Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 7 - 11. januar 2002 Í einum røttum mannfólkadysti var VÍF stinnari parturin, tá bæði oddaliðini í manshondbólti leiktu avgerandi dystin í grundspælinum HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Tað var kanska ikki dyst- urin, sum skuldi avgera meistaraheitið, men í øllum førum var tað ársins dystur higartil, tá VÍF og Neistin hittust í Vestmanna miku- kvøldið. Í ár hava júst hesi bæði verið í serflokki bestu liðini í landinum. Fyrri dysturin millum liðni endaði við javnleiki, og tá grundspæl- ið fram til hendan dystin hevði givið báðum sama málmun, fekk talan valla verið um javnari útgangs- støði. Tungur týdningur Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at týdningurin av dystin- um tóktist at nerva bæði liðini. Hóast hvørgin part- urin var serliga sannførandi í verjuni, so tóktist tað heldur ikki soleiðis, at álopsspælið fekst í rættlag. Tvørtur ímóti var fyrsta løtan fjáltursstungin. Tol- semi var eitt ókent fyri- brigdi, og heldur enn at lata bóltin koyra í álopspart- inum, varð skotið í úrtíð og aloftast við tí úrsliti, at hvørgin málverjin hevði stórvegis trupulleikar av skotunum. Nakað inni í dystinum fingu teir á heimaliðnum tó betri tamarhald á sær sjálv- um, og har við eisini Neist- anum. Samlaða liðavrikið var betri enn tað hjá Neistanum, sum í eina løtu bert hevði skotini frá Heina Joensen og John Petersen at dúva uppá, men tá hesir ikki einsamallir kundu fylgja við vestmenningum, tók spakuliga at dragna. Dia Midjord á neista- beinkinum royndi við ein- um time-out at fáa betri skil á, men heldur ikki hetta hjálpti. Álopsmaskinan hjá VÍF við Áka Olsen sum høvuðsmotori koyrdi við fullari ferð, og hesa løtuna vóru gestirnir í veruligum vanda fyri at verða bumb- aðir niður, longu áðrenn hálvleikssteðgin. Løgið time-out At Neistin so kortini slapp upp í part aftur fyri steðgin, skulu teir sjálvandi fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri, men harafturat fingu teir eina heldur óvæntaða hjálpandi hond. Meðan alt soleiðis gekk upp á stás hjá vestmenn- ingum, valdi Páll Pouslen á beinkinum brádliga at taka eitt time-out. Tað var ilt at síggja, at tørvur var á nøkr- um broytingum, og seinastu minuttirnir undan steðgin- um sýndu eisini, at um tann broytingin, sum steðgurin bar í sær, eina mest var til fyrimuns fyri Neistan. Støðan var 14-10 til heimaliðið, tá alt steðgaði í ein minutt, og tó at VÍF beint eftir hetta vann seg upp á 15-10, so megnaðu teir bláu í fyra minuttir at minka um munin, soleiðis at tað bert var 16-15, tá farið var til hálvleiks. Neistin og yvirtalið Kom steðgurin stutt fyri hálvleik illa við hjá vest- menningunum, so var støð- an ein heilt onnur, tá tosað verður um sjálvan hálv- leikssteðgin. Kanska í reinari irritatión um mistu leiðsluna í fyrra hálvleiki løgdu vestmenn- ingar frá landi við buldur og brak, nú farast skuldi undir seinna umfari. Fýra mál á rað vórðu fingin til høldar, áðrenn Neistin megnaði at svara aftur, og tó at VÍF nú eina løtu noyddust at spæla við tveimum monnum í undir- tali, so hoyrdust á dunandi og eyðkendu VÍF-rópun- um, at nú ivaðust tey ikki í, at heimasigurin skuldi vera heima. Júst hetta við at spæla í undirtali var annars nakað, sum vestmenningar sluppu at royna ofta seinna um- farið. Ikki tí at talan nakran tíð gjørdist um ein ráan ella ljótan dyst, men spælið var hart og kontant. Ein rættur mannfólkadystur. Hetta kostaði fleiri útvís- ingar. Serstakliga til vest- menningar. Men tað var merksivert, hvussu illa teir bláu dugdu at gera sær dælt av hesum. Sjáldan ella ong- an tíð var í hesum førum roynt at pressa verjuna tunna, og tað einu ferðina var enntá um reppið, at dømt varð fyri nøl, tí Neistin ikki fann sær veg inn um undirmannaðu VÍF verjuna. Nakað sum kanska eisni hekk saman við, at Kári Mortensen á høgra veingi var óvanliga tamur og tí ikki skapti ta breidd, sum hann vanliga ger, eins og Áki Mørk hevði ein sera friðarligan dag, har hann als ikki fekk somu ferð á uppspælið, sum hann van- liga ger. Og so hjálpti tað heldur ikki, at Heini Joen- sen, sum fyrstu løtuna av dystinum var størsta hótt- anin hjá gestunum, nú hevði betri hug at róta, heldur enn at spæla. Hin kaldari vann Hóast hesar eyðsýndu trupulleikar hjá Neistanum, so merkti títta yvirtalið um ikki annað, at teir í stóran mun fingu hildið mótstøð- uni frá opnum møguleik- um. Eftir at hava skotið fýra mál fyrstu fimm minutt- irnar eftir steðgin, fekk VÍF soleiðis bert tyrý mnál næsta góða korterið, og trygt men spakuliga togaði Neistin seg alsamt nærri. Fyri fyrstu ferð alt kvøldið hoyrdist brádliga, at hópur av neistafólkum vóru í høllini, og tá tað brádliga stóð á jøvnum 23- 23, var spenningurin aftur í hæddini. Líkt var tó til, at stóra takið hevði kostað Neistan- um ov nógv. Vestmenningar tóku aftur at draga, og tá teir takkað verið stórum mistøkum hjá Neistanum brádliga vunnu eina und- irtals-støðu, var mest sum liðugt. Vestmenningar dugdu snøgt sagt betri at halda høvdið kalt hesa avgerandi løtuna, og bara tað í sær sjálvum er ein dygd, sum kann verða av- gerandi. Neistin megnaði at gera eitt hálvt spják móti dystar- enda, men meira enn hálvt gjørdist tað ongantíð. VÍF vann dystin og har- við grundspælið, og tó at stigini at spæla um enn eru nógv í tali, so kann væl vera, at júst hetta eina stigið verður hitt avgerandi, tá talt verður saman 23. mars. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 28-25 (16-15): Málskjúttar VÍF: Áki Olsen 9(2), Rógvi Nielsen 5, Agnar Joensen 4, Piti Negru 4, Daniel Rápa 3, Ingi Olsen 2, Ragnar Zachariasen 1 Neistin: Heini Joensen 11(4), Jacob Jónsson 6, John Petersen 4, Hans Áki Dal-Christianse 2, Kári Mortensen 1, Áki Mørk 1 Brotskøst: VÍF 3, Neistin 4 Útvísingar: VÍF 8, Neistin 4 Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Morten- sen. Løgdu alt fyri eitt greiða linju, og hildu alla tíðina fast um hesa. Eiga eisini rós fyri at stýra dystinum, heldur enn at døma hann sundur. Ikki minst tí talan var um ein somikið harðan dyst, og so skulu teir ikki taka sær ilt av onkrari býttari viðmerk- ing, sum fall av VÍF beinkinum eftir dystin. Vendu gongdini Rógvi Nielsen helt eftir dystin, at vestmenningar vóru teir, sum høvdu størri tørv á at vinna, og at hetta eisini var høvuðsorsøkin til sigurin HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Tá vit beint eftir dystin fingu orðið á einum av VÍF leikarunum, Rógva Nielsen, spurdu vit hann, ein av for- treytunum fyri sigrin- um ikki var, at VÍF dugdi betri at »tackla« týdningin av dystinum. - Tað kann væl vera, mem eg haldi eisini, at vit vóru meira upp- settir til dystin. Sjálv- andi vóru teir eisini uppsettir, men ikki á sama hátt. - Spælið hjá okkum hevur gingið sera striltið seinastu dystir- nar, og tó at vit hava vunnið, so hevur tað ikki verið sannførandi. Vit vita væl, hvat vit eru førir fyri, men seinstu fýra til fimm dystirnar hava vit ikki sýnt hetta. - Skal rætt vera rætt, so hevur hetta tyngt okkum seinastu vikur- nar, og ein slík ringrás er altíð trupul at koma burturúr. Júst tí hevði hesin dysturin ómeta- liga stóran týdning fyri okkum, og vónandi fer sigurin at lyfta liðið til komandi uppgávurnar, segði Rógvi Nielsen at enda. VÍF-Neistin 28-25 (16-15): So fór VÍF í oddin Vit hava havt tað trupult seinastu dystir- nar, og tí hevði sigurin ómetaliga stóran týdn- ing fyri okkum, helt Rógvi Nielsen eftir dystin Hóast Heini og hinir neistameninnir góvu alt tað teir høvdu í einum røttum mannfólkadysti, so megnaðu teir ikki at halda Daniel Rápa & Co, sum við sigrinum gjørdust vinnarar av grundspælinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24 Nr. 7 - 11. januar 2002 25 ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin - hv¿nn h—sdag Skúlin við Ósánna Í sambandi við at eitt av starvsfólkum okkara fer í annað starv 1. febr. 2002, verður søkt eftir lærara frá 1. febr. 2002 og skúlaárið út. Starvið,ið er tíðaravmarkað,verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið í lønarflokkunum 18.1 til 27.4. Starvið er stuðul til næming við serligum tørvi. Umsóknir til starvið skulu vera Stýrinum við Ósá- skúlan í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. jan. 2002. Skúlastýrið fyri Ósáskúlan v/ Óluvu Klettskarð 700 Klaksvík Fulltrúi Starv sum fulltrúi á Fiskivinnustovuni verður her- við lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Fiskivinnustovan er skipað sum deild í Fiskimála- stýrinum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • hava um hendi umsitingina av fiskiídnaðar- málum • hava um hendi umsitingina av fiskivinnu- royndum • samskipa leiklutin hjá Fiskimálastýrinum í verkætlanum innan fiskivinnugransking • samstarv við leiðslu og aðrar fulltrúar í Fiski- málastýrinum um tvørgangandi uppgávur innan fiskivinnumál Førleikakrøv: • viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • góð evni at samskifta á føroyskum, norður- lendskum og enskum máli • vera til reiðar til at royna nýggjar avbjóðingar • kunna virka til lítar og á ein tryggan hátt í einum umhvørvi, har mál til tíðir hava nógvan skund • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Grundleggjandi royndir innan virkisøkini er ein fyrimunur Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggj- armálastýrið og avvarðandi yrkisfelag.Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar/deildir undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstov- una.Tænastustaðurin í løtuni er Fiskivinnustovan. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálastýrinum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu vera Fiskivinnustovuni í hendi í seinasta lagi 28. januar 2002 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið, att.: Fiskivinnustovan, Postsmoga 347, 110 Tórshavn Fyrispurningar starvinum viðvíkjandi kunnu setast Andras Kristiansen, deildarstjóra á telefon 35 30 30. Fiskimálastýrið Fiskivinnustovan Úrvalsbilar Spf. Bakkavegur 530 Fuglafjørður tel. 444943 ·& 217704 Kom og ger kvetti! Vit lata stóran avsláttur av bilum í januar, um tit keypa bil frá okkum uttan annan i býti Kom og fá ein óbindandi royndartúr Deildarleiðarastarv á Menningarstovuni Til tess at styrkja virksemið og ráðgevingina í útflutningsviðurskiftum á Menningarstovuni (Faroe Islands Trade Council) verður deildarleiðarastarv við hesum lýst leyst at seta 1. februar 2002 ella skjótast gjørligt. Stovan arbeiðir við at umskipa sítt virksemi innan útflutningsøkið burtur frá higartil kendu framsýn- ingarluttøku til uppsøkjandi tørvs- og marknaðar- kanningar, upplýsing um marknaðarmøguleikar og føroyska vinnu, skeiðsvirksemi og kunningarferðir v.m. Hon/hann, ið sett/ur verður, skal taka sær av hesari umskipan og fremja hana í verki. Førleikakrøv: Vit hugsa okkum, at hon/hann, ið sett/ur verður, hevur ástøðiligan, akademiskan førleika í altjóða handli ella líka útflutningskenda útbúgving, vinnu- ligar royndir og hevur í verki sýnt kreativ avrik á hesum øki. Tað er ein fyrimunur, at tann setti hevur innlit og kunnleika um traditionella føroyska vinnu, men við vinnupolitiska setninginum um nýggjar vinnur verður størri dentur lagdur á førleika/kunnleika til altjóða marknaðin av hesum vinnum. Setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti verða sbrt. avtalu mill- um avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálastýrið ella avtalu, ið kann góðkennast av Fíggjarmálastýrin- um. Umsóknir um starvið verða at senda Menningar- stovuni, att.: Kjartan Kristiansen, stjóra, í seinasta lagi 27. januar 2002. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kjartan Kristiansen. Menningarstovan Faroe Islands Trade Council Bryggjubakki 12 Postrúm 259 FO-110 Tórshavn Tlf. +298 31 30 28 Fax +298 31 04 59 e-mail: kjkr@trade.fo Lóg og reglugerð fyri Menningarstovuna áseta, at Menningarstovan skal stuðla menningini av før- oyskum ídnaði, handverki og tænastuvirksemi við ráðgeving innan tøkni, búskap, leiðslu og útflutn- ing og fyriskipan og luttøku í vinnufremjandi átøk- um innan nevndu øki. Við at byggja brýr millum politiska viljan og vinnuna um vinnumenning eigur virksemið serliga at vera málrættað ímóti – átøkum, sum menna útflutningsførleikan hjá føroyskum fyritøkum – skipaðari menning av ávísum vinnugreinum og nýggjum vinnugreinum – at seta ávís menningarøki í brennidepilin – menning av vinnuligum undirstøðukervi Útbjóðing Runavíkar býráð bjóðar hervið út at gera uml. 470 m av vegi lidnan til nýggju atløgusíðuna á Høga- bóli, saltangará. Arbeiðið fevnir um planering, kloakkir, kantsteinar, tvørrennur, gongubreytir, gøtuljós og skráar v.m. Útbjóðingartilfarið fæst frá týsdegnum 15. jan. við at gjalda kr. 2.000,00 í veð á konto 112 036 2 í Før- oya Banka í seinasta lagi 14.jan.2002 og venda sær til Runavíkar býráð við váttan um at peningurin er goldin. Licitatiónin verður fríggjadagin 8. feb. 2002 kl. 14.00 á Býráðsskrivstovuni. Boðini verða tá latin upp og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnu boðini ella havna øllum. Runavíkar býráð Heiðavegur 600 Saltangará Lesið Sosialin -tað loysir seg! 25