hósdagur 29. apríl 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
4
VIKUSKIFTI
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Til endan hittu tær ein, sum segði »ja«.
Tá høvdu 14 ára gamla Rannvá Kunoy
og mamma hennara eisini bankað á
hurðina hjá flestu listamálarum í Havn
fyri at spyrja, um ikki onkur vildi taka
gentuna í læru.
– Eg trúði, tað var lygn, tá Eyvindur
Mohr segði ja. Tað einasta, eg vildi, var
at mála, og nú slapp eg at sita har og
síggja, hvussu ein veruligur listamaður
arbeiddi. Tað var heilt fantastiskt.
Í eitt ár á tamb sat Rannvá trúliga
og eftirlíknaði strokunum hjá roynda
listamálaranum. Dreymurin var tó
ongantíð at fáa myndirnar at líkjast, tí
longu tá hevði unga listakvinnan nakað
heilt annað í kvittanum.
– Eg havi altíð kopierað myndir
hjá øðrum fyri at vita, hvussu eg
kann manipulera tær til okkurt annað.
Listasøgan er jú túsund ára gomul, alt
er gjørt fyrr, og tí hevði tað verið spill
av míni tíð at skapað kompositiónir,
sum longu eru gjørdar, sigur 34 ára
gamla listakvinnan á sín sermerkta
blíða men avgjørda máta.
Okkurt byrjar
Í heila tikið er Rannvá Kunoy rættiliga
avgjørd í sínum meiningum um list.
Og eins og fyri at ongin ivi skal vera,
endurtekur hon ofta síni poeng tríggjar
ferðir, og heldur til dømis at seinnu
kvinnumyndirnar hjá Picasso er tað
»besta, besta, besta«, hann nakrantíð
gjørdi og leggur annars áherðslu á, at
hon »ongantíð, ongantíð, ongantíð« fer
upp á kompromis við síni list.
Tað fær prentarin Jan Andersson
at merkja hesa løtuna á grafiska verk
staðnum á Skálatrø, nú Rannvá Kunoy
fyrireikar sína fyrstu framsýning í
Før oyum í 10 ár. Meðan hon prátar
og greiðir frá, heldur hon neyvt eyga
við prentaranum, sum tolin ger eftir
hennara boðum og kemur við einum
útkasti fyri og øðrum eftir, sum verða
hongd upp á veggin.
Rannvá setur svørtu brillurnar á
nøsina.
– Hmmm … áhugavert, men hatta er
ikki tað yellow, eg hugsaði. Eitt sindur
meir spíss í … kanst tú ikki … ?
Eina løtu hvørva tey bæði inn í eitt
hitað kjak um tónar av gulum, litspíssar
og fernis.
Á gulu myndini hómast skapið av
einum avskeplaðum høvdi ella einum
illfýsnum skýggi ella kanska einum
eldgosi, sum eins og dandar aftur og
fram úr eini friðsælari toku.
– Eg royni at finna eitt úttryk, har
okkurt er í ferð við at fáa skap, eitt stað
millum lív og onki, eina byrjan, har
okkurt kanska er við at henda. Prosessin
hevur stóran týdning fyri meg, og tað
hevur formurin eisini, men eg vil ikki
verða fangað í antin øðrum ella hinum,
sum flestu listafólk verða. Eg vil sleppa
at arga við at spæla við bæði.
Men er tað ikki bara ein
sofistikeraður máti at
siga, at tú ikki fært tikið
støðu til tað, tú gert?
Rannvá flennir.
– Nei, nei. Also eg eri til dømis ikki
áhugað í at vísa angist, ella pínu ella sorg
við einum ekspressionistiskum úttrykki.
Eg elski at ganga á slíkar framsýningar,
men reint ekspressionistiskir máln ing
arnir eru ikki nokk fyri meg. Hinvegin
vil eg heldur ikki sleppa áskoðaranum
fullkomiliga uppá fjall í eini suppu
av prosess ella abstraktum formum.
Áskoðarin skal trúgva uppá mínar
myndir.
Trúgva uppá tær – hvussu tá?
– Ja. Hvørjum hevði tú trúð meir – eini
fotomynd av mær á gøtuni í London
ella einum málningi av mær á gøtuni
í London?
Fotomyndini?
– Nettupp, tí málningurin hevði havt
pensla strok, sum minti teg á, at onkur
hevði gjørt myndina. Eg royni at geva
mínum myndum nakað fotografiskt
yvir sær, har tað ikki síggjast spor eftir
mær sum listakvinnu fyri at skapa eina
illusión av nøkrum, sum bara er til í
verðini, sum kanska er veruligt.
Stýrir við harðari hond
»Veruligt« við ávísum fyrivarni, má
nokk skoytast uppí, tí tilvitanin um
seg sjálvt sum listaverk er altíð ein
avgerandi partur av listini hjá Rannvá
Kunoy, har listasøguligar tilsipingar
liggja og lúra allastaðni. Eitt nú er
fabrikslistin hjá Andy Warhol rættiliga
nær verandi í prentunum, sum Jan
Andersson stendur og rullar út yviri
við prentmaskinuna.
– Mær dámar kitlandi kensluna,
har man endurtekur okkurt umaftur
og umaftur og umaftur, til man ríðir á
mark inum, har tað verður meiningsleyst
og oyðilagt. Tann kenslan verður deiliga
vanda mikil, tá tú prentar á effektivum
maskinum, sum her, sigur Rannvá í tí
Jan Andersson rullar enn eitt útkast av
gula prentinum úr maskinuni.
– Yes, yes, yes! Printer's yellow! Ikki
náttúru yellow, ikki krops yellow, men
PRINTER'S yellow. Akkurát soleiðis.
– Eg TíMi ikki at spillA mína tíð til at gEra Myndir, sum onnur
longu hava gjørt, sigur listakvinnan rAnnVá Kunoy. í staðin
dusTsýgur hon skap úr MyndunuM hjá øðrum og MAnipulErAr
tEy til síni Egnu sErmErktu vErk, sum nú vEkja AlTjóðA ans
Rannvá við
dustsúgvara
og pensli
Um tað bara er áskoðarin, sum ger av, hvat hann
sær á myndini, eri eg dumpað sum listakvinna