hósdagur 29. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var ein skjót avgerð, ið
Ben Arabo tók, tá tað stóð
honum í boði at gerast stjóri
í Atlantic Petroleum.
Nei, eg ivaðist onga løtu.
Tað er ein stór avbjóðing at
gerast stjóri í einum slíkum
oljufelag, men tað er eisini
ein spennandi avbjóðing,
sigur Ben Arabo í telefonini
úr Jakarta í Indonesia, har
hann í løtuni starvast fyri
stóru oljufyritøkuna Hess.
Hann situr í løtuni við
heitinum Exploration Busi
ness Manager og hevur
ábyrgd av samráðingum og
handli í landsynningsasia,
men hann heldur kortini
ikki, at tað er eitt trin niður á
stiganum at koma til Føroyar
at gerast stjóri fyri einum
lutfalsliga lítlum oljufelag.
Tað ber væl til at reka
eitt oljufelag úr Føroyum, og
Atlantic Petroleum er longu
farið undir framleiðslu, so
útlitini eru góð og spennandi,
sigur Ben Arabo.
Hann flutti við familjuni
til London í 2006 har hann
helt til fram til í fjør, tá leiðin
gekk til Jakarta í Indonesia.
Nú skal hann so rudda
skrivaraborðið, áðrenn leið
in gongur heim til Føroya
allarhelst um miðan juli.
Hann byrjar í stjórastarvin
um í Atlantic Petroleum 1.
august.
Drúgvar royndir
Ben Arabo fór beint av
skúlabonki til arbeiðis í
Amerada Hess, sum felagið
tá æt, og hevur hann starvast
innan olju og gassídnaðin
í samfull 14 ár. So tað eru
drúgvar royndir hann tekur
við sær í nýggja stjórastarvið,
hóast enn bert 36 ára gamal.
Tað er tí uttan iva ein
stórur fongur fyri Atlantic
Petroleum at fáa Ben Arabo
sum stjóra.
Ben Arabo heldur, at við
teimum aktivitetum, sum
Atlantic Petroleum hevur
í dag, eru avgjørt vakstrar
møguleikar í framtíðini, og
hann er spentur upp á at seta
seg í stjórastólin.
At reka eitt oljufelag úr
Føroyum skuldi verið ógvu
liga lagaligt, og eitt slag av
aktiviteti, sum væl ber til at
reka úr Føroyum, tí tað er ikki
serliga staðbundi. Og sjálvandi
hevur tað eisini nakað at siga,
at talan er um eitt føroyskt
felag, sigur Ben Arabo.
Hann heldur tað í nógvar
mátar vera minst líka spenn
andi og mennandi at arbeiða
fyri eitt lutfalsliga lítið felag,
tí tá kemur tú meira runt alt
feltið, sum hann tekur til.
Eisini persónliga er tað
nógv meiri nøktandi at røkta
og vaksa um eitt lítið felag
sum
Atlantic
Petroleum,
sigur Ben Arabo.
Gleði meg at koma heim
OLJUSTJÓRI Ben Arabo hevur seinastu fýra árini búð uttanlands,
men nú hann tekur við starvinum sum stjóri í Atlantic Petroleum,
flytir hann heim aftur á klettarnar, og tað gleðir hann seg til
NÝTT STARV
Føddur 1. september 1973
Útbúgving: M. Sc. í fíggjar- og handilsstýring frá
Handilsskúlanum í Aarhus.
Starvast í Hess-samtakinum síðani 1996. Frá 1998-2006
sum stjóri fyri føroyska partinum av Hess, 2006-2009
búsettur í London, og frá 2009 í Jakarta í Indonesien,
har hann hevur ábyrgd av samráðingum og handli við
heitinum Exploration Business Manager.
Giftur Húngerð og tey eiga tríggjar gentur, Finnbjørg, Sára
og Anna Margit.
Fakta
1. august tekur Ben Arabo
við starvinum sum stjóri
í føroyska oljufelagnum,
Atlantic Petroleum
Leo Poulsen
Nólsoyingar fara nú út at
ferðast við leikinum Havgird.
Tey hava higartil bert sýnt
leikin fram í Nólsoy, har tey
hava havt 10 sýningar.
Nógv fólk hava ferðast
um fjørðin út til Nólsoyar at
síggja leikin, men um viku
skiftið verður so lagaligari
hjá fólki í miðstaðarøkinum
at síggja leikin.
Nólsoyingar hava fingið
nógv rós fyri hendan ser
merkta leikin, sum er vorðin
til í einum samstarvi millum
leikstjóran, Águstu Skula
dóttir, pallstjóran, Katrin Thor
steinsdóttir, og leikararnar.
Sokallað devised theatre.
Sýningarnar verða sum
nevnt í Sjónleikarhúsinum, og
framført verður fríggjadagin,
Dýrabiðudag, klokkan 17 og 20
og leygardagin klokkan 17 og
20. Sýningin sunnudagin er
útseld. Leikurin varar í umleið
ein tíma og 15 minuttir.
Leikurin er sera visuellur,
og MáF hevur gjørt av, at
nólsoyingar skulu umboða
Føroyar
við
leikinum
á
NEATAfestivalinum,
sum
í ár verður í íslandi fyrst í
august mánað.
Havgird í Sjónleikarhúsinum
Sermerkti leikurin, sum nólsoyingar framføra, verður
sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn um vikuskiftið
Eftir ynski frá skiparunum á Smyrli og Norrönu heitti Strandfaraskip Landsins fyri fýra árum síðan á
Tórshavnarhavn um at virka fyri at dýpa økið suður úr Tinganesi. Skipararnir vístu á, at um dýpt varð,
hevði tað verið væl tryggara hjá skipunum at koma inn í havnina. Fleiri ferðir hava skip tikið botn og rent
á land har. Hetta hevði Tórshavnar havn fleiri ferðir víst á, og tá so áheitanin kom frá Strandferðsluni,
fór Tórshavnar havn til verka. Samskift hevur evrið við fornminnanevndina, tí øki liggur so tætt upp
at friðaðu fornminnunum á Tinganesi. Friðingin forðar ikki fyri, at tað verður dýpt, men dýpingin skal
gerast í samráð við fornminnanevndina. Býráðið samtykti mikukvøldið, at út frá treytum frá Føroya
Fornminnissavn skal eitt økið upp á samanlagt 3.800 fermetrar dýpast, og tað arbeiðið er mett at kosta 6
mió. krónur. Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt seinast í november í ár.
Dýpast út fyri Tinganesi
Ljóð og ljós spæla ein týðandi leiklut í
sjónleikinum Havgird hjá nólsoyingum
Mynd: Jannik Gade