hósdagur 29. apríl 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
11
VIKUSKIFTI
heIlsU
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Frá dreymi til veruleika
Tú hevur kanska ikki hoyrt um tað fyrr –
fatorexi – tað øvugta av anorexi. Tá ein
persónur hevur fatorexi, er tað ein tjúkkur
persónur, sum sær seg sjálvan sum klænan í
speglinum.
Sara Bird úr Onglandi hevur skrivað eina bók, og
gjørt eina heimasíðu um evni – www.fatorexia.
com. Hon sá seg sjálva sum vakra og klæna, til
ein dagin læknin segði við hana.
- Tú er feit!
Vektin vísti tá yvir 100 kilo, og hóast at Sara
burdi haft vita um hetta, gjørdist hon skelkað.
Hon hevði bara speglað sær við lítlum hond
speglum í langa tíð, klipt støddarlepan av
klæð unum, og lati seg í stór, víð klæði.
Ein av høvuðsorsøkunum til fatorexi er at fólk
tapa seg, og síðani halda seg vera klænan,
hóast at kiloini eru komin uppá aftur fleirifalt,
meinar Sara.
síðan
At lætna byrjar við tínum tankum. Tank
arnir eru týdningarmiklir fyri motiva
tión ina, íð er tann innara drívmegin. Tú
skal sjálv/ur trúgva uppá, at tað kann
lata seg gera at lætna, og seta tær tað
fyri og planleggja tiltøk, íð kunnu fáa
tað til at eydnast. Fyrst og fremst er
tað týdningarmikið, at tú ert tilvitað/
ur um, hví tú vilt lætna – er tað orsaka
av heilsuni, útsjóndini ella onkrum heilt
øðrum? Um motivatiónin til tíðir ikki er so
góð, kann tað hjálpa at savna teg um, hví
tú ynskir at lætna.
Tað krevur eina langtíðar íløgu at broyta
vanar. Tú ert ikki í ferð við ein slankikur,
men eina lívsstílsbroyting, íð varðar
restina av lívinum.
Hugsa jaligt
Okkara tankar og kenslur ávirka royndina
at broyta vanar. Royn tí at hugsa jaligt.
Neiligir tankar, sum til dømis at tað
ongantíð fer at eydnast, kunnu vera ein
forðing fyri at tú broytir vanar.
Í staðin fyri at hugsa, at tú ikki hevur
tíð til keypa inn ella at fara út at ganga
ella venja, skal tú planleggja – bæði tá
íð tað kemur til at hava sunnan mat í
køliskápinum og at hava tíð til at røra teg.
Skriva í kalendarin, nær íð tú skal keypa
inn ella røra teg.
Ansa eisini eftir, at tað ikki verður ein
umbering, at tú ikki ert motiverað/ur at
lætna júst nú ...
»At detta útí«
At eta okkurt, íð ikki var ætlanin, hendir
fyri øll. Tað týdningarmiklasta er, at tú
kemur víðari beinanvegin og ikki heldur, at
so kann alt vera líka mikið. At detta útí er
ikki tað sama sum at tú ikki kanst røkka
málinum. Royn heldur at finna útav, nær íð
hetta hendir – er tað hvørja fer tá íð tú ert
kedd/ur, strongd/ur ella glað/ur? Skriva
niður hvørjir tankar geva tær loyvi til at
detta útí, til dømis um tú hevur uppiborið
tað ella at tað er synd í tær. Planlegg
síðani hvussu tú kanst takla hesar støður
annarleiðis í framtíðini. Royn at avleiða
tankarnir og ger okkurt annað enn til
dømis at eta sjokolátu ella okkurt søtt –
gang ein túr, les eina spennandi bók ella
ger okkurt, íð júst tær dámar væl.
Herðaklapp
Tað er hart arbeiði at lætna, so gerð
okkurt gott fyri teg sjálva/n, hvørja fer
tú hevur rokkið einum máli – ella ímynda
tær, hvussu tað verður at lætna til dømis
10 kg. At tú kanst ganga í brekkum ella
trappum uttan at tiva, binda lissir uttan
ampa ella orka nógv betur at spæla við
børnini.
Tað eru nógv, íð halda seg viTa nærum alt um, hvaT ið skal Til
fyri aT lætna, men eru ikki før fyri aT gera nakað við Tað – aT
droyma um aT læTna er nevniliga ikki Tað sama sum aT gera Tað
lætna:
Samanumtikið
At lætna byrjar
við tínum tankum
• Hugsa jaligt – eisini tá íð vekttapið
ikki gongur heilt eftir ætlanini
• Planlegg og slepp undan
vánaligum umberingum
• At detta útí hendir fyri øll
– finn útav hví tað hendir fyri teg
HevUR Tú
fATorexi?
KroPPsjAmPo
og rAKiKrem í
einum
Nú tá tíðin
er komin,
at beinini
skulu
luftast,
kemur
Nivea við
nýggjheitin
»Double
effect
– shower
and shave«, ið er eitt
kroppsjampo, ið eisini
kann nýtast sum rakikrem.
Skúmið klebrar seg til
húðina, og ger tað lætt
at raka tey óynsktu hárini
vekk.
mynd: istocK
Jórun Klein, dietistur