Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 11. januar 2002 23 22 Nr. 7 - 11. januar 2002 Eitt hitt mest vandamikla kontravápnið hjá VÍF er uttan iva Nicolina Eyð- bjørnsdóttir, og sjálv vónar hon, at hon fær brúk fyri hesum evnum móti Hellas. - Tað vil eg so í øllum førum vóna. Tað er sjálv- andi ikki víst, men fáa vit verjuna at rigga, so kann hetta geva nakrar møgu- leikar, og sum sagt, so vóni eg, at hesir verða til staðar, sigur hon, og so leggur Ioana afturat: - Tað er kanska serliga í fyrra dystinum, at vit kunnu satsa upp á hetta. Tá kann Nicolina bara fara av- stað, so skjótt sum hinar skjóta. Hetta kann verða okkara møguleiki, áðrenn tær hava lært okkum ov væl at kenna. Hellas 1 Ingeborg Vlietstra 2 Mirjan van Boles 3 Babette van Engelen 4 Pearl van der Wissel 5 Arjene Paap 6 Inge Stet 8 Judith Demeijer 9 Maaike Turnhout ( liðskipari) 10 Amy den Broeder 11 Sylvia Hofman 14 Mariska Schenkel 16 Dewi van ´t Oostende Venjari: Nico Stet Hjálparvenjari: Ingrid Huf Fysioterapeutur: Rick Cost Liðleiðari: Anja Uijtdebroek VÍF: 1 Manuela Stan 12 Hallfríð Isaksen 2 Barbara á Rógvu 3 Sóley Mikkelsen 4 Fríða Marjunardóttir 6 Alis Høghamar 7 Nicolina Eyðbjørnsdóttir 8 Jórun Ludvig 9 Randi Kúrberg 10 Ioana Rápa 11 Nicoleta Radu 14 Jacklin Durguus Venjari: Daniel Rápa Hjálparvenjari: Jørleif Kúrberg Fysioterapeutur: Sonja Skúvadal Hallarlækni: Petur Højgaard Síðani juli mánað hava hondbólts- kvinnurnar í Vest- manna vant við ein- um høvuðsmáli fyri eyga. Fyrsta Europa- Cup luttøkan hjá lið- num stendur fyri fyri framman, og í kvøld og sunnudagin skal úrslitið av øllum venjingunum síggjast EUROPA-CUP Jákup Mørk Dagfestingin á blaðnum, sum lesarin hevur í hond- ini, sigur 11. januar, og fyri hondbóltin í Vestmanna verður hesin helst ein av mongum søguligum dag- festingum. Fyri kvinnurnar hjá VÍF verður talan kanska um størsta dagin yvirhøvur, tí tað er nevnliga nú, at tær møta sínari størstu ítróttar- ligu avbjóðin higartil. Hollendsku steypavinn- ararnir, Hellas, komu til landið hóskvøldið, og fríggjadagin verður so hin fyrri av tveimum Europa- Cup dystum leiktur. Lagt nógv fyri Mikukvøldið undan mans- dystinum millum VÍF og Neistan fingu vit okkum eitt hugaligt prát við nakrar av teimum, sum mann besta kvinnuliðið í Vest- manna, og tað skerst ikki burtur, at tær vórðu sera spentar til uppgávuna. Nógvar fyrireikingar eru gjørdar, og millum annað byrjaði sjálv venjingin longu miðskeiðis í juli, um- framt at flestu teirra eisini høvdu runnið nakað sjálvar fram til hetta. Tí var tað eisini eitt stórt vónbrot, tá tað í august mánaði frættist, at vegna væntandi luttøku, vórðu tey bæði fyrstu umførini í kappingini strikað. - Tað var sjálvandi eitt stórt vónbrot. Vit høvdu jú allar sæð fram ímóti, at dystirnir skuldu spælast í september. Vit vandu sera hart, opg tað tað var eins og gleðin við hesum dalaði eitt fitt petti, tá vit fingu boð um, at vit skuldu bíða heilt til januar manað, siga tær mest sum við ein munn. Eitt, sum tær ikki nevna, men sum kortini má metast sum søguligt í føroyskum hondbólti, er at hetta helst hevur verið við til at tryggj- að teimum eitt søguligt pláss í føroyskari hond- bóltssøgu. Vit hava í øllum førum ikki kunnleika um, at nakað