Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 16 Sosialurin Kanningin hjá Hera á Rógvi vísur, at tað er sum heild, at bæði vørur og tænastur eru dýrari í Føroyum enn í Dan­ mark. Eini 45% av allari nýtslu hjá einum húsarhaldi eru tænast ur av ymsum slagi og 55% eru matur og aðrar ítøki­ ligar handilsvørur. Í Føroyum er matur og aðrar vanligar gerandisvørur 20% dýrari at keypa enn í Dan mark. Og fjarskiftið er ser stak­ liga nógv dýrari í Før oyum enn í Danmark, tí á hesum øki er prísmunurin heili 45%. Hinvegin vísir kanningin eisini, at aðrar vørur, enn mat ur, eru 14% dýrari í Før ­ oy um enn í Danmark og býli er eini 30% dýrari enn í Dan­ mark. Somuleiðis eru renturnar í Føroyum nógv hægri enn í Dan mark. Summar vørur og tænast­ ur eru eisini bíligari í Før­ oyum enn í Danmark, eitt nú at fara tannlækna, bara fyri at nevna eitt dømi. ­ Men ein orsøk til tað kann eisini vera, at tá ið alt annað er goldið, er ikki so nógv eftir til tannlæknar og aðrar tænastuveitingar av yms um slagi. Hinvegin er brennievni til bilar og hús eisini væl bíligari í Føroyum enn í Danmark. Talan er um ein prísmun upp á 17­22% til okkara fyrimun og tað er nakað, sum merkist í heildarmyndini. Avgjøld gera munin Tað, sum ger brennievni nógv bíligari í Føroyum, er, at ein stórur part ur av samlaða prísinum, er avgjøld av ymsum slagi, sum tað almenna krevur. ­ Í Føroyum eru avgjøldini nógv lægri enn í Danmark. Og verða prísirnir ruddaðir fyri avgjøld, er tað ógvuliga iva samt um prísurin á brenni evni tá hevði verið bíligari í Føroyum, enn í Dan­ mark. Men í hesum sambandi kann leggjast afturat, at sam­ gongan hevur í umbúna at leggja umhvørvisgjald á brennievni, so tann munurin fer eisini at minka nokk so fitt. Hinvegin hava vit heldur ikki ognarskatt í Føroyum,men tað eru eisini røddir frammi um tað, ikki so nógv frá politiskari síðu ­ enn í hvussu so er. Higartil eru tað mest búskaparfrøðingar, sum hava talað fyri at seta ognar skatt í verk í Føroyum. Heri á Rógvi er sannførdur um, at høga príslegan í Føroyum ávirkar flyti­ mynstr ið hjá fólki. Hann ivast ikki í, at prís­ legan bæði fær før oyingar at flyta av landi num og forð ar útisetum í at flyta heim. Príslegan í einum landi ávirkar hvørt tað einasta menniskja og hevur sera stóra ávirkan á, hvussu stór samfelagsliga kakan er. Heri á Rógvi sigur: – Eg sigi ikki, at prísirnir í Føroyum eiga at vera líka lágir sum í Danmark, tí tað kunnu vera viður skifti, sum ávirka teir skeiva vegin, eitt nú flutn ings­ kost nað urin. – Men eg ivist heldur onga løtu í, at prísirnir í Føroyum kundu verið lægri enn teir eru nú. ­ Tá ið livikorini í Før­ oyum so versna niður um eitt ávíst mark, flyta fólk bara av landinum fyri at fáa tað betri. ­ Men tað ber eisini til at siga tað soleiðis, at teir høgu prísirnir eru somu­ leiðis ein forðing fyri, at útiasetar flyta heimaftur, tí tað er alt annað enn lokk andi at flyta til eitt land, har mann følir seg verða knokkroyttan. Meiri tilvitað Heri á Rógvi heldur, at polit iski myndugleikin eig ur at lýsa viðurskiftini gjøl liga og at taka støðu til, um hetta eru viðurskifti, sum eru so grundleggjandi, at tað er rætt, at politiski myndug leikin skal hava rætt at ávirka á tey. ­ Einskiljingar eru ikki endaliga loysnin upp á alt, tí tað førir ikki automatiskt til nakra kapping ­ serliga undir teimum umstøðum, sum føroyski marknaðurin er skipaður við einum, tveimum, ella heilt fáum stórum veitarum á vísum økjum. Hinvegin heldur hann, at tað er bara í nøkrum førum, at almennar regul­ er ingar rigga. – Men í øllum førum eiga vit at gera meiri við at gera fólk meiri tilvitað um, prísleguna á ymsum vørum og tænastum Heri á Rógvi heldur, at einskiljingarnar, sum eru gjørdar, hava verið lut fals­ liga skilagóðar. Men hann saknar eina meiri nágreiniliga kann­ ing av, hvørja ávirkan ein­ skiljingar fáa á ymsar bólk­ ar í samfelagnu. – Tað er neyðugt at fara við tí fína kambinum og eg haldi ikki, at viðgerðin hevur verið serliga djúp­ tøkin av teimum einskilj­ ingunum, sum eru framdar. At halda prísunum á vørum og tænastum niðri, er ikki bara ein stórur vinningur fyri hvønn einstakan brúkara. – Tað er eisini ein stórur vinningur fyri handils­ og tænastuvinnuna. Men tað er sanniliga eisini ein stórur vinningur fyri samfelagið alt. – Lágir prísir skapa hægri vælferð, stað festir Heri á Rógvi, búskap ar­ frøðingur í kanning síni um prísleguna í Føroyum og í Danmark. Hann sigur, at lækka prísirnir í Føroyum, merkir tað, at samfelagskakan verður størri. ­ Tí føra lægri prísir til ein størri búskap. Verður hugsað um krónur og oyru, er nýtslan hjá hvørjum einstøkum nokk so støðug. Lækka prísirnir á einari vøru, verður bara okkurt annað keypt ístaðin, sigur Heri á Rógvi. Hann sigur, at munurin er bara tann, at eru prísirnir høgir sum heild, fáast færri tænastur og færri vørur fyri pengarnar. Eru prísirnir hinvegin lágir, fáast fleiri vørur og tænastur fyri peningin. ­ Og verður okkurt keypt bíliga í internetinum, verður bara okkurt annað keypt í handlinum ístaðin. ­ Ein vanligur før oying­ ur brúkar í meðal 88%­ 89% av síni tøku inntøku, men hann væntar, at tá ið nýtslan hevur stabiliserað seg, fer talið at liggja uppi á 94%­95%. ­ Spurningurin er bara, hvussu nógvar vørur og tænast ur brúkarin fær. ­ Tí er tað avgerðandi, at prísirnir lækka og tí er tað somuleiðis avgerðandi, at vit eru tilvitað um, hvørja ávirkan og hvørjar av­ leiðingar ymiskir prís poli­ tikk ur hevur á samfelagið, heldur Heri á Rógvi. Sterkt kappingar­ eftirlit ­ Nettupp í støðuni, sum er galdandi á føroyska marknaðinum, hevur tað sera stóran týdning at hava eitt sterkt og virkisført kappingareftirlit. Men tað hava vit so heldur ikki í Føroyum, tí tað er so veikt, at tað megnar lítið og onki. Hann staðfestir, at í Grønlandi og í øðrum smáum samfeløgum hava tey lagt stóran dent á at hava eitt sterkt kapp­ ingar eftirlit, tí tey duga at síggja, hvussu stórur samfelagsligur vinningur er í at halda prísunum so niðri og at tað tí er ein úrtøka fyri samfelagið. Lægri prísir skapa vælferð Reka fólk av landinum Matur 20% dýrari