Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 75 · 29. apríl 2010 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í arbeiðshølum sínum í Sjurðargøtu í Havn situr keramikarin Guðrið Poulsen og dreygar henda morgunin. - Beint nú geri eg nøkur sushisett, og eg ætli at gera seks smáar skálir í hvørj um liti, sigur Guðrið Poulsen. Fyri at fáa skálirnar líka stórar hev- ur hon vigað leirið av, 100 gramm til hvørja skál. Beint nú er nokkso friðarligt, og tað hevur altíð verið upp og niður við eftir- spurn ingi num og uppgávunum, sigur hon. Í 1982 tók Guðrið Poulsen prógv í Hoy døl um, og hon var tá longu greið yvir, at hon vildi læra listahandverk, vildi gera okkurt skapandi arbeiði. – Tá vóru Føroyar eitt oyði mark ar- land í so máta, so eg fór til Finnlands á ein skúla. Á skúlanum fekk hon høvi at royna ymiskt, silvurarbeiði, kopar, og dreyga. Men tá ið hon slapp at arbeiða á einum keramikk verkstaði, var hon greið yvir, at leir var nakað, hon hevði hug til at arbeiða við restina av lívinum. Í Finn- landi vórðu eygu hennara latin upp fyri tí skapandi arbeiðinum. – Leirarbeiði hóskaði so væl til mítt sinna lag. Lærdi í Íslandi Úr Finnlandi fór Guðrið Poulsen til Íslands, har hon tók eina tvey ára út- búgving. Í 1987 læt hon sín egna keramikk- verkstað upp í Sjúrðargøtu í Havn, Leir- list, og har hevur hon nú í 23 ár sitið og skapað listaverk og brúkslist úr leiri. Hon situr har púra still og dreygar smáar nettar lutir, men hon hevur eisini fleiri ferðir skapt størri list, sum stend- ur uttandura. Eingin spinnir gull sum listafólk í Før oyum, men hóast inntøkan stundum er lítil, hevur Gurðið Poulsen altíð livað eftir tí meginreglu, at hon ikki skuldi fáa sær annað starv við síðuna av. Vil ikki hava fast arbeiði – Men eingin hevur lisið so nógvar starvs lýsingar sum eg. Eina ferð mundi eg søkt, men eg slepti ætlanini, tí eg egni meg ikki til fast arbeiði. Freelance-upp gávur kann eg átaka mær, og eg arbeiði eisini sum freelance á háskúlanum, sigur Guðrið Poulsen. Hetta hevði tó ikki á nakran hátt bor ið til, um hon ikki fekk so góðan stuð ul heimanifrá. Maðurin bakkar hana fult út upp, at hon burturav skal arbeiða við síni list. Er heppin Guðrið Poulsen takkar einum vin man- ni, sum er rækjuskipari, fyri, at hon kann seta orð á, hvat tað besta er við arbeiði hennara. – Eg havi alla tíðina slúsurnar opnar. Øll hava okkurt skapandi í sær, og eg eri so heppin, at eg sleppi at arbeiða við øllum kranunum frá, sigur Guðrið Poul sen. Hon flennir eftir tí øvugta í, at lista- fólk ofta tosa um pengar. – Vit, sum eru so idealistisk og ikki vilja hugsa um tað materiella, eru tey ringas tu at tosa um pengar, ið vit hava so lítið av. Í øðrum londum er vanligt, at keramik arar arbeiða saman, men Guðr- ið kundi ikki hugsað sær tað, sjálvt um hon onkuntíð saknar starvsfelagar. Hon sam starvar tó við onnur um størri verk. Í arbeiðshølum sínum hevur hon sína sølubúð, men har er ikki tann nógva ferðslan. Tey vitjandi eru mest før oy ingar, sum hava alsk og eyga fyri føroyskari leirlist. Útisetar vitja eisini. Fremmand ferðafólk koma ikki á gátt. Annars selur hon verk síni í Norðurlandahusinum og á Kunn ingar- s tovuni í Havn. Gott við starvsløn Guðrið Poulsen er fegin um skipan ina við starvsløn fyri listafólk. Eina ferð fekk hon starvsløn í tveir mánaðir, eina aðru ferð í tríggjar mánaðir. – Tað ger, at vit tora at fara undir at gera verk, sum kanska ikki selja so væl, men royndirnar siga eisini fólki, at vit kunnu gera annað, sigur Guðrið Poul sen. – Tá ið eg hevði Tikið prógv í Hoydølum, visTi eg, aT eg skuldi læra okkurT skapandi. Tá eg so í Finnlandi kom aT arbeiða við keRamikki, visTi eg, aT leir hóskaði Til mín, sigur guðrun poulsen, sum nú í 23 áR hevur havT sín egna keramikkverksTað, leiRlist í havn HEVUR ALLAR SLÚSURNAR FRÁ Guðrið Poulsen arbeiðir í hesum døgum uppá smá sushi-íløt mynd: jens kristian vang til arbeIðIs starv: Keramikari besta við starvinum: At skapa ringasta við starvinum: Lítil inntøka starvstíð: 23 ár lívsstarv: Ja starvsfólk: Sjálvstøðug staður: Tórshavn FAktA guðrið poulsen