Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 75 · 29. apríl 2010 12 VIKUSKIFTI HFH Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nýggja rakikremið Below Your Belt, sum er gjørt til barbering undir belti­ num, skal nú verða við til at bjarga ping vin unum á Suðurpólinum. Tað ætlar í øllum førum leir vík­ ing urin Hans Fróði Hansen , sum er odda maður fyri Below Your Belt (BYB). Hann ætlar, at part ur av inn tøku num frá raki krem unum skulu brúkast til at hjálpa ping vinunum. Hans Fróði hev ur gjørt ein grunn, sum hann kall ar Save Penguins Foundation, og tá BYB vørur verða seldar, fer ein partur av inntøkunum til grunnin, sum skal arbeiða fyri at bøta um korini hjá pingvinunum, sum hava fingið tað truplari av upphitingini á jørðini. ­ Pingvinin er blivin súmbol fyri BYB, og tí er tað upplagt, at vit eisini gera eitt átak fyri at hjálpa ping­ vinunum á Suðurpólinum, sigur Hans Fróði Hansen. ­ Tíðin krevur, at tú hevur meira enn bert eitt merki – eitt brand – og við at taka umhvørvisarbeiðið upp í okkara merki, gera vit tað meira komplett, sigur Hans Fróði. Taka ábyrgd Í fráboðanini um, at BYB eisini skal arbeiða fyri pingvinunum, sigur Hans Fróði Hansen, at pingvin umboðar allar teir eginleikar, sum ein nútímans persónur eigur at hava: Virðing, erligheit, loyalitetur, ansni, gleði, gávumildni og kærleiki. ­ At bjarga pingvinini frá globalu upphitingini verður eitt av aðal mál­ unum, sum Hans Fróði Hansen fer at arbeiða fyri ígjøgnum sítt merki, stend­ ur at lesa í fráboðanini. Hans Fróði Hansen heldur, at tað er ikki so løgið, at júst pingvinin er vald til at umboða BYB. ­ Øll elska pingvinina, og globala upphitingin hevur gjørt livi um støður­ nar á Suðurpólinum truplari. Hetta er nakað, sum vit kunnu arbeiða fyri, sigur Hans Fróði. ­ BYB merkið leggur upp til, at fólk skulu verða glað og hava tað stuttligt, men tað fylgir eisini ein ábyrgd við at hava tað gott. Vit elska lívið, men vit taka eisini ábyrgd, sigur hann. Herferðir á veg Í løtuni verður Below Your Belt merkið marknaðarført serliga í norðurlondum. Mið støðin er í Danmark, og síðst í mai mánaði skipar Hans Fróði Hansen fyri einari veitslu fyri innboðin, har BYB av álvara skal fara av bakkastokki. Herferðir fyri pingvinarbeiðnum eru eisini á veg. Hans Fróði Hansen he v ur fingið nakrar kendar kvinnur at verða umboðsfólk fyri arbeiðið. Ein teirra er Malene Belafonte, og fleiri verða avdúkaðar seinni. ­ Vit hava valt vakrar kvinnur at um boða Saving Penguins Foundation. Hetta gera vit, tí fólk lurta eftir vøkrum kvinn um, og tí vit vilja leggja dent á tað positiva og vakra. Vit hava sæð nóg nógvar myndir av trupulleikunum – fuglar í olju og so víðari – og tí vilja vit heldur leggja dent á tað góða og pena, sum vit kunnu missa, um vit ikki gera nakað, sigur Hans Fróði Hansen. – Vit elska lívið, men Vit taka eisini ábyrgd, sigur Hans Fróði Hansen, sum nú ætlar, at nýggja raKiKrEmið Hjá Honum skal Verða Við til at bjarga pingVinunum á suðurpólinum Hans Fróði Hansen ætlar sær ikki smæðist burtur í altjóða umhvørvisarbeiði