føroyskt lið hevur leikt seg víðari til triðja umfar í Europa-Cup kapp- ing, so longu nú hevur VÍF sett eitt slag av meti. Danir bóðu orsakað Vónbrotið undir fyrireik- ingum tykist tó ikki at vera nakað, sum hevur nerva VÍF liðið í heimligu kapp- ingini. Liðið hevur vunnið allar sínar dystir, og tó at tað onkun tíð hevur verið eitt sindur tepurt, so er helst eingin, sum ivast í, at sigursrøð teirra er væl og virðiliga uppiborin. Ikki síðani á heysti 2000 hava tær miust stig, og vit skulu aftur til seinasta dyst- in á vári 2000 fyri at finna seinasta tapið hjá liðnum. Einaveldið her heima hevur helst eisini gjørt sítt til, at ein venjingarlega uttanlands kom upp á tal, og beint eftir jól gekk leiðin so til Danmarkar, har tær í eina viku hava lagt mest sum seinastu hond á fyri- reikingarnar. - Vit vandu rættiliga hart í Danmark. Tvær ferðir um dagin hvønn dag, tó at talan bert var um eina einstaka venjing teir dagarnar, sum dystur eisini var á skránni, men vit vóru so á vøllinum tvær ferðir um dagin, sigur Jacklin Durhuus. Nicolina Eyðbjørnsdóttir er tó skjót at leggja afturat, Hálvt ár nýtt til tveir dagar Mikukvøldið taldust tær millum áskoðararnar í eini fullsettari høll, men fríggja- og sunnudagin verða VÍF- kvinnurnar sjálvar á vøllinum, og so er bara at vóna, at høllin verður eins fullsett Mynd: Álvur Haraldsen at hetta tó ikki er heilt rætt. - Vit høvdu jú frí nýggj- ársaftan, sigur hon smíl- andi, og at meta eftir prát- inum um innkeyp og gong- utúrar, so mundi hendan fríløtan á ferðini koma teimum væl við millum allar venjingarnar. Tá tosað verður um venjingarleguna, so skerst ikki burtur, at VÍF-kvinn- urnar eru ikki sørt ernar um, at tað eydnaðist teim- um at vinna allar dystirnar á ferðini. Spælt varð ímóti tveim- um liðum úr ovaru hálvu av donsku 1. deild (t.e. næst sterkasta deildin), umframt einum úr danmarks-røðini, og eingin av hesum stóðu føroysku greipuvinnar- unum kurl. Tann dagin, sum tær spældu móti veik- asta liðnum, var annars ætlanin, at tær skuldu sterkastu mótstøðuna, men vegna veður bar ikki til hjá ætlaða mótstøðuliðnum at koma fram. - Sjálvandi gevur tað okkum gott mót, at vit megnaðu at vinna allar dystirnar. Tað var enntá soleiðis, at tann, sum stóð fyri fyrireikingunum í Dan- mark, bað okkum orsakað seg, at hann hevði valt somikið veik mótsøðulið, men hann hevði als ikki ímynda sær, at vit fóru at vinna allar dystirnar, siga tær – ikki sørt ernar. Eru sterkar Eitt eru dystir móti liðum úr næst bestu donsku deild- ini. Nakað heilt annað er helst at skula royna seg ímóti einum av sterkastu liðunum í Hollandi, og allar sum tykjast kvinnurnar eisini at vera greiðar um, at her verður talan um øðrvísi og sterkari mótstøðu. Stórskjúttin á liðnum, Ioana Rápa, ivast ikki í, at talan er um eitt sterkt lið, men hinvegin, so er kunn- leikin til mótstøðuna ikki hin stóri. - Tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa hend- ur á nakrari videoupptøku við dystum hjá Hellas, og tað kann sjálvandi vera ein vansi, heldur hon. - Tað einasta, sum vit kenna til tær er, at í øllum førum málverjin hevur ver- ið við Hollandi, tá føroyska U-20 landsliðið spældi ímóti teimum, sigur hon, áðrenn Jacklin leggur aftur- at. - Vit rokna so í