Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 14 Sosialurin Dýrast í Áki Bertholdsen Føroyingar eiga í hvussu so er eitt evropamet. Og tað er í høgum prísum! Tað er niðurstøðan av eini umfatandi kanning, sum Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, hevur gjørt hetta síðsta hálvt annað árið við stuðuli frá Kappingarráðnum, Sam­ taki, universitetinum í Århus, Uttanríkisráðnum og Lands­ bankanum. ­ Úrslitið av kanningini er, at sum heild er keypiorkan hjá føroyingum heili 14% lægri enn keypiorkan í Dan­ mark. Tað er áður staðfest, at Dan mark er dýrasta land í Evropa at liva í. Men nú er tað so prógvað, at tað er uppaftur nógv dýrari at búgva í Føroyum. Í kanningini, sum akkur­ át er liðug, hevur bú skap­ ar frøðingurin samanborið keypi orkuna hjá føroy ing um og danskarum fyri so leiðis at kunna samanbera livi korini í báðum londunum. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík kanning er gjørd. Og úrs litið er órógvandi, tí nú er tað staðfest, sum vit øll hava havt illgruna um leingi. Tað eru bæði vørur og tæn ast ur, sum eru nógv dýrari í Føroyum enn í Dan­ mark. Ov lítil kapping Heri á Rógvi staðfestir eisini, at tað er ikki hvørki flutn­ ing ur ella av gjøld sum gera, at tað er so nógv dýrari at keypa vørur og tænastur í Før oyum, enn í Danmark. Heri á Rógvi sigur: Avgjøldini eru at kalla tey somu, burtur sæð frá, at vit hava verjutoll á nøkrum heilt einstøkum vørum. Og flutningsútreiðslurnar eru bara orsøk til eini 5% av prís muninum. – Høvuðsorsøkin til, at tað er so nógv dýrari í Før­ oy um, er, at vit hava so lítla kapping á nógvum av gerð­ andi økjum. – Nógv viður skifti í Før­ oyum er merkt av, at vit hava ein, tveir, ella nakrar heilt fáar veitarar á økinum. Hetta er eisini galdandi fyri viður skifti, sum hava stóran týdn ing fyri brúkaran. – Tað førir við sær, at kapp ingin verður ov lítil og tað førir so aftur til hægri prísir enn neyðugt. Hann vil ikki við hesum siga, at føroyskir handlar og fyritøkur misbrúka sína mark naðarstøðu til at smyrja tjúkt upp á prísirnar. – Men tað er ein sann­ roynd, at monopol og duopol føra til einsháttað út boð av vørum og tænastum og eins­ háttaðar prísir. Og tað eru nógv tekin um, at hetta er støðan í Føroyum, sigur Heri á Rógvi. ­ Marknaðarstøðan, sum er í Føroyum, elvir til, at prísir nir verða hægri enn teir høvdu verið undir vanligum kappingarumstøðum og tí er tað stak óheppið, at kapp­ ingin er so avmarkað. Víðari kanningar Heri á Rógvi sigur, at ein kann ing sum hendan eigur fyrst og fremst at verða brúkt sum grundarlag undir ein um kjaki um nýtslu, prís Umfatandi kanning avdúkar: LivikOr Vit hava havt illgruna um tað leingi. Men nú er tað vísindaliga staðfest: Føroyar er nógv tað dýrasta landið í Evropa at liva í. Men tað er ikki tí, at flutningskostnaðurin til Føroyar er so dýrur ella tí at avgjøldini eru so høg. Høvuðsorsøkin er, at kappingin er so lítil og hetta elvir til óneyðuga høgar prísir Hóast tað er lætt at keypa vørur á inter netinum og møgu leik ar nir eru óendaligir, gera før oyingar lítið av at inn flyta vørur sjálvir úr út landinum fyri at fáa tað bíligari. Heri á Rógvi sigur, at flutningurin av pakka posti til Føroya er rættiliga lítil aftur ímóti innflutningi av pakka posti til okkara granna lond. Tað tekur hann sum tekin um, at føroyingar ikki vilja, ikki tora ella ikki duga at keypa vørur sjálvir uttanlands um vegis internetið og at fáa tær fluttar heim til Føroya, hóast tað mang an kann vera nógv bíligari. - Ein orsøk kann eisini vera, at brúkarin í Føroyum er góður við handil in, hann keypir frá og tískil trúgvur ímóti hon um. Men hann heldur avgjørt, at tað er ein vansi, at tað kostar so nógv hjá fólki at keypa lut fals lig smáting til land ið. - Tað gagnar als ikki samfelagnum, at tað skal kosta fólki 200 krón ur at keypa okkurt fyri 500 krónur uttan lands, nevnir hann sum dømi. Keypa lítið sjálvi