hósdagur 29. apríl 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75
12
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Langafríggjadag andaðist Rodmund Joensen,
systkinnabarnið í Sørvági , bert 69 ára gamal.
Burturstaddur tá, fekk eg ikki fylgt honum,
tískil henda seinasta heilsanin.
Rodmund hevði annars alt sítt lív góða
heilsu, tó honum seinru árini bilti eitt og
annað, sum hvørja ferð lagaði seg væl aftur,
inntil hann nú, annars væl fyri, knappliga
fór.
Rodmund var úr góðum bergi brotin.
Pápin var Jóan Jakku hjá Tøðurasmussi,
tiltikin fiskiklógv og skilamaður á sjógvi og
landi. Hann førdi skip og róði í fleiri ár út í
Grønlandi.
Mamman var Ella av Nystedættini við
Norðskála og satt konubrot.
Einkarbeiggin er Esbern, giftur Jónvør.
Hann var okkurt ár við til lands í Grønlandi,
men fór annars maskinmeistaravegin, sigldi
úti og er nú eftirløntur aftaná mong starvsár
við Vága Floghavn.
Konfirmeraður fór Rodmund at rógva út
við m.a. Jens hjá Víkarliassi, sum mann hava
lært Rodmund eitt og annað á nærleiðum.
Haðani fór Rodmund at rógva út í
Grønlandi, og bert 16 ára gamal læt hann
byggja sína fyrstu Ellu til grønlandsútróður.
Mær er sagt ,at hóast hann sjálvur átti og
hevði betalt bátin, kundi hann vegna sín unga
aldur ikki sjálvur standa fyri báti sínum til
grønlandsútróður, men í hansara stað pápin.
Feðgarnir vóru í eini tvey ár bestir at
fiska á sínum plássi og báturin helst ov lítil
til fongin, og tískil lat Rodmund fá ár seinri
byggja eitt so øgiligt ílat, ta næstu Elluna.
Tá so grønlandsútróðurin av fiskaloysi
helt upp at, róðu so feðgarnir í fleiri ár út av
Sørvági, og væl bar til.
Pápin fall vegna deyðiliga sjúku frá, men
Rodmund helt áfram, ofta einsamallur á báti
og skifti seinri bátin út við ein nútímans,
trivaligan glastrevjabát við dekki í, og soleiðis
helt hann í sínum lagi fram, til hann nú
andaðist.
Gamaní gjørdust túrarnir seinru árini
heldur styttri, eins og minni varð lagt fyri,
men samanumtikið kom væl burturúr, tí
Rodmund dugdi at laga seg eftir heilsu og
orku og plægi at halda fyri: “Lat aðrar rokast
og leggjast fyri”, meðan hann sjálvur valdi at
fara meira hóvliga fram við færri línum og tað
styttri fiskidøgum hvørja ferð fyri í staðin at
orka at flota dag um dag, og samanumtikið
fekst upp á seg hjá honum væl burturúr.
Hann var sera virkin og røkin, fiskaði fyri
tað nógva sjálvur sítt agn og røktaði sjálvur
sínar línur, so sum mest fekst burturúr
fonginum.
Tað var hugaligt at vitja og at koma á tal
við Rodmund.
Hann var eldhugaður og hevði sínar egnu
avgjørdu og ofta beisku meiningar um førdan
fiskivinnupolitikk, tó hann helt ikki sørt av
Heina í Kunoy.
Rodmund var til lít innløgumaður og
familjukærur.
Hann hevði seyð og velti hvørt ár epli til
fleiri húski, og tá eg stundum bað hann ikki
leika soleiðis í á gamalsaldrinum, segði hann
bara sum tað størstu sjálvfylgju, at hóast
einsamallur í húsi, so hevði hann í nærmastu
familju fleiri familjur at forsýna við fiski,
fugli, kjøti og eplum.
Hóast sparin við sjálvan seg, so var hann
sera umsorgsfullur, gávumildur persónur, og
lat tá dálan rulla.
Tóku tey grind upp í Vágum og eg mungaði,
ráddi Esbern mær bara at halda meg tætt upp
at Rodmundi, tí so gjørdist eg neyvan sørur,
og rætt fekk Esbern hvørja ferð.
