Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 4 Sosialurin Øðr vísi guds­ tænasta í Klaks vík Dýra biðidag kl. 18.00 verður ein held ur øðrvísi guðs­ tæn asta í Christ­ ians kirkjuni. Undir guds tæn­ astuni fer urgu leik­ arin at spæla frið­ arlig løg, eins og ein trio fer at syngja. Prædikan snýr seg um at vera still­ ur fyri Harr an um, og tíð verður eis­ ini givin til djúp­ hugsni. – Dentur verður lagdur á at fáa eina stilla løtu, har vit kunnu steðga á, og njóta kvirr­ una, ístaðin fyri all an tann meldur vit uppliva í ger­ andis degnum, sigur presturin, Hanus á Gørðum. Ein persónur kem ur eisini at greiða frá, hvønn týdn ing tann stilla løta hevur í hansara lívið. Guðstænastan endar við at altar­ borð ið verður dekk­ að. snorri@sosialurin.fo Snorri Brend Sendingin varð send um­ vegis heimasíðuna hjá Norð­ lýsinum, og var skipað sum eitt kjak millum fyriskiparan, Rógva Joensen í Klaksvík og tveir aðrar mans. Evnið var dópur og trúgv, og varð kjakast um hetta evnið í tveir tímar. Eftir sendingina varð staðfest, at tað vóru støðugt omanfyri 200 fólk sum ísenn hugdu eftir sendingini. – Vit meta at umleið 2000 vitjandi vóru á heimasíðuni meðan sendingin vardi, upp­ lýsir Rógvi Joensen. Fyri heimasíðuna hjá Norð lýsinum var eisini talan um ein góðan dag. 7.535 fólk høvdu vitjaðu teirra heima­ síðu, tá sendingin endaði um 11­tíðina í gjárkvøldið. Ætlanin er nú at útbyggja skipanina, soleiðis at teir eisini fáa sent beinleiðis frá øðrum tiltøkum. Gott hugskot Jastrid Gullaksen, stjóri á Norðlýsinun sigur, at hetta er ein partur í at menna heimasíðuna hjá fyritøkuni. – Vit skulu venja okk um við hendan nýggja møgu­ leikan, men tað er klárt, at hesin teknikkurin fer uttan iva at føra okkurt gott hug­ skot við sær, vísir hon á. Tey hava ætlanir um at senda frá tíðindafundum, býráðsfundum og øðrum, so skjótt sum tey eru klár til tað reint tekniskt. – Eisini er hugsandi at tæn astan er brúkilig hjá stovn um og felagsskapum, sum ynskja at koma í sam­ band við so nógv fólk sum gjørligt, sigur Jastrid Gul­ laksen. Teir møttust fyrstu ferð fyri sløkum 55 árum síðani, tá teir gingu á bíbliuskúla í Danmark veturin 1956­57. Í hesi vikuni møtast teir aftur – 76 ára gamli Henry Jarnskor av Strondum og 75 ára gamli Asger Jensen av Bornholm, sum fer at halda møtir kring landið. Asger Jensen er, sum vitu­ ligt er farin frá við eftirløn, eftir eitt drúgt arbeiði sum skrivstovumaður í byggi­ fyritøku á Bornholm. Men tað hevur hvørki tikið hug ella áræði frá honum at boða gleðiboðskapin. Hann hevur virkað á ym­ iskum støðum, m.a. sum frí­ tíðartrúboðari í luthersku missiónini í Noregi. Nú standa so Føroyar fyri tørni, og hesar dagarnar hann vitjar her fer hann at halda møtir á nógvum ymiskum støðum. Fyrsta møtið verður fríggjadagin í komandi í Leirvík, og síðani verða møti hildin í Emmaus í Klaksvík, Hellunum og á Skála. Asger Jensen hevur verið tvær ferðir áður í Føroyum og havt møtir. – Vit hava møtt stórari vælvild frá fólki, og tí gleða vit okkum at koma aftur nú, sigur Asger Jensen. snorri@sosialurin.fo Sangløta í Meinigheitshúsinum Komandi sunnudag kl. 18 verður sangløta í Meinigheitshúsinum Havn. Á skránni verður felagssangur og eisini fara Meinigheitskórið, Jens Lisberg og Martin Joensen (myndin) at syngja. Líknandi tiltak hevur áður verið fyrr í húsinum, og var húsið tá á tremur við fólki, ið dáma væl lættan gospel­tónleik og felagssang. Umframt sang og tónleik fer Annelisa Rasmussen av Strondum at hava andakt. Er hetta ørkin hjá Nóa? Eitt rannsóknarlið sigur seg hava funnið ørkina hjá Nóa á Ararat­fjallinum í Turkalandi. Tey siga seg vera 99,9 prosent viss í, at tað er ørkin sum er funnin. Rannsóknarfólkini hava leitað á Ararat síðani 2003, og eru tey m.a. komin frá á eina trækonstruksjón sum er 11,5 metrar long og 2,6 metrar høg. Tey siga, at tað er sera sannlíkt at hetta vóru restir av ørkini hjá Nóa. Sum prógv fyri hesum løgdu teir fram eitt træsprek, sum er tíðarfest at vera 4800 ára gamalt. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk siga seg hava funnið ørkina hjá Nóa. Beinleiðis tjak í tveir tímar KlaKsvíK 2000 fólk sóu ta fyrstu beinleiðis sjónvarpssendingina mikukvøldið hjá boðanartænastuni Kedes, sum hevur heimstað í Klaksvík Gamlir vinir møtast aftur Møtiskráin hjá Asger Jensen er henda: Dýribiðidag kl. 18: Missónshúsið í Leirvík. Manskórið úr Leirvík syngur Sunnudagin kl. 18: Emmaus í Klaksvík. Manskórið av Skála Mikudag 5. mai kl. 20: Hellurnar. Gullak og Jonhilda syngja Hósdagin 6. mai kl. 20: Bíbliutími á Skála. Evnið: Sálmi 32 og 33 Sunnudagin 9. mai kl. 19: Møti á Skála. Streingjakórið á Glvyrum syngur – Eg gleði meg at koma aftur til Føroyar, sigur Asger Jensen Sendingin hjá Kedes vardi í samfullar tveir tímar. Rógvi Joensen (uttast vinstrumegin) í samtalu við Kristian á Lakjuni og Jákup Hansen Mynd: Norðlýsið