hósdagur 29. apríl 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75
Sosialurin
Tað ber bara ikki til at hava
lisið dagbløðini ella hoyrt
tíðindini seinastu vikurnar,
og nú ikki vera vitandi um
katólska barnasvínaríið.
Sum so nógv onnur í Før
oyum eri eg ikki katolikkur.
Ja, sum so nógv onnur eri
eg opinberiliga ikki ein góð
ur kristin, ella so mikið sum
ein sámiligur ein — gangi
ikki í kirkju, haldi mín bisp
vera eina líkagyldiga nissu
við
imponerandi
fáum
meiningum og stein stapp
aður við túnatosi, hati forboð
og trúgvi ikki upp á einglar,
sálir og veðurlagsbroytingar,
ið fólkakirkjan annars himm
alsfegin vil ringja fyri. Ikki tí,
um nakar skal ringja fyri tí,
ið ikki er, hvør tá annar enn
kirkjan?
Sostatt er lívið sum limur
í
luthersku
fólkakirkjuni
ikki so herligt. Men hey! Tað
kundi verið verri. Eg kundi
verið katolikkur.
Tað má jú vera óliviliga
trupult at vera katolikkur
í dag; at desperat halda
fast við trúnna. Ikki sleppa
takinum.
Í besta føri kanst tú ikki
annað enn bert látast at
virða eina trúgv, tú innast
inni veitst, so hatar teg. Ein
trúgv, sum heldur vil hava
teg doyggja í barnsburði enn
barnsburðarslit—og tí hel dur
ikki vil hoyra um gitnaðar
forðing. Ein trúgv, sum hat ar
samkynd hóast hon rúmar
fleiri homoseksuellar pres
tar
enn
Uttanríkisráðið
deild ir. Ein trúgv, sum tosar
ignorant tvass um HIV og
AIDS og heldur vil hava
miljónir av fólki doyggja í
Afrika enn lata tey brúka
hít. Ein trúgv, ið barasta
ikki fær seg at viðurkenna
tað fakta, at nakrir av teirra
limum heldur vilja hava sex
við børnum enn dyrka sín
Gud. Ein trúgv, ið yvirhøvur
hevur tað ófatiliga trupult
við at umbera mistøk; og tá
ið hon so ger tað, er bara so
sein, so sein.
Eg meini, tú veitst, eina
ferð kann tað vera nokk
— tímir tú bara ikki at
halda fast. Hvørt einsæris
kann ikki eitt av hesum
ákærupunktum verjast. Men
samlað, kollektivt, eru tey
oman fyri alla fatan.
Ein
trúgv
grundað
á
sentralan
myndugleika
og lýtaloysi má skilja, at
ikki beinanvegin fordøma
barnaneyðtøku, er tað sama
sum at loyva henni. Rætt,
írar
fingu
hatta
brævið
frá pávanum fyri nøkrum
vikum síðani, men hetta
var ein ússaligur dropi í
einum havi gjørt til eitt
díki. Barnaneyðtøka hevur
verið ein partur av katólska
tapetinum, ikki bert í Írlandi,
men Amerika, í Italia, í Eystur
ríki, í Týsklandi, í Spania, í
Sveis, í Hollandi, í Brasilia, í
Danmark — higartil.
Bænadikt tann sekstandi
er nú persónliga skuldsettur
fyri, vitandi og við vilja, ikki
at gera nakað við handa
seriu pedo filin, faðir Law
rence Murphy, sum arbeiddi
í einum deyvaskúla í Wis
consin frá 1950 til 1974, har
hann ætlandi hevur misnýtt
200 deyvar dreingir.
Tað verður hevdað, at
Murphy kom sær undan rætt
vísi eftir eina rættstundis
uppí legging
frá
kardinal
Ratzinger, nú pávin. Eg veit
ikki hvat tú heldur um slíkt,
men hetta fær meg at fara í
bað, í umleið 3 vikur. So mikið
fyri kristni, meðni!
Murphy var fluttur til
eina aðra sókn í 1974, og
brúkti
hansara
seinastu
tvey tíggjuáraskeið uppá at
arbeiða við børnum. Hann
doyði í 1998, enn í sínari
presta flippu.
Álvarablaðið The New
York Times hevur doku men
terað, hvussu erkabiskupur
Rembert
Weakland
tvær
ferðir skrivaði til Ratzinger,
og bað hann um at døma
Murphy frá kjóla og kraga.
Ratzinger svaraði ikki aftur,
og Murphy helt á við at fram
haldsmogga óvitar.
Ókey, har var ein kirkju
rættur, men hesin steðgaði,
tá ið Murphy totalt hjarta
skerandi greiddi frá, at hann,
ja, angraði alt, og at heilsan
var farin at bila.
Hetta stinkar. Og tað ger
hatta skjalið frá 1962, sum
Ratzinger dagførdi í 2001, tá
ið hann var doktrinsovasti í
Vatikaninum, eisini.
Tað snýr seg um prestar
ákærdir fyri kynsligt sam
band við børn. Ávísingarnar
frá 2001 ljóðaðu: “Mál av
hesum slag eru undirgivin
pávalig loyndarmál”.
Samtíðis,
í
München,
varð faðir Peter Hullermann
dømdur sekur í at hava gjørt
seg inn á dreingir í 1986. Offur
og avvarðandi hava gramt
seg um, at endurvendandi
ávaringar
um
misnýtslu
vórðu skúgvaðar til viks í
fleiri áratíggju. Og nú var tað
einaferð soleiðis, at í 1980, um
hetta leitið, var pávin altso
erkabiskupur í München,
og hevði tí evstu ábyrgd av
erkabiskupsdøminum,
har
Hullermann fekk eina daga
langa viðgerð fyri pedofili
fyri síðani at blíva fortaldur,
at hann nú kundi ganga fram
við góðum treysti, og annars
bara arbeiða hart, biðja nógv
og, ja, “so einki við at hanga
myndir í plakatstødd av
lekrum smádreingjum upp í
kamarinum, ókey”.
Núverandi erkabiskupur
í München segði seinast í
farna mánaða, at “vánaligar
avgerðir” blivu tiknar, men
at tænastufólk undirgivin
Ratzinger høvdu tikið tær.
Fari eg ikki heilt skeivur, haldi
eg, at hatta er tað, vitonnur
kalla “at geva onkrum øðrum
svartaper”!
Tíanverri, fyri Ratzinger,
kann New York Times vísa
á eitt skriv, ið ósvitaliga
prógvar, at tað var komandi
pávin, sum ikki bert var
fund arstjóri hin 15. januar
1980, tá ið nevndi prestur
slapp at flyta til hansara
dømi, men at hann eisini var
kunnaður um fylgjandi flyt
ingar... skuldu slíkar gerast
neyðugar.
Har er í yvirflóð av
slíkum dømum. Søgur um
hvussu prestar hava misnýtt
samfelagsins mest viðkvæmu
er nú so vanligt, at vit ikki
longur kløkkast av hesum.
Eg veit, at nógvir prestar,
kanska enntá teir flestu,
eru siðilig og heiðurlig fólk,
men hetta nyttar einki. Tí
tá ið ovastin fyri tveimum
milliardum katolikkum per
sónliga er blandaður upp í
slíkt drasl, er tíðin komin at
venda katólsku trúnni bakið.
Tað hevði eg so gjørt, hevði eg
verið eitt subjekt hjá einum
pedofilstuðlandi páva.
Átrúnaður, allur átrún
að ur, ikki bara katolisisma,
sigst vera góður fyri “sálina”,
men alt sum eg havi skrivað
um her, dálkar mína. Hvussu
kanst tú taka tímar í morali
teti frá fólki, tú fært vaml av?
Men hvat kann fáa fólk,
líka frá Keypmannahavn
til Lima, at koma við teim
mest merkverdigu undan
førslunum fyri eini altjóða
revsiráðagerð at verja vaksin,
sum hava seksuelt samband
við børn?
Ikki skynsemi. Ikki prógv.
Nei. Men um fólk velja tað
beint øvuta, átrúnað, tá
riggar tað. Nøkur eru faktisk
so nasadjørv at krevja “virð
ing” fyri pávanum, tá ið hann
heldur átti at verið á eini
politistøð trúliga tráspurdur
um
hansara
leiklut
at
myrkaleggja, og hervið loyva
neyðtøkuna av børnum.
Ímynda tær um hetta
hendi í Dagstovninum á Argj
um. Ímynda tær, at eg fann
útav, at ein pedofilringur
stýrdi teirra vøggustovu, og
leiðarin kom við hóttandi
harraboðum um, at hann
skuldi kannast innahýsis og
»í trúnaði”, sjálvandi.
Ímynda tær, at leiðarin tá
bert hússjaði pedofilarnar
avstað til eina aðra vøggu
stovu í Tórshavnar kommunu,
og eg góðtók tað, og fekk
børnini at undirskriva eitt
tagnarlyfti.
Tá høvdu bæði leiðarin
og eg, og rættliga so, endað
í brummuni. Kortini, av tí at
átrúnaður er uppií, broytast
spælireglurnar. Jú, eg skilji
væl, at nøkur gerast kedd av
at síggja eitt skapilsi, tey sum
børn hava lært at æra, verða
fyri rationellum forhoyri, ella
hildin fyri tað turra spott, ella
brotsliga eftirkannað.
Men øll hava hugskot,
tey halda vera dýrabær. Bert
átrúnaðarfrikurin krevur at
verða vardur ímóti kjaki ella
nærkvæmsligari kanning, ið
kanska fer at nerva hann.
Um tú ikki orkar at hoyra
tíni átrúnaðarligu skapilsi
verða lastað og láturliggjørd,
um tú heldur Ratzinger vera
hinumegin lógina, akkurát
sum tey kongaligu, tá átti eitt
andaliga rættvorðið samfelag
sagt hetta við teg: “Men sig
tað so við dómaranan, góði!«
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Pávin? Hvar? Shit! Renn, Rógvi, renn!
Átrúnaður, allur átrúnaður, ikki bara katolisisma, sigst vera góður fyri »sálina«, men alt sum eg havi
skrivað um her, dálkar mína. Hvussu kanst tú taka tímar í moraliteti frá fólki, tú fært vaml av?
Átrúnaður, allur átrún að
ur, ikki bara katolisisma,
sigst vera góður fyri »sál
ina«, men alt sum eg havi
skrivað um her, dálkar
mína. Hvussu kanst tú
taka tímar í morali teti frá
fólki, tú fært vaml av?