hósdagur 29. apríl 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað hevur stóran týdning
at verða við á slíkum
ráðstevnum, tí tað er her,
at kundar og leverandørar
hittast.
Tað sigur Regin Jacobsen,
stjóri á Bakkafrost, sum er
ein av teimum 15 føroysku
fyritøkunum,
sum
er
við á European Seafood
Exposition,
sum
byrjaði
týsdagin og sum endar í dag.
Talan
er
um
helst
størstu og týdningarmestu
fiskivinnuráðstevnu
fyri
fiskavøruframleiðarar,
og
Bakkafrost hevur tikið lut
á ráðstevnuni øll tey umleið
20 árini, hon hevur verið
hildin.
Á hesari stevnuni møta
vit
eisini
analytikarum,
og bæði fyri Bakkafrost
og føroyska fiskivinu sum
heild er hetta ein umráðandi
ráðstevna at verða við til,
sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at tað hevur
stóran týdning at vera har,
sum kundarnir eru, og eisini
fyri at hoyra um nýggjar
møguleikar.
Tað er umráðandi at vit
síggja, hvat vit kunnu gera
betri, og tað er eisini ofta
á slíkum ráðstevnum, at
nýggj hugskot koma fram,
sigur Regin Jacobsen.
Ráðstevnan í Brússel er
hin størsta av sínum slag,
men Bakkafrost tekur eisini
lut á øðrum ráðstevnum.
Vit vóru við í Boston
herfyri, og hava eisini tikið
lut á ráðstevnum í London
og Moskva. Tað er á hesum
ráðstevnum,
tú
kanst
tosa við tínar kundar og
finna útav, hvat rørir seg í
marknaðinum, sigur Regin
Jacobsen.
Hann sigur, at tú lættliga
kanst tosa við upp móti
200 kundum, og tað er ikki
nakað, tú annars kanst gera
eftir so stuttari tíð.
Størsti
parturin
av
føroysku
fiskaútflutningsvinnuni er
við á ráðstevnuni í Brússel,
sum eisini verður ógvuliga
væl vitjað. Eini 40.000 fólk
hava
verið
framvið,
so
roknast kann við, at tær 15
føroysku fyritøkurnar hava
fingið nakað burtur úr.
leo@sosialurin.fo
FISKIVINNURÁÐSTEVNA 15 føroyskar fiski
vinnu fyritøkur hava í vikuni verið á fiski vinnu
ráð stevnu í Brússel, har ikki færri enn 40.000
fólk hava vitjað hesar tríggjar dagarnar
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, er millum
mongu føroyingarnar, sum í hesum døgum
eru á fiskivinnuráðstevnu í Brússel
Mynd: Høgni Rasmussen
TÝDNINGARMIKIÐ
40.000
vitjandi á
ráðstevnu