hósdagur 29. apríl 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
einsamallur
Kim larsen
mánadagin kemur nýggj fløga frá danska
tónleikaranum Kim larsen. hesaferð er Kim larsen
rættiliga einsamallur í upptøkuhølunum, tí eingin
bókur er afturat honum. sangirnir á útgávuni eru
alt frá háskúlasangum og barnasangum til blues
og meira rockkendar sangir. Poul Bruun hevur
framleitt fløguna saman við Kim larsen.
Kim Larsen
mine damer og herrer
emi music mánadagin 3/5
dagurin hjá arBeiðarunum
leygardagurin er altjóða arbeiðaradagur. Og eisini í Føroyum verður 1. mai at hildin
við røðum og sangi. amerikanskir arbeiðara vóru í 1886 teir fyrstu til at gera 1. mai til
afturvendandi dag hjá arbeiðsfólki, og hesin siður fór um allan heim.
aLtjóða
arbeiðaradagur
leygardagin 1/5
BóKaúTSølan
Endar
leygardagin endar stóra føroyska
bókaútsølan. nógvar bøkur eru settar til
sølu við stórum avsláttri – bæði nýggjari og
eldri bøkur. Tað ber til at keypa føroyskar
skaldsøgur, stuttsøgusavn, yrkingasøvn,
fakbókmentir, barnabøkur og aðrar bøkur.
Tað er ovmikið at leita eftir í bókarúgvuni.
Bókasølan er á ymiskum støðum kring
landið.
bóKaútsøLan endar
leygardagin 1/5
seeBach
vitjar
hvOnn live
rasmus seebach er ein tann populerasti tónleikarin í
danmark í løtuni. eftir gjøgnumbrotið í fjør hevur hann
selt fleiri fløgur enn nakar annar í danmark, og hann
hevur havt fleiri hitt. eisini í Føroyum hava sangir sum
engel, glad igen, den jeg er og nú lidt i Fem verið
nógv at hoyrt. rasmus seebach vitjar í Føroyum næsta
vikuskiftið. hann verður gestur í hvonn live, har hann
eisini spælir onkran sang live, og seinni sama kvøld
spælir hann á rex í havn.
rasmus seebach
hvonn live á rás2
Fríggjakvøldið 7/5 kl. 20.00
MEnTalISTurIn
Patrick Jane kann meira enn tey flestu við
sínum tankum og sínari atferð. Eftir at kona
og fóttir hansara verða dripin, velir hann
at brúka síni yvirnatúrligu evni til at fanga
drápsmannin. Patrick Jane hjálpir einum
løgregluliðið at uppklára trupul mál, men
allatíðina er stóra málið hjá honum at finna
mannin, sum gjørdi av við hansara familju.
Fyrsta sesong av sjónvarpsrøðini The
Mentalist er nú komin á dvd.
the mentaList (1. sesong)
dvd-pakki
halda dansidag
Í gjár og í dag verður altjóða dansidagurin hildin
í Føroyum, og í kvøld endar tiltakið við eini
dansisýning í norðurlandahúsinum. tá fara eitt nú
jóna Kristin thomsen, hóps, dansarar úr tornarósu
og onnur at hava framførslur.
dansisýning í norðurLandahúsinum
hóskvøldið 29/4 kl. 19.30
liverPOOl sKal
hjálPa united
tað finnast neyvan størri fótbóltsfíggindar
í Onglandi enn manchester united og
liverpool. tey bæði mest vinnandi liðini
hjálpa treyðugt hvørjum øðrum, men
sunnudagin vóna united viðhaldsfólk, at
tey fáa eina hjálpandi hond frá liverpool.
chelsea, sum er eitt stig frammanfyri
united, skal spæla ímóti liverpool, og kann
liverpool taka stig frá chelsea, kann united
sníkja seg fram á fremsta plássið aftur.
LiverpooL-cheLsea
Premier league
sunnudagin 2/5 kl. 13.30