øllum førum við, at vit fara at fáa sterka mótstøðu, tí eg minnist sera væl handan dystin, sum vit spældu í- móti Hollandi. Eftir at hava staðið okkum so hampuligt móti Danmark og Fraklandi hildu vit ta ferðina, at ímóti Hollandi mundu vit so í øllum førum hava ein kjans, tí her var talan ikki um nakað stórveldi í hond- bólti. - At vit ikki vóru greiðar um veruliga styrkina hjá liðnum, gjørdi tó, at vit rætt og slætt vórðu avbukaðar, men tað mistakið fremja vit so ikki aftur, heldur Jack- lin. Tvær nætur Nú vit mikukvøldið prát- aðu við tær, skarst ikki burtur, at spenningurin í hópinum er øgiligur. Kanska orsakað av hes- um, hevur venjingin sein- astu vikuna ikki verið heilt so hørð, sum hon annars er. Sunnu- mána- og mikudag- urin hava allir verið frí- dagar, so tað er helst eina- mest sálarliga, at seinastu fyrireikingarnar skulu fáast frá hondini. Somuleiðis hava allar tikið frí frá arbeiðinum fríggjadagin, soleiðis at tær kunnu vera so væl fyri, sum til ber, og nú er so bara eftir at bíða, ella sum onkur teirra segði mikukvøldið: - Nú skulu vit bara sova tvær ferðir afturat. - Tað er einki at ivast í, at hetta hevur fer geva mær fleiri ár afturat í hondbólt- inum. Hallfríð Isaksen, tá hon verður spurd, hvørt tað gevur henni betri hug til hondbóltin, at nú eftir at hava spælt í drúgt áramál, bæði hevur landsliðsúttøku og Europa-Cup dystir á skránni. Fríða Marjunardóttir hevur millum annað roynt seg á føroyska kvinnulandslið- num, men hóast tað, so tykist hon rokna hetta sum eina størri uppgávu. - Tað verður í øllum før- um øðrvísi. Hesa ferð verð- ur tað við okkara egna lið- ið. Vit kenna allar hvørja aðra nógv betri, og at sleppa at spæla her í Vest- manna verður nógv meira spennandi. Jacklin Durhuus, sum eis- ini hevur roynt seg í Slag- else, er als ikki ósamd við Fríðu. - Tað er heilt víst meira spennandi at royna slíkar avbjóðingar við sínum egna liði. Í hesum førinum kanska eisini orsakað av, at vit als einki kenna til mót- støðuliðið. Tað líka sum ger spenningin enn størri. Hvørki Nicoleta Radu ella hinar báðar útlendsku hjá VÍF hava roynt seg í Europa-Cup fyrr. Hon hevur tó áður spælt móti út- lendskum liðum, men hon dugir als ikki at meta, í hvørjum høpi VÍF skal metast. - Eg veit slettis ikki, hvar vit flóta í mun til hini. Antin verður talan um eitt lið, sum er í serflokki, og sum vit einki sum helst fáa gjørt við, ella er tað eitt lið, sum er at tosa við, og so skal tað nokk blíva spenn- andi. Hóast hon eins og hinar ikki hevur hóming um, hvør mótstøðan verður, so tykist Ioana Rápa á ongan hátt at stúra fyri stóru upp- gávuni. - Tað týdningarmesta hjá okkum er, at vit geva alt tað, sum vit eiga. Fólk skulu ikki kunna siga um okkum, at hatta var eitt vánaligt avrik. Gera vit okkara besta, so fáa vit ikki gjørt meira, og kunnu vit tá framhaldandi bera høvdið høgt. Málverjin, sum av mongum verður mett sum hin besta í Føroyum, er ikki í iva um, at leiklutirnir hjá sær og Hallfríð fáa stóran týdning í Europa-Cup dystunum. - Týdningurin av, at mál- verjarnir standa seg væl, er snøgt sagt øgiliga stórur, og kann væl gerast munurin, um talan verður um tættar dystir. Ioana Hallfríð Fríða Jacklin Manuela Nicolina Nicoleta EC-leikararhóparnir C M Y K 22