Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 75 · 29. apríl 2010 6 VIKUSKIFTI Rannvá klappar og gánar, meðan prentið kemur upp at hanga. – Sært tú. Har er ongin søga, sum skal prakkast upp á áskoðaran. Nú kanst tú assosiera í allar ættir. Men um eg sjálv, skal gera av, hvat eg síggi, kann tað so ikki gera tað sama, hvat tú gert? – Nei, avgjørt ikki. Eg stýri myndini beint, har eg vil við millum annað at skrúva upp og niður fyri litunum, og steðga, júst har eg skal. Tín uppliving hevur nógv at siga, men um tað verður líka mikið, hvat geri, so eri eg dumpað sum listakvinna, sigur Rannvá Kunoy, sum týðiliga setur beinhørð krøv til seg sjálva. Á altjóða støði 14 ár í London hava ikki minst gjørt hana náðileyst tilvitaða um, hvat tað krevur at bíta seg fasta í ambitiónirnar um at virka sum myndlistafólk á altjóða støði. Ein leið, sum Rannvá setti út í kortið longu í málistovuni hjá Eyvindi Mohr. – Aftaná tíðina hjá Eyvindi hevði eg ongastaðni at fara í Føroyum við mínum ambitiónum. Her var ongin listaskúli, onki veruligt listaumhvørvi, og tá í byrjanini av 1990'unum var tað eisini so sum so við skjóta inter net sam­ bandinum, har man kundi halda eyga við altjóða listarákum og rembingum. 20 ára gomul stakk Rannvá Kunoy tískil í sekkin og fór til London, har hon hevur búð síðani. Í 1999 tók hon prógv á City and Guilds of London Art School – sama ár, sum hon tók øll á bóli við eini myndarøð av innvølum, blóði og beinagrindum. Men sjálvt um anatomisku mynd­ irnar høvdu eitt rættiliga ungt útrykk, heldur Rannvá ikki, at hennara útrykk grundleggjandi er broytt. Heldur er tað meir intensiverað. – Tær myndirnir høvdu eisini handan dámin av, at tú ikki rættiliga visti, hvar tær komu frá. Tær vóru bara. Hatta vóru eisini skap, sum vóru til framm anundan, sum eg brúkti á sama hátt, sum eg framvegis støvsúgvi kompo sitiónir hjá øðrum málarum, so eg kann brúka og misbrúka skeivleikar og manipulera tær til mítt egna út­ trykk. Í dag er Rannvá Kunoy rættiliga vís í, at hon hevur funnið sítt egna listar liga úttrykk á ein hátt, sum hon er nøgd við. Og hvat tað merkir fyri hana sum listakvinnu, er hon heldur ikki í iva um. – Tað merkir, at eg kann fylgja við í altjóða listarligum rákum og kappast á altjóða støði. Eg havi eina góða kenslu av, at tað er har til, eg eri komin nú. Onki at koma heim til Og nógv bendir á, at onnur meina tað sama, tí eftirhondini hevur Rannvá Kunoy eina røð av altjóða fram sýn­ ingum aftanfyri seg. Í løtuni hevur hon eina serframsýning á kenda Galerie Diana Stigter í Amsterdam, har flestu myndirnar eru seldar listasamlararum, umframt at boð eisini eru eftir henni at sýna fram í London í summar. Inn ímillum framsýningarnar uttan­ lands ger listakvinnan sær onkran túrin til Føroyar at arbeiða á grafiska verkstaðnum á Steinprent við summar­ framsýningini, sum letur upp her heima í juni. Spurd um tað hevur broytt hana sum listakvinnu at hava búð so leingi í einum listarligum metropoli sum London, ivast Rannvá eitt sindur, tí grundleggjandi hevur hon altíð vitað, hvat hon vil listarliga. – Hinvegin eri eg ikki í iva um, at tað hevur verið ómetaliga mennandi fyri meg at vera hundrað prosent partur av listalívinum. Í London havi eg altíð onkran, eg líka kann ringja til, sum eg veit dugir meta um okkurt, eg eri í ferð við. Mær dámar eisini væl beinhørðu kappingina í altjóða listaumhvørvinum og tað, at tú allatíðina skalt metast við tað allarbesta. Hóast tað eru løtur, har hon kundi hugsað sær at komið heim aftur til Føroyar, verður tað neyvan í bræði. – Sum listakvinna havi eg tíverri onki at koma heim aftur til. Verkstaðurin hjá Steinprent er fantastiskur og veruliga professionellur, men hetta er fyrst og fremst eitt stað at arbeiða í. Einasta savnið her heima, sum hevur optimalar fram sýningarmøguleikar, er Føroya Listasavn. Men so leingi listasavnið ikki fungerar professionelt, kann eg ikki sýna fram har, tí tað hevði skaðað meg sum listafólk í altjóða høpi, staðfestir Rannvá Kunoy. Aftanfyri hana hongur nú ein røð av útgávum av saman prenti í ymsum litum, og yviri við prentmaskinuna ljóðar tað, sum at Jan Andersson er í ferð við sína egnu lítlu listafabrikk. Eftir boðum frá listakvinnuni skal prentið hesuferð nevniliga prentast í so nógvum útgávum, at prísurin fer væl undir tað vanliga. ­ Prentið skal í øllum førum blíva so bíligt, at ung fólk hava ráð at keypa sær eitt. Tað er so ómetaliga umráðandi at ung fólk hava møguleika at keypa sítt fyrsta listaverk tíðliga, og eg vil fegin hjálpa teimum eitt sindur, nú eg havi møguleikan. Eg sletti øll spor eftir meg, so listaverkið stendur eftir og bara er til Mynd: jens kristian vang So leingi, vit ikki hava eitt professionelt listasavn í Føroyum, havi eg onki at venda heim aftur til sum listakvinna, sigur Rannvá Kunoy, sum er búsitandi í London »Hit« – Ein av eyðkendu myndunum hjá Rannvá Kunoy, har okkurt er við at fáa skap eitt stað milllum lív og onki Fakta Rannvá Kunoy Aldur: 34 Starv: Myndlistakvinna Bústaður: Hackney Wick, London