Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 75 · 29. apríl 2010 16 VIKUSKIFTI fíggjarkreppa Uni Arge uni@sosialurin.fo   Tá íslendsku bankarnir fóru á húsa­ gang í oktober 2008, og íslendska ríkið mátti yvirtaka teirra ovurstóru skuld, skrivaði Ísland seg í søguna sum eitt av teimum londunum í heimi num, ið fíggjarkreppan rakti harð ast. Á sjónvarpsstøðum sum BBC og CNN varð staðfest, at íslends ka ríkið í roynd og veru var far ið á húsagang, og við eitt var um dømi landsins illa skatt og tann fyrr so sterka íslendska sjálvkenslan skak að. Undir kreppuni í Føroyum fyrst í níti ár unum boygdi mangur føroyingur høvd ið av skomm, tá serliga danskir fjøl miðl ar útpenslaðu, hvussu vill ovur nýtsla í áttatiárunum hevði rent landið um koll. Somu viðferð fáa íslendingar nú, ikki bara í donskum fjøl miðl um, men øllum heimsins fjøl­ miðl um, og tann niðrandi umrøðan sær ir íslendingar so djúpt, at teir nú krevja, at politikarar og ríkmenn bøta fyri húsagangin.    Einar Már Guðmundsson telist mill um tey mongu, sum hava talað harð liga at dansinum, sum íslendsku útrás ar víkingarnar í bankum og at­ knýtt um feløgum dansaðu á ótamda kapitalistiska marknaðinum. Útrás ar­ vík ing arnir vóru korruptir og sviku fólkið, men nú eru teir langt av landi skotnir og lata sakleys fólk sita eftir við rokningini, sigur hann í bersøgnu kjak bók síni um skrædlið í Íslandi. Bókin kallast á donskum "Hvid­ bogen ­ Krisen på Island" og er 190 blað síður til støddar. Ov nógv er ikki sagt, at hendan bókin er ákæruritið hjá einum av fremstu rithøvundunum í Íslandi mótvegis tí vitloysi, sum rendi landið á húsagang, og sum fekk fólk ið at reisa seg, fara á gøturnar og krevja eina stjórn setta frá, sum ikki hevði hegni at steðga samvitskuleysu at ferð ini hjá útrásarvíkingunum. "Har funnust ongar lógir ella reglur at forða fyri tí, sum fíggjar­ fúrst ar nir gjørdu. Landsins politi k­ ar ar snorksvóvu, yptu bara øksl og skál aðu saman við fíggjarfúrstunum, ja, fingu enntá gron, um teir ikki vórðu bodnir við í teirra Hollywood­ kendu veitslur," skrivar Einar Már Guð munds son og fegnast um, at tað eydnaðist honum og mongum túsund øðrum íslendingum at fáa stjórn ina hjá Geir Haarde rikna frá valdi num í januar 2009.   Marknaðurin gjørdist Guð Tónin í bókini er beiskur. Einar Már Guð mundsson er óður um, at so galið kundi gangast, og á einum av fyrstu síðu num grundar hann yvir, um Karl Marx kanska hevði svarið longu fyri 150 árum síðani í høvuðsverki sínum, "Das Kapital." Fáur hevur lisið alt verk ið, tí 2. bind er so torskilt við nógvari fløktari støddfrøði, men í 3. bindi umrøður Karl Marx ta støðu, sum uppstóð í Íslandi og manga aðra­ staðni undan fíggjarkreppuni. Karl Marx skrivar um poetiskt ríki dømi og fiktivan kapital, har ongin virðisframleiðsla er aftan fyri vinn i ngin, og virðisleys pappír bara flyta runt millum fólk. Eina tílíka óhepna ringrás settu íslendsku kapi­ talist ar nir í gongd, og meðan alt gekk sum eftir ánni, vórðu teir hildnir at vera bæði raskir og dugnaligir. Í bløð um, teir sjálvir áttu, vórðu teir um røddir sum hálvgudar, og fólk fagn aðu teimum sum hetjur. "Hesir menninir keyptu seg inn í feløg, fingu meirilutan í teimum, stovnaðu nýggj feløg, seldu hvørjum øðrum tey og strikaðu so virðini í teimum gomlu feløgunum, virðini hjá partaeigarunum. Hetta var ring­ rás in. Soleiðis gekst nógvum virðis­ miklum feløgum. Aftaná vóru teir aftur at síggja í bløðunum, høvdu keypt sær skíðbreytir í Alpunum, marg lætis íbúðir á Manhattan og stutt leika bátar í Florida," skrivar Einar Már Guðmundsson. Hann heldur lítið um hálovandi tos ið hjá sonevndum liberalistum um, at frælsi marknaðurin er svar ið upp á alt. Alt tosið um tann fría mark­ naðin hevði undan fíggj a r krepp­ uni átrúnaðarligan dám, og hvørja ferð onkur setti spurnartekn við gongdina, var svarið bara, at hatta reguleraði marknaðurin. Mark nað­ ur in gjørdist Guð. Ósjónliga hondin hjá marknaðinum gjørdist Guðs vilji, og tí sluppu kapitalistarnir at spæla sær, sum teir vildu.   Millum heimsins ríkastu Meðan villskapurin var størstur, og lønirnar hjá útrásar­ v í k i n g u n u m fóru til himmals, tók seg upp ein heilt nýggj stætt í Íslandi. Summi gjørd­ ust ovurrík og mannaðu nýggju yvir­ stæt t ina. Meðalstættin fór at minna um biddarar, og undirstættin var óbrúki lig. Øll vanlig mát sprongdust. Van lig størv sum lærarayrkið vórðu hild in at vera ússalig. Ongin koyrdi í bussi. Øll koyrdu í egnum bili, hóast teir vóru skuldarbundnir frá hjólu­ num upp á takið. Bankastjórarnir í teimum privat­ i ser aðu bankunum flottaðu sær sum greiv ar. Teir hildu seg fremja stórverk og góvu sær sjálvum mánaðarlønir, ið svaraðu til eina Nobel­virðisløn. Varð funnist at teimum, fóru teir at tosa um øvund og hóttu við at rýma av landinum. Samstundis vístu teir á, at váðin var teirra, og tí máttu teir lønast væl. Einar Már Guð munds son skrivar: Harmasongu fíggjarligum Frá oktober 2008 til jAnUAr 2009 FórU túsUndtAls íslendingAr á gøtUnA við grýtUm og sleivUm og krAvdU, At stjórnin hjá geir hAArde legði Frá sær, tí hon onki hevði gjørt At FyribyrgjA FíggjArligA skrædlinUm í íslAndi. norðUrlendski virðislønArvinnArin í bókmentUm, einAr már gUðmUndsson, gAv Fyri jól í Fjør út bók, hAr hAnn tekUr sAmAn Um orsøkirnAr til skrædlið og gevUr teimUm, ið høvdU ábyrgdinA Av tí, Av grovFílUni Har funnust ongar lógir ella reglur at forða fyri tí, sum fíggjarfúrstarnir gjørdu. Landsins politikarar snorksvóvu, yptu bara øksl og skálaðu saman við fíggjarfúrstunum