hósdagur 29. apríl 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvat er títt besta ferðaminni?
Havi verið nógvar deiligar ferðir, men tann,
sum stendur frískast í minninum var í mars
í ár, tá øll familjan saman við vinfólki við
familju sigldu og koyrdu í egnum bilum til
Eysturríki at standa á skí. Tað var so lætt og
avslappandi – sjálvt við smáum børnum.
Hvat dámar tær betri – flúgva ella sigla?
Eg elski at sigla – við egnum báti, við
Norrønu ella við øðrum stórum og
spennandi skipum. Tað er so róligt,
avslappandi og romantiskt. Men tá eg
havi skund dámar mær eisini at flúgva.
Hvagar burdu føroyingar ferðast meira?
Runt í Evropa við egnum bili. Stóru, spennadi
høvuðsstaðirnar á meginlandinum. Flottu,
heitu strendurnar longur suðri á sumri ella
kavaklæddu vøkru alpurnar á vetri. Ávegis
avgerð ein sjálvur hvat ein ynskir at uppliva.
Hvat er tað strævnasta við at ferðast?
At standa í kø og baksast við viðførið.
Hvat ting er tú glaðast fyri?
Mína iPhone 3G S 32GB og mínar nýggju
Atomic D2 Race SL – Skífjalar
Hvat ger teg bangnan?
Tankin um at okkurt hendir
við mínum nærmastu
Hvussu nógv tjenar tú um mánaðin?
Vit klára dagin og vegin og
kanska eitt sindir afturat
Hvar/nær hevði tú viljað verið
ein fluga á vegginum?
Tá konan er í bindiklubb og kanska
eisini onkuntíð á Landsstýrisfundi
Hvat er flóvisligt?
At prumpa ímeðan eg liggi á búkinum
og fái eina marglætis vøddamýking á
eini marglætis vøddamýkingarstovu
á einum marglætis gistingarhúsi
Hvat ert tú gleðast yvir,
við tíni egnu útsjónd?
At eg enn havi hár á høvdinum
Hvør núlivandi
føroyingur er
ordiliga kulur?
Gunnar Nielsen
og Tróndur
Patursson.
Fantastiskir
kemparar og
einarar
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Tað er uttan iva mitt snarsinni
Hvør er størsta avbjóðingin í Føroyum?
At vit brúka so nógva tíð og næstan
einans tora at tosa um tað sum ikki er
veruliga týdningarmikið. »We do not
face the brutal facts!« Og so, at vit
eru so fáir føroyingar í Føroyum.
Hvat ger teg illan?
At spilla tíðina við tí, sum ikki hevur týdning
og skapar framdrift. Óerligheit og slatur, og at
Chelsea tapur. Men tað síðsta er so sjálvdan.
Hvat ger teg glaðan?
Tá tað gongur míni deiligu konu, mínum
deiligu børnum og okkara nærmastu
annars – familju og vinfólki – væl og
tá alt gongur upp í eina hægri eind.
Hvat hevur lívið lært teg?
Fokuserað uppá tað sum hevur týdning,
tak einki fyri givið og »Keep it simple«.
petur holm
Tora ikki at tosa um tað
veruliga týdningarmikla
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta petur holm
Aldur: 41
Bústaður: Hoyvík
Starv: Forstjóri í Smyril Line
Familja: Giftur við Fridu
Børn: Bjørt 12 ár, Teitur 11 ár,
Áslakur 10 ár og Baldur 1 ár.
mynd: jENS KRiSTiAN VANG