Rodmund visti av, at mær dámdi at skera
høvd, sum annars vóru vónleys at útvega sær
í Havn.
Hann kundi tí ringja: “Eg havi skaffað tær
nakrar kassar av spillfeskum bankhøvdum,
so vilt tú hava, er bert at koma vestur eftir
teimum, og ongantíð slapp eg at betala fyri
meg.
Og einaferð vit sum familja vóru har
vesturi at svala á børnunum, kom hann
aftaná loknan útróðrardag við gylt av fiski
at koyra í pottin. Tá bjóðaði hann sær eisini
til at taka okkum nakað av havhesti, síðani
tað fall honum so ómakaleyst, ímeðan hann
larraði aftur at landi og samstundis kruvdi.
Jú takk ,eitt kók av havhesti í bestu árstíð til
slíkt, feitir og stapaleysir, hevði ikki verið so
galið, men kvøldið eftir segði hann seg hava
tikið mær einar tvey hundrað og skuldi við
Esberni til hjálpar sjálvur byrja at royta.
Sjálvur gjørdist eg í so seinur, men komin
í kjallaran vóru Rodmund og Esbern við
at kryvja teir allar seinastu. Heimagjørda
roytingarmaskinan
við
dýnuvørðinum
um reyvina hevði gjørt skjótt av, og eg
endaði aftur í Havn við øllum tvey hundrað
havhestunum í pøkkum, klárum til boksina
ella í pottin, uttan sjálvur at røra ein fingur.
Soleiðis var Rodmund bara.
Tað, sum eg tó minnist mest Rodmund
fyri vóru felags flógv minni frá barnaárum í
Sørvági, har eg var at vera hjá skyldfólki hvørt
summar.
Pisur høvdu vit nógvar. Gamla sagulagið
í havanum var avtaglað við fuglabúrum við
alskins pisum hjá okkum at matskaffa og
passa.
Gerandislív okkara gekk tí fyri tað nógva
við at fiska til hesar mongu pisur.
Frystiboksir vóru tá ongar, og tað mátti
vera spill fekst, annars doyðu lundapisurnar
av bróstmøði, meðan skurðar, ravnur, kráka
og skarvsungin hjá Esbern ótu alt, sum rakst
fyri nevið.
Og sikken eitt sirkus, tá vit mongu
feriudreingir í evstu løtu, áðrenn skúlabyrjan
aftur fóru leiðina heim til okkum sjálvs
við bygdarbussi og strandfaraskipi fullum
av fuglabúrum. Tað var tá av sonnum
dreingjalív.
Kanska eru royndir á barnaárum at vara
av og at vera góður við djór ein spíri til seinri
menniskjuliga góðsku, ábyrgd og umsorgan.
Hvør veit?
Rodmund legði eisini tíðliga á barnaárum
til at fara út á Vág við báti at troyta
hvítingamiðini.
Vit lántu tristin, skavaðu krakling undan
bryggjuni, róðu út við býggjarlandinum,
kastaðu og fingu mangan góðan fong. Tað var
hugaligt og kendist sum mansevni í okkum.
Tá í fimtiárunum róðu nógvir vágamenn
út í Grønlandi við bátum frá skonnartum, og
vit smádreingir vildu í so máta fegnir teljast
millum ordiligar menn.
Einaferð
minnist
eg
eitt
annað
systkinnabarn, Árna hjá Juliufastir, hava
vundið ein gamlan deksbát í gongd, og vit
fóru líkir teimum vaksnu út á hvítingamiðini
við smábátum afturút. Rodmund og eg fóru
í tristin at kasta snøri, meðan Árni passaði
»móðurskipið«, kyndi upp í kabyssuni og
setti út á. Tað var ein serligur hugni, eisini at
koma aftur at borði við fongi. Tað var akkurát
sum ordiligt, og sum vit ímyndaðu okkum
fedranna gerandislív á fjarskotnum leiðum
,og er tað neyvan av tilvild, at vit longu sum
smádreingir dugdu at evna fiskireiðskap til,
handfara slíkan og at venda okkum í báti.
