Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 24 Sosialurin Eftirlit og viðlíkahald av bilum kann verða ein stór útreiðsla fyri bileigarar, men nú ber til at ogna sær ein nýggjan bil og bert gjalda avdrøg, vegskatt, trygging og dekk í trý ár. Auto Service bjóðar nú eitt nýtt produkt, sum teir sjálvir hava ment. Talan er um Gullpakkan, sum er tað fyrsta produktið av sínum slagi innan keyp og sølu av bilum. Tá kundin keypir nýggja bilin, er Gullpakkin við í keyp inum. Eis­ ini fær hann eitt skjal, sum vís­ ir, hvat Gull pakkin umfatar. Av­ talan er galdandi í trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna og fylgir altíð bilinum, eisini við eigara­ skifti. Tá keypssáttmálin er undir­ skrivaður, veit kundin, at hann fær ongar óvæntaðar útreiðslur av bil­ inum. Tað einasta hann skal gjalda aft urat avdrøgunum er vegskatt, trygging, brennievni og dekk. Øll bilmerkini Gullpakkin virkar sum ein trygging, sum tryggjar kundan ímóti óvænt­ aðum útreiðslum í trý ár. Pakkin er galdandi fyri øll bil­ merkini, sum Auto Service um­ boðar: Opel, Nissan, Peu geot, Saab og Chevrolet. Í fyrstu atløgu er Gull pakk­ in bert galdandi fyri privatbilar, ikki bilar sum verða brúktir til vinnuligt endamál sum t.d. hýru­ vognar, skúlavognar, vørubilar ella leigubilar. Gullpakkin dekkar øll eftirlit og viðlíkahald av bil inum sum t.d. arbeiðs løn, eykalutir, olju, sprinklara vesku, útstoyt, stoyt­ doyv arar, perur og viskarabløð. Alt hetta er ókeypis í trý ár ella 90.000 km Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, sigur, at teir sjálvandi mugu hava síni fyrivarni. Gullpakkin dekkar sjálvandi ikki skað ar, her­ verk, stuldur og kos metiskt arbeiði. Hann leggur afturat at í staðin fyri at brúka pengarnar til eftirlit og umvæling av bilinum, kann familjan heldur brúka pengarnar til tað, sum tey sjálvi hava hug til. Gullpakkin gevur kund anum økonomiskan trygg leika. Hann fær ongar óvænt aðar útreiðslur til við­ líkahald av bilinum. Av tí at kundin ikki skal gjalda, tá hann kemur til eftirlit og annað viðlíkahaldsarbeiði av bilinum, vænta vit, at allir bilarnir koma til eftirlit, og trygdin verður sostatt í hásæti, bæði fyri okkum og fyri kundan, tí bilurin verður viðlíkahildin eftir for skriftunum. Kundin ger sína egnu fíggjarætlan, sum heldur í trý ár. Umframt av­ drøgini skal hann bert gjalda vegskatt, trygging, brenni evni og dekk, sigur Árni Rasmussen. Sum nakað heilt nýtt kemur Auto Service við einum nýggjum produkti, ið nevnist Gullpakkin, har kundin ongar viðlíkahaldsútreiðslur hevur av nýggja bilinum í trý ár Gullpakkin – ongar óvæntaðar útreiðslur Sølumenninir hjá Auto Service f.v. Heðin Weihe, Otto Andreasen og Páll Danielsen presentera nýggja Gullpakkan Mynd: Jens Kristian Vang Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Lýsingatilfar