Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 10 Sosialurin Kjak – og so pellar hann illa haraftrat. Tað kenst gott, tá tað gongst einum væl - og hampafólk unna einum at gleðast yvir tað. Hinvegin er tað sera ódámligt, tá man sær onkran vísa størri frøi yvir, at tað gongst øðrum illa – og rópar tað út um geilar. Edmund Joensen kundi ikki halda sær. So skjótur var hann, at blekkið var ikki turt hjá Dimmu við úrslitunum av nýggju veljarakanningini, áðrenn hann smekkaði til. Í staðin fyri at lýsa sína frøi yvir stóru sam bands- fram gongdina, hóreiggjar hann sær í skaðafrøi um aft ur gongdina hjá Javn aðar- flokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, und - ir yvirskriftini: »Javnaðar- flokkurin og smáflokkarnir gjalda fyri fullveldisdansin«. Edmund pellar um ríkisveitingina Hann sigur: »Allir tríggir flokkarnir hava seinastu árini slept sunnari fornuft. Allir hava tikið undir við at skerja ríkisveitingina«. Veruleikin er, at tá ríkisveitingin varð skerd fyri 8 árum síðani av Fullveldislandsstýrinum, at- kvøddu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Mið- flokk urin ímóti. Afturímóti »gloymir« Edmund, at Sam- bandsflokkurin hevur verið við til at minka um virðið av ríkisveitingini: Fyrra ABC-samgongan yvirtók nøkur málsøki, sum bar øktar rakstrarútreiðslur við sær - við einum sambands- fíggj ar málaráðharra. Og henda seinna ABC-sam- gong an hevur eisini nakrar yvir tøkur á skránni í sam- gongu skjal inum, sum eis- ini fara at økja útreiðsl ur- nar og harvið minka um virðið av ríkisveitingini í saml aða búskapinum - við sambandsløgmanni á odda. Fullveldislandsstýrið skerdi inntøkur okkara við 360 mió kr. um árið. Sambandsins landsstýrismaður í fíggjar- málum skar aðrar 380 mió kr burtur av árligu inn tøk- unum árini 2004-07 í skatta- lætt um. Hesir skattalættar – designaðir av Magna Laksá- foss - vóru Sambandsins ulti mativa treyt fyri at skipa samgongu. Tíbetur eydnaðist tað Javnaðarflokkinum sum okkara mótspæl at fáa hækkað inngjaldið til Samhaldsfasta úr 40 upp í 240 mió. kr. um árið – so at útgjaldið til pensjonistar kundi hækka við 2000 kr um mánaðin. Men hesar syndirnar hjá Fullveldislandsstýrinum og hjá Sambandsflokkinum – skerjingin av ríkisveitingini og skattalættarnir - blivu til 740 mió. kr. um árið - um leið tað, sum manglar í landshúsarhaldinum nú. Tað svíður. Og tí vera ljótar rokningar sendar út til landsins borgarar, fyri at fylla í stóru holini hjá Fullveldislandsstýrinum og Sambandsflokkinum. Edmund pellar um stjórnar skipanar­ uppskotið Hann roynir at hongja stjórnarskipanaruppskotið, sum nú verður viðgjørt í Rættarnevndini, um hálsin á Javnaðar-, Sjálvstýris- og Mið flokkinum sum ein full- veldisgrundlóg. Sann leik in er, at uppskotið varð lagt fyri tingið av øllum nevnd arum- boðunum hjá Sam bands- flokkinum (sum vóru Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen), Fólkaflokkinum, Tjóð veld- inum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, meðan Miðflokkurin ikki tók undir við tí. Edmund pellar um »fullveldisdansin« Hann sigur, at tað er okkara luttøka í fullveldisdansinum, sum ger at Javnaðarflokkurin »fær ein frammaná«, og at tað er ongin munur á okkum og so »teimum ekstremu kreftunum í Tjóðveldinum«. Tað er nógv fyri at hoyra. Øll onnur vita, at høvuðsgrundin til at ørvitisætlanin hjá Full- veldislandsstýrinum mis- eydn aðist, var tann sameinda og eirindaleysa andstøðan frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum – á tingið og allastaðni í sam- felag num! Skulu vit tosa um nakr- an dans í dag, so síggja vit tað javnan í tinginum, tá serliga tvey skurvut makk arapør trína dansin og leggja lokabrøgd móti sínum egnu: Edmund og Tobbi – Magni Laksáfoss og Anfinn Kalsberg. Tær leysu granatirnar, sum Tobbi løðir og Edmund skjýtur beint inn í samgonguna – og ikki minst eftir løgmanni – hava vit sæð nógvar av. Og um eitt av lokabrøgdunum, ið Magni Laksáfoss leggur saman við Anfinn Kalsberg, hoyra vit nógv um í hesum døgum, har teir báðir leggja ætlanir um vitleysar skerjingar í fíggj arlógini, sum fara at sorla vælferðarskipaninar og skjóta samgonguna í stump ar og stykkir. Veljarakanningin ein sigur fyri tey ríkisfelagshugaðu Tað er ongin ivi um, at Sambandsflokkurin kann frøast um veljarakanningina. Tað er teimum væl unt. Eg og onnur javnaðarfólk, sum vilja gera alt fyri at fáa okkara flokk uppaftur, har hann hoyrir heima - nøkulunda ájavnt við hinar tríggjar stóru flokkarnar – vit frøast eisini yvir, at veljara kanningin er ein sigur fyri Ríkisfelagsskapin – tann Ríkis felags skapin, sum Javnaðar flokk urin fram um nakran annan flokk hevur gjørt til ein tryggan stjórnar- rættar ligan karm um polit- iska lívið og dagligu tilveruna í Føroyum. Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Skaðafróur Sambands­ ovasti í Gallupsrúsi Zakarias Wang má hava gloymt allan sín barna- lærdóm í prosent rokning, tá ið hann kann fáa 104,1 % av atkvøðum burtur úr eini valluttøku upp á 66,4% frá fólkaatkvøðuni í 1946. Í bløðunum spyr skyld- maður mín Zakarias Wang, hvat eg hevði mett um úrslitið av fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946, um stjórn- ar uppskotið hevði fingið 50,7 % og loysingin 49,3 %. Jamen Zakarias! Hvussu kanst tú fáa 104,1 % av atkvøðum (loysingin 49,3 %, stjórnaruppskotið 50,7 % og ógildugar at- kvøður (les “nei”-atkvøður) 4,1 % ella samlað 104,1 %), tá ið valluttøkan bert var 66,4 %?? Antin hev- ur tú gloymt allan tín barnalærdóm um pro sent- rokning ella er talan um eina hægri matematikk, sum eg ikki eri førur fyri at skilja. Svensk prosent Ella kanska er tað hjá Zakariasi sum hjá eyst- ur oy inginum, sum var far in til Svøríkis at lesa. Heimafturkomin í summ ar frí møtti hann gamla lærara sínum, sum sjálvandi var áhugaður í, hvussu gekst fyrrverandi næmingi sín um. Jú, segði fyrrverandi næm ingurin, tað var eitt sera svert studium, heili 200 % dumpaðu til fyrsta part! 200 % ?? spyr gamli lær arin undrandi. Og fyrr verandi næmingurin var greiður yvir, at hann hevði dumm að seg, men var skjót ur at lofta sær: Jú, jú men, sært tú, tað eru svensk prosent, eg meini við! Kanska Zakarias mein- ar við loysingarprosent? So má hann greiða eitt sindur nærri frá, hvussu tey verða roknað út! Johan Petersen Góðasti Zakarias! Í bløðum og á heimasíðum um vikuskiftið heldur Heini Eysturoy, leiðari á Vega- deildini hjá Landsverki, fram við sínum pástandum um, at Heðin Morten sen steðg aði arbeiðinum at gera innkomuveg til høvuðsstaðin, sjálvt um hetta ikki er so. Framvegis stendur eftir, at tað var eitt samt Tórshavnar býráð – og tað er altso ikki ein einsamallur persónur – sum fyri tveimum árum síðani sendi Landsverki og Innlendismálaráðnum eina samtykt í 20 punktum, sum landsstýrið, eftir tilráðing frá Landsverki, ikki valdi at taka til eftirtektar. Tvørturímóti varð vegagerðin steðgað og játtanin strikað! Nú tað umsíður røkist fyri, at landsstýrið og Tórs- havn ar kommuna aftur tosa sama mál, og vilji er til at arbeiða fram ímóti ein- ari loysn á Føroya størsta ferðslutrupulleika, er tað veru liga hugstoytt at upp- liva, at ein deildarleiðari á Landsverki við hond og fót mótarbeiðir málinum! Skrivingin hjá deild ar leið- aranum kann illa upp fatast sum annað enn aftur eitt gott dømi um »semjusøkjandi« arbeiðs lagið hjá Landsverki, so tí er lítil meining í at halda fram við rættingum og rættleiðingum. Tí kunnu bara gevast tey ráð, at tað altso hevði klætt hesum almenna stovni betur at arbeitt við spaka, heldur enn penni… Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Álvaratos, Heini!