Hóast Rodmund sjálvur ikki fekk konu og
børn, var hann so sera góður við børn, og eg
minnist ikki hvussu nógvum hann var gubbi
at, men tey munnu vera nógv, síðani hann í
familjuhøpi oftari var tiltalaður gubbi heldur
enn Rodmund.
Rodmund var verandi gamal drongur, tó
uttan fyri tað at vera serskøltur. Hann var
fryntligur og sum yngri nógv uppi í kappróðri,
dansaði og kvæð, og hóast hann sjálvur hvørki
roykti ella drakk, var hann sum so als ikki
fanatiskur viðv. øðrum fólkum, og fylti hann
runt og væntaði gestir á gátt, varð Esbern
sendur í rúsuna við stórum pengaseðlum. Har
skuldi hjá honum sanniliga einki mangla.
Hann var framúr familjukærur, eins og
hann sýndi okkum og okkara børnum ans til
tað síðsta.
Og voru vit við børnunum har vesturi,
skipaðu Rodmund og Esbern av sínum
eintingum
javnan
fyri
familjuáti
og
ikki minst útferðum við báti suður við
Sørvágsbjørgunum og út í Tindhólm, har vit
áttu so mong spor á barna- og unglingaárum,
síðani abbin var uppisitari har, oftani var at
fleyga ella reka seyð, og vit sluppu við.
Einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum, og vit
væl og virðiliga vóru komnir til manns, ringdi
Rodmund meg upp ein sunnudag í Havn og
bjóðaði mær við sær út í Tindhólm nakrar
dagar at fleyga lunda.
Hann segði seg kláran at fara, og skuldi eg
bara koma vestur, sum eg stóð.
Eg so gjørdi við mín bera kropp, og komin á
bryggjuna í Sørvági, lá Ella longu klár at loysa
við øllum neyðugum viðføri um borð.
Esbern skuldi seta okkum út í Tindhólm og
koma eftir okkum aftur um fimm dagar.
Tað gekst væl, men ólukkutíð small klokkan
í helluna har úti og í smildur. Radio var einki
og fartelefonin tá ikki uppfunnin, so vit máttu
bara miðja okkum eftir dagslýsi og myrkri,
flúgvararutuni o.t.
Tað kendist forkunnugt í nakrar dagar at
liva soleiðis so nær uppat óspiltari náttúru og
fjart fra verðsins hentleikum og larmi.
Fyrsta morgunin fingu vit nakað av fugli,
men so skifti ættin, og tað gjørdist vátt og
beista hált í urðini.
Rodmund vildi av góðum grundum ikki
vita av oljuklæðum í bjørgunum, so vit
gjørdust skjótt í gjøgnum, og so var lítið
annað at gera enn at fara aftur í smáttuna á
hálvum degi og tørna inn til lundalýsnar at
verma seg, ímeðan klæðini tornaðu aftur uppi
yvir komfýrinum.
Maturin gekk eisini undan, tó ráð fingust
fyri tí. Rodmund álaði skjótt fjaðrarnar av
nøkrum fingnum lundum, ella eg fór við
tráðuni oman á helluna. Eisini royndi eg í
mínum føri at gera pannukøkur uttan egg
ella ger, men tær vóru ikki mannaføði, og
afturkomnir havnaði sjálvt hundurin mínar
pannukøkur.
Hóast mátaligan fong høvdu vit saman
nakrar sjálsamar og hugtakandi dagar í
Tindhólmi, og Rodmundi og hansara fólki so
vænt, mundi eg fáa bróðurpartin av veiðuni ,
grýtukláran við mær aftur til Havnar.
Heldur ikki fekk eg at hoyra fyri at
hava brotið teimum allar stangararmarnar,
íroknað eykasettið, vegna mítt klombruta
fleygakynstur.
Ymiskt er, hvat í grundini bindur fólk
saman, tó mær tykir dugni og felags góðar
upplivingar í tøkum tíma og staði at vera eitt
gott boð upp á tað.
Tí verður Rodmund saknaður og mintur
av mær og mongum og ikki minst hansara
allarnærmastu, sum hóast stakur vóru
hansara familja, og sum hann í lívi og levnaði
hevði so stóra umsorgan fyri.
EyJo, systkinnabarnið
Rodmundi í Sørvági til minnis