt
fleiri álitisstørv, sat í bygdarráðnum
í mong ár, umframt at hann var
klokkari og seyðamaður í nærum
hálva øld. Hann hevði í fjør 60 ára
starvsdag sum avgreiðslumaður hjá
Strandferðsluni.
Vit, ommu- og abbabørnini,
vilja við hesum takka tykkum fyri
mangar ógloymandi løtur. Tit eru
heimsins besta omma og abbi.
Enn eina ferð tillukku við
degnum
Heilsan
Lív og Annika
Ein heilsan til ommu og abba, Karolinu og Ansgar Lenvig á gullbrúdleypsdegnum 30. apríl
Karolina og Ansgar Lenvig
Jákup Sólstein 70 ár