Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 Sosialurin Man kann ikki steðga út­ bygg ingini av infrakervinum í landinum, tí ein skúli skal gerast í Marknagili. Heldur ikki kann man gevast við ætl­ anunum um at byggja sama skúla, tí at man skal gera tunl ar Norð um Fjall, ella um Skop unarfjørð, ella byggja skip til nólsoyarfarleiðina. Ar beiðast má á øllum økjum, so norðoyingar faá sítt, nóls­ oy ingar sítt, suðringar sítt, sand ingar sítt, og soleiðis gera, at allir borgarar landsins kenna, at tey eru partur av sam felagnum. Trupulleikarnir hjá okkum í Sandoynni eru størri enn eitt dálkað vatn, ella ein vantandi ítróttarhøll. Nei trupulleikin er, at tit fólkavaldu tóku vónina frá okkum, tá vit vóru um at gerast ein partur av Føroya landi. Henda vónin kann so lætt sum onki kveikjast aftur. Alt sum skal til, er at melda út við eini tíðarfesting fyri, nær man ætlar sær í holt við Sandoyartunnilin. Tá tað er gjørt, kunnu vit sum relatera til oynna, taka støðu til, um vit vilja bíða eftir tunlinum ella ikki. Sum nú er hækkar man ferðaseðlakostnaðin um Skop­ unarfjørð, so vit skulu gjalda meiri fyri ferðing og frakt. Somuleiðis skerjir man túra­ talið, so bilar okkara sleppa at standa eftir á keiini í bíði­ røðini. Betri hevði verið, um av varð andi landstýrisfólk kundi komið fram og sagt okk um, um man yvirhøvur vil hava okkum um fjørðin, ella um mein ingin er at gera tað so trup ult sum gjørligt at búleik­ ast á Sandoynni. Manglandi vilji at arbeiða fyri oynni Viðgerðin í løgtinginum av ítróttarhøllini, ið ætlanin er at byggja á Sandoynni, hevur í ólukkumát víst okkum í oynni, at minst helvtin av løgtinginum skilir als ikki, hvørja støðu Sandoyggin er í. Serliga hugstoytt er at síggja støðutakan Tjóð veldi­ sins, sum hevur havt umboð úr Sandoynni á tingi, og part­ vís hevur tað enn. Hóast man visti, hvussu brennandi stórt ynskið um ítróttarhøll var á Sandoynni, vildi man til aðru viðgerð ikki taka undir við høllini og atkvøddi blankt, men til triðju viðgerð atkvøddu tey flestu fyri, tí man vildi hekta seg upp á nakað, sum man visti, at man ikki kundi forða fyri álíkavæl. Hetta kennist sum gráin tøkk fyri tann stuðul, tjóðveldið hevur fingið av Sandoynni. Sjálvt umboðið av Sand ­ oynni hevur verið í fjøl­ miðl un um og roynt at lagt fót onglar fyri høllina við at finnast at mátanum, høll in verður realiserað á Sand oynni uppá. Vit eru fleiri, sum standa spyrjandi um, hvat meiningin er. Hvør er meiningin við at bjóða seg fram til politikk, um man ikki vil arbeiða fyri økinum, man er valdur av? Ræður alt um, at ongin annar má fáa eina fjøður í hattin av onkrum máli, sjálvt um málið gagnar eins egna øki? Hvussu nógv vil man avreiða fyri at verða afturvaldur? Vit á Sandoynni eru sera fegin um at høllin er samtykt á tingi, men av royndum vita vit, at bitin er ikki vísur, fyrr enn hann er svølgdur. Roðandi Hugsjónarrák Í eystri hugsjónarrák litfagurt roðar brimandi fagurt og frítt ­ sprongdust klettar stóru­ byltingar um verøld vítt ljómandi samhaldsfasta stríðsrákið boðar til verka sosialistarnir fara fóru! skolandi inn yvir landið eystanrákið stríðsfúsa beyð blóðsprongd eygu –undir trælaoki gingu ­ tó hjartablóð og eygu reyð­ loystu nívandi trælabandið men spekulantarnir ávøkstin fáa­fingu bogin ryggur – frostbitnar hendur fylla sól og gróður innar glæstrihøll tey múgvandi hánasaðu fáa fagrar urtagarðar og grønan vøll við tarablað í munni framvið strendur proletararnir svøltandi taða og sáða veðurbardir við skelvandi hondum við ríkmansins fót ljómandi fong teir leggja stríðsfúsa fylking berjist ímót glantrileiksins dramblætis gullhondum dust mót stríðsfylking –stríðsfedrum­ seggja proletaranna væni songur ­ privatkapitalisman er steindeyð­ ljómfagur geisandi fríður stríðsfylking okkum beyð! vær viljum náa enn longur sosialismunnar háljómi blíður. mikla fæloysingafjøldin sterka alt ov leingi kúgað var ríkmansins trogið fyltu støðugt tann kúgandi lær árvakna fjøldin til verka undir stríðslogans krúnu gyltu trælaokið av sær tveita í frælsisbúnan lata seg sjálvsagda rætt sín krevja stríðsfús á droyrreyða veg til gróðrarmiklari strendur leita yvir kúgandi valdi seg hevja tey kúgaðu lýða á stríðslúðrin snjalla droyrreyða merki í húnar hátt sosialisman á sigursaldu javnrættarandin trínur innar gátt –tey kúgandi til kníggja falla fæloysingarnir taka valdi! í roðanum samhaldsfasta ríki sosialisman á sigursferð á tremur ljómandi kærleikstrogið fólkið ­ fólksins ogn í favni ber hevjast úr trældómsins díki geisandi ljómfagri logi stættastríðið í alfagrum blóma ­ trælabinda hánasaða fínalið­ kúgaðu stríðsfús til verka fara kúgandi­ múgvandi­ ei fáa grið frælsisglæmuna í eystri kanst hóma! sjá ljómandi sigrandi reyða skara! Sólmundur Joensen Vit hoyra nú, at stuðuls­ tímarnir í skúlanum til børn við breki verða munandi skerdir. Hetta kemur at geva bakslag, tí at taka frá hesum børnum, ið endiliga hava fingið hjálp, er sum at rýma frá einum ósløktum bálið: tað festir í aftur og skaði gerst størri. Sparingin er stuttskygd, tí tað ganga hundratals fólk runt í Føroyum, ið mangla diagnosuna. Fólk, ið kundu havt eitt væl betri, lív um tey høvdu fingið diagnosuna. Tey eru har, tó uttan at hava eitt »spjaldur um hálsin«. Flestu altjóða kanningar staðfesta nevniliga, at ein útav 20 av øllum skúla børn­ um hava sjúkuna, tvs. 5%. Og tey kosta enn meira, tá tey blíva vaksin, tí hond varð ikki tikin um tey sum børn, og í nógvum førum enda hesi aftur á forsorgini sum verri sjúk og ofta enntá kriminell. Tað vísir seg nevniliga, at nógv smákriminell, sum til endans blíva størri brotsfólk, eru ung við atferðartruplum brekum; tey ikki duga at yvirskoða avleiðingar, og tí­ skil gera tey tað sama brots­ verkið umaftur og umaftur. Og tá blíva brotsverkini við tíðini eisini størri og størri. Tað, sum veruliga mangl­ ar, er at ein skipan verður gjørd fyri børn og ung. Ein skipan, har tú vendir tær til og síðani verður borin ella førdur ígjøgnum. Ein skipan, sum tekur barnið og trupulleikarnar í álvara og syrgir fyri, at tann neyðugi stuðulin og neyðugu til­ boð ini alla tíðina er har. Vit foreldur muga í dag »jagstra« øll hesi ymisku; stovnar, skip anir, viðgerðarstovur, al mannaverk, skúla o.s.v. Og jagstran má mann kalla tað, tí fyri ein stóran part fær tú »ein slutur fyri ein slatur«. Hví? Jú, tí tað ikki er EIN skipan sum tekur sær av børnunum, líka frá barnaansing til tey fylla 18. EIN skipan sum skilur støðuna og vil og kann hjálpa. Tað er tann veruligi tørvurin. Á dagstovnum fáa børn við serligum tørvi nógvan stuðul, ofta upp á hálva ella entá fulla tíð. Men tá tey byrja í skúlanum, missa tey hann. Tá, í einum klassa við 20 børnum, missa tey hjálp ina. Tá, tá teirra lív og framtíð veruliga skal skap­ ast, missa tey hjálpina. Tá enda tey sum kastibløka mill um skúla, Almannastovu, Ser námsdepil, Barna­ og ungdomspsykiatriuna o.s.v. Tá byrjar eitt lív, sum bert gevur meira trupulleikar, tí børn og foreldur blivu slept út í eina oyðmarkagongd, sum kann oyðileggja alla familjuna. Og børnini? Tey blíva ein størri byrða fyri samfelagið, heldur enn eitt stórt íkast. Og til tykkum politikarar; bara børnini er um 5% av fjøldini og saman við for­ eldrum eru vit 15% av fjøldini. Hartil koma okkara familja, vinir og kenningar. 15% + øll hini eru nógvar atkvøður, sum tit avskriva tykkum. Til næsta løgtingsval skula vit nokk hava eyguni eftir, hvør av tykkum vendi blinda eygað til, hvør atkvøddi fyri at TAKA tímar frá børnunum, heldur enn at lata fleiri tímar. Her er leinkja til donsku ADHD­heimasíðuna: http://www.adhd.dk Gevið børnum okkara betri lív Napolion Magnussen Brandur Sandoy Hvør er ætlanin við Sandoynni