hósdagur 29. apríl 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
9
VIKUSKIFTI
Ein lygn er komin hálvan
vegin kring jørðina,
áðrenn sannleikin er
komin í buksirnar.
Sir Winston Churchill
10 tIng um mikkel Kessler
Farna vikuskiftið gjørdist hann aFtur
heimsmeistari í boksing eFtir ein harðan dyst
ímóti bretska heimsmeistaranum. mikkel kessler
byrjaði at boksa longu sum 13 ára gamal
miðlarnir og Eg
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Mikkel Kessler hevur enska mammu
og danskan pápa.
kessler er føddur í 1979
og er sostatt 31 ára gamal.
Hann er føddur og býr framvegis í
Keypmannahavn í Danmark.
hann byrjaði at boksa
longu sum 13 ára gamal.
Í trý ár boksaði Kessler sum amatørur.
Hann megnaði at vinna 44 dystir og
bert tapa tríggjar hesi árini.
Kessler hevur vunnið danskt meistaraheiti
fimm ferðir, og hann hevur eisini vunnið
norskar og norðurlendskar kappingar.
Sum yrkisboksari hevur hann boksa 45 dystir.
43 av teimum hevur hann vunnið
– 32 av teimum upp á knockout.
Kessler boksar í bólkinum super miðalvekt,
og tá skal hann ikki viga meira enn 76,2 kilo.
Farna vikuskiftið vann Kessler WBC heims-
meistaraheitið, eftir at hann hevði boksað ímóti
bretanum Carl Froch, sum hevði hetta beltið. Hetta var
fyrstu ferð, at Froch tapti ein dyst.
næsti dysturin hjá kessler
verður ímóti allan Green.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Mítt blað:
Eg lesi altíð bæði Dimmalætting og Sosialin. oftari netútgávurnar,
tí eg finni flestu tíðindini á netinum. Eitt blað sum Femina dámar
mær væl, men eg standi ikki fremst í røðini hvørja ferð tað kemur
út fyri at ogna mær tað. Vikubløð eru veruligur hugnalesnaður fyri
mítt viðkomandi.
HeIMasíða:
Fyrst og fremst tíðindaheimasíður, men eisini dámar mær væl at
vitja ítróttarheimasíður, kjaksíður og facebook brúki eg eisini nógv.
Mín tónleIKUr:
mær dámar næstan allan tónleik. Av tí at eg eri yngst av fýra
systkjum, havi eg altíð lurtað nógv eftir 70'ara og 80'ara tónleiki,
og tað hevur tískil fylgt mær allan vegin á tann hátt, at eg ikki havi
verið so up to date við tónleiki. men nú synirnir eru farnir at hava
áhuga fyri tónleiki, ger tað sítt til, at mamman eisini hoyrir nakað
av tí nýggjasta nýggja.
Mítt sosIala netVerK:
Eg brúki nógva tíð inni á Facebook, men eg brúki ikki sjálv netverkið
til annað enn at finna fólk, senda boð ella tjatta.
Mín dVd:
Eg hyggi sjáldan at dvd, men filmurin, Primal Fear við Richard gere
og Edward Norton, er ein framúr góður filmur.
Mítt MagasIn:
Eg haldi Kvinnu, mær dámar væl at kaga í tað, og tað er uttan iva
lekrasta blaðið í landinum, tá tað kemur til útsjónd. Innihaldsliga
hevði eg viljað, at har var meira tekstur og færri lýsingar. Eitt annað
magasin, sum mær dámar væl, er Journalisten. Tað lesi eg altíð,
tá eg fái møguleikan til tað.
Mín sjónVarpsrøð:
Eitt sindur av hvørjum, vil eg siga. Á føroysku síðuni dámar mær
sera væl nýggju sendingarnar í sjónvarpinum Refleksjón og Frætt
og fregnað og eisini Fólksins rødd og aðrar røðir. Samstundis dámar
mær eisini væl røðir sum til dømis CSI og Criminal minds - eins og
mær dámar sera væl enskar dokumentarrøðir og krimirøðir.
Mín bóK:
Seinnu árini havi eg ikki lisið serliga nógvar fagurbókmentir, men
ein spennandi krimibók er altíð góð. Hinvegin dámar mær minst
líka væl fakbøkur og journalistiskar forteljingar frá spennandi
uppgávum úti í markini.
Mítt útVarp:
Útvarpið er og hevur altíð verið tendrað í mínum heimi. Eri eg inni,
er útvarpið frá. mær dámar so sera væl at lurta eftir sendingum,
har ymisk evni verða viðgjørd, har góður tónleikur er ella bara har
ein persónur, sum brennir fyri onkrum, greiðir frá. Útvarp hevur
tann fantastiska eginleikan, at er tað ein persónur, ið veruliga hevur
nakað upp á hjartað, er tað altíð áhugavert at lurta. Einfalt, men
gott.
Mín telefon:
Eg havi eina ganska vanliga Nokia telefon. Hon er reyð og kann ikki
so nógv annað enn at ringja og smsa. Tað er eisini nóg mikið fyri
meg, tí eg havi ikki brúk fyri telefonini til so nógv annað – fyribils
havi eg tað fínt við, at til dømis teldupostar bert koma inn á mína
teldu, og at tað IKKI brummar í lummanum, hvørjaferð ein t-postur
poppar inn.
HVat VIlt tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá:
Reality-shows. Annars plagi eg altíð at geva so at siga øllum ein
kjans. Eg dømi ikki eina sending, áðrenn eg havi hugt ella lurtað
eftir henni. men eg kann vera skjót við zapparanum, um eg ikki eri
fangað aftan á fyrstu 5-10 minuttirnar.
HVat Irreterar teg í MIðlUnUM:
Tað kann irretera meg, tá eg komi inn á eina heimasíðu, har eg
vænti mær tíðindi, og so fái eg alt møguligt annað tilfar, sum eg
ikki havi brúk fyri – eins og tað eisini irreterar meg, at tað eru so
nógvar heimasíður til, sum eftirhondini levera tilfar, sum onnur
halda er journalistiskt. Tí sum oftast er tað óviðgjørt tilfar.
HVat VIlt tú HaVa MeIra aV í MIðlUnUM?
Eg vil hava meira sendingar ella greinir, sum hava tyngd og
dygdar gott tilfar, eg vil hava fleiri góð og hugtakandi portrettir
av før oy ingum og útlendingum í øllum miðlum, eg vil hava minni
refer andi journalistikk og meira viðgjørt tilfar við kritiskum vinklum,
og sum ger, at eg sum brúkari verði tilvitað um týdningin av at hava
fjølmiðlar.
heimsmeistarin
solby elIasen
PrograMlEIðarIn lurTar
al TÍð EFTIr úTvarPI og
lESur SlaTurBløðInI uM
Hon DETTur uM